mánadagur 15. februar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2010
viðmerkingar
27
Dag eftir dag hoyra vit
Fólkaflokkin tosa um, at
nú skal sparast enn
meira í almenna rakstri
num, og at hetta helst
skal gerast innan al
mannaverkið, skúlaverkið
og heilsuverkið. Teir
gloyma vist, at júst hesi
øki eru grundsúlurnar
undir vælferðarsam fe
lagnum. Men nú kom
Bjarni Djurholm við
røttu loysnini...
Fólkaflokkurin sigur spar
ingar í almenna rakstrinum
vera røttu loysnina burtur
úr kreppuni, og nú er
Bjarni Djurholm komin
við tí rætta boðnum. Vit
kunnu avtaka Fiskimála
ráðið, sum jú ongan fiski
vinnupolitikk førir kortini.
Harumframt er ongin
trupul leiki at fylgja hans
ara tilmæli at taka burtur
50 mió. játtanina til Uttan
ríkisráðið.
Uttanríkisráðið er, hóast
allar burturforkláringar hjá
Jørgeni Niclasen, størsta
ráðið í landinum og hevur
onki beinleiðis at gera fyri
livikorini hjá borgarunum.
Tað er higartil ríkiligt
spart á teimum mest við
breknu og grundleggjandi
økjunum í vælferðar sam
felagnum. Almannaverkið,
Heilsuverkið og Skúla
verkið hava veruliga tikið
síni tøk og spart so mikið
nógv, at spurningur kann
setast við, um summar av
sparingunum ikki eru
farnar yvir um mark fyri,
hvat ið er ráðiligt og
sømiligt.
Hvar eru reformarnir
Samstundis hava vit bíðað
í tolni eftir neyðugu
reform unum á vinnu økin
um. Fiskivinnan er í anda
leypi, millum annað orsak
að av, at tað ikki eydnaðist
at gjøgnumføra neyðugu
reformarnar, ið vit settu
okkum fyri í CHE sam
gonguni. Hóast vinnan
sjálv nú er farin at rópa
varskó ímóti traditionella
fólkaflokspolitikkinum, so
hendir kortini onki. Bert
totalur stillstandur og onki
støða. Tí hevur Bjarni
Djurholm púra rætt í, at nú
má nakað henda á fiski
vinnuøkinum. Heldur ver
andi støða fram, er helst
best at fylgja tilmæli hans
ara og bara niðurleggja
ráðið. Tí í verandi støðu
hevur landsstýrismaðurin
onga funktión kortini.
Andsøgnir hjá Jørgeni
Dag eftir dag hoyra vit
Fólkaflokkin tosa um, at
nú skal sparast enn meira í
almenna rakstrinum, og at
hetta helst skal gerast
innan almannaverkið,
skúlaverkið og heilsu verk
ið. Teir gloyma vist, at júst
hesi øki eru grundsúlurnar
undir vælferðarsam felag
num. Máar tú burtur hesar
tænastur, ja so kenna fólk
seg ikki trygg í at liva í
landinum longur, og so
kunnu allar vónir um
fólka og búskaparvøkstur
leggjast á hillina. Í staðin
kunnu vit vænta fólka
fráflyting og enn størri fall
í búskapinum.
Løgið kortini, at teir tora
at koma við hesum útmeld
ingum, samstundis sum
floksformaðurin hevur
bygt upp størsta ráðið av
øllum teimum níggju
aðalráðunum. Uttanríkis
ráðið hevur eina játtan
uppá uml. 50 mió. og
hevur ein heilan her av
serfrøðingum, leiðandi
serfrøðingum, deildar leið
arum á deildum við ongum
starvsfólki, sum øll sita
kring landsstýrismannin
sjálvan. Ikki tí, at nakað er
galið við dugnaligu starvs
fólkunum í ráðnum. Men
tað er landsstýrismaðurin,
ið hevur ynskt at skipa
ráðið soleiðis.
Kortini hava vit ongi stór
frambrot sæð á uttanríkis
politiska økinum. Fyri tað
mesta hevur Uttanríkis
ráðið bert tikið seg inn á
væl etableraðar funktónir
hjá Fiskimálaráðnum,
soleiðis at tað meira enn so
er komið bland og órógv í
málini.
Í sjeyti og áttatiárunum
megnaðu vit at gera størstu
uttanríkispolitisku avtal
urnar nakrantíð, langt
áðrenn hetta ráðið var til.
So her er helst lætt at spara
50 mió., nú Fólkaflokkurin
sjálvur vil spara uppá
almennu rakstrarút reiðsl
urnar og teirra egni fyrr
verandi landsstýrismaður
og varaløgmaður mælir til
at niðurleggja júst hetta
aðalráð.
Javnaðarflokkurin góð
tekur í øllum førum ikki
fleiri niðurskerjingar á
vælferðarøkjunum.
Javnaðarflokkurin er tó
klárur at hjálpa til at fáa
skil uppá fiskivinnu
politikkin. Eisini um tað
merkir, at Fiskimálaráðið
skal niðurleggjast og eitt
veruligt vinnumálaráð
verður skipað í staðin.
Um Fólkaflokkurin
somuleiðis bjóðar sær til at
spara 50 milliónir krónur á
fíggjarlógini við at niður
leggja Uttanríkisráðið, so
eru vit eisini klár til hetta,
um tað frítekur borgararnar
fyri fleiri byrðum og skerj
ingum í
vælferðartænastunum. Ikki
tí, vit halda sanniliga
uttanríkispolitikk hava
stóra týdning. Tað halda vit
eisini, at bæði Atli P. Dam
og síðani Jóannes Eides
gaard hava prógvað í sín
um aktiva uttanríkis
politikki uttan nakað for
kromað uttanríkisráð.
Fyri stuttum kundu vit lesa
grein í avísini, har læknin
sigur, at tað nú eru, 10.000
føroyingar, sum eru kann
aðir fyri sjúkuna CTD, av
teimun eru funnir 3.000
berarar, og tað eru funnir
75 persónar, sum hava
sjúkuna. Tað sum læknin
sigur víðari er nok tað,
sum ørkymlar meg mest,
og heilt sikkurt hevur tað
eisini ørkymlað nógvar
aðrar føroyingar.
Læknin sigur.
»Eg vænti ikki, at vit
koma til at finna nógv
fleiri, sum hava sjúkuna
CTD«.
Heilt erliga, hettar má
vera ørvitistos, ella eisini
er hettar bara enn ein máti
at ørkymla okkum føroy
ingar enn meiri, tí at vit
fingu sannleikan fram um
eina lívshættisliga sjúku,
sum somu læknar gjørdu
alt fyri at halda loyniliga.
Sama dag sum eg læs
greinina, sendi eg tí ein
Email til læknan, har eg
heitti á læknan um at koma
við eini rætting og setti ein
fyrispurning um hini
38.000, sum ikki vóru
kannað, svarið eg fekk aft
ur, var enn meiri ørkyml
andi enn sjálv greinin við
enn fleiri undanførslum, so
har kom einki burtur úr,
síðan sendi eg ein Email
til journalistin, sum hevði
skrivað greinina, her var
svarið stutt og greitt, hann
hevði skrivað tað, sum
læknin hevði sagt og sum
var bandað.
Hettar má sigast at verða
ótrúliga høg tøl í mun til
tað, sum læknarnir royndu
at billa okkum inn fyri
góð um ári síðan. Og ser
stakliga, tá hugsað verður
um tey tøl, sum Sundheds
styrelsen, Høgni D. Joen
sen landslækni og Fróði
Joensen yvirlækni, komu
út við. Tá var metingin, at
tað kanska vóru ca. 15
føroyingar, sum høvdu
sjúkuna CTD, og man visti
ikki um tað kundi loysa
seg at finna hesi 15, sum
kanska vóru sjúk.
Seinri hava hesir somu
læknar so broytt støðu, so
hvørt sum tølini bara blivu
hægri og hægri, og vit
kunna tí bara siga, tíverri
fingu vit rætt, tað eru nógv
fleiri sjúk enn vit høvdu
droymt um, vit hava
kanska ikki funnið helvtina
av teimum sjúku enn, sam
stundis sum læknarnir siga,
at teir hava funnið øll nú, tí
teir hava kannað tey mest
útsettu fyrst.
Tað kundi verið áhuga
vert at vitað, hvussu hesir
læknar hugsa um teirra
børn og barnarørn, eru hesi
kannað fyri sjúkuna CTD,
hvussu nógv vóru berarar,
og ikki minst, var tað
onkur av hesum sum hevði
sjúkuna, vóru hesi ímillum
tey 15, sum kanska høvdu
sjúkuna, og sum tað
kanska ikki loysti seg at
finna. Eg kann í hvussu so
er siga hesum læknum, at
Heidi, Edmund og øll hinni
sum eru farin, tey eru ikki
ímillum hasi 15.
Aftur í gjár var tað ein
25 ára gomul genta, sum
fekk staðfest sjúkuna CTD,
læknin á Landssjúkrahús
inum ringir til foreldrini, at
gentan skal innleggjast
beinan vegin, tí hennara
carnitin er niðri á 2,3.
Gentan sum er stødd um
borð á Nørrønu á veg til
Danmark, kann sjálvandi
ikki innleggjast á Lands
sjúkrahúsið í Føroyum.
Nú gevur læknin boð
um, at gentan skal fara inn
á eitt Apotek í Esbjerg og
biða um Carnitin medisin,
og so skal hon innleggjast,
tá hon kemur aftur til
Føroyar. Eg havi ikki loyvi
til at siga ella skriva tað
sum eg hugsi um handan
læknan og allar teir læknar,
sum ikki duga at hugsa, og
sum ikki hava ta vitan, sum
skal til fyri at verða lækni,
og ikki minst, at verða
menniskja.
Beint sum vit fingu boð
ini um hesa gentu í gjár, so
royndu vit at finna út av,
hvat í vit so kundi gera fyri
hana her í Esbjerg, tað
fyrsta var so at ringja
umborð á Norrønu fyri at
seta tey inn í støðuna, tey
skiltu støðuna nógv betur
enn nakar lækni og tóku
sær av gentuni restina av
túrinum, og tað skula tey
hava stóra tøkk fyri. Tað
næsta var at finna út av,
um Apotekini í Esbjerg
hava Carnitin medisin, ella
um tey kunna útvega
medisin, tað kunna tey
ikki, og tey vita sjálvandi
ikki hvat carnitinmedisin
er fyri nakað, tí tey hava
ongantíð hoyrt um tað.
Um hesin lækni hevði
eitt lítið sindur av hugflog,
so vildi hann sjálvandi sett
seg í samband við Syd
vestjysk Sygehus í Esbjerg
og givið boð um, at tey
skuldu taka ímóti einum
patienti, sum kom við
Norrønu, og so skuldi hann
sagt teimum, hvat tey
skuldu gera og hvat fyri
medisin í gentan skuldi
hava. Tað kallast logikkur
fyri rætt hugsandi føroy
ingar.
Sjálvt um vit tosaðu við
Sjúkrahúsið, so var tað ikki
møguligt, at tey kundu taka
sær av henni, tey boðini
skula sjálvandi koma frá
einum yvirlækna ella
einum Sjúkrahúsi.
Eingin kann koma av
gøtuni inn á eitt Apotek í
Danmark og biða um
Carnitin medisin, og so er
tað líka mikið hvør ein er,
og tað eigur ein lækni at
vita. Hettar vísir bara,
hvussu lítið skil er á tí
føroyska Heilsuverkinum.
Tá gentan ikki kundi akutt
innleggjast í gjár, so skuldi
hon bara koma á Sjúkra
húsið, tá hon kom aftur til
Føroyar. Eg fari at loyva
mær at ivast í, um hettar
kann verða ein útbúgvin
lækni, sum so lítið skil er
á, ella hettar bara er ein
tilvildarligur boðdrongur,
sum ikki visti hvat hann
gjørdi. Tó at eg kenni
navni á læknanum.
Vit sum hava kent sviðan
av hesi sjúku og kenna til
tað føroyska heilsuverkið,
vit vita eisini, at hettar ikki
er av enn, einki samfelag
kann liva við eini so vána
ligari leiðslu, uttan at tað
kemur at raka onkran, og
hettar kemur at raka.
Vit hava livað við eini
lygn í 15 ár sum sigur, at
einki kundi gerast, at tað
ikki vóru umstøður til eina
kanning av sjúkuni CTD í
Føroyum, at tað ikki var
orka til eina so umfatandi
kanning, at tað fíggjarliga
ikki kundi lata seg gera, tí
ein møgulig kanning vildi
kosta milliónir av krónum.
Í dag vita vit, at ein
kanning av sjúkuni CTD,
av øllum føroyingum, sum
eisini fevnur um at finna
onnur úrbregði av somu
sjúku, einans kostar ein 10
part, av temun ca. 50.
mill., sum eru játtaðar til at
umvæla leivdirnar úti í
Tinganesi.
Eitt annað, sum vit ikki
hoyra teir føroysku læknar
nar tosa um, er bilirubin
ella livratøl, hesi tølini eru
óvanliga høg hjá teimum,
sum hava sjúkuna CTD, so
um læknin kannar livra
tølini, so veit hann eisini,
at okkurt er galið, høg
livratøl geva ringa húð,
pirrir. Eitt sjúkueykenni
sum er lætt at fáa eyga á.
Hevur tú fyrispurningar,
so er bert at senda ein
Email.
www.johndk.dk/
jojenndk@yahoo.dk
Mobil: 61 69 22 18
Esbjerg tann. 13.2.2010
Lat okkum taka Bjarna upp á orðið
John
Johannessen
Siga Læknar ósatt við vilja?
Rætting til Læknan
John
Jensen