Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 31 - 15. februar 2010 tíðindi Í góðveðrinum í dag eru nógvar grýlur sæddar kring landið. Í nógvum skúlum sláa tey tunnu í dag, meðan tey hava frí í morgin. Í øðrum skúlum slóu tey tunnu fríggjadagin, og so hava tey frí í dag. Dagstovnarnir í Havn hava opið í dag, og har eru rættiliga nógvar grýlur at síggja. Myndamaður okkara var framvið í Barna garð­ inum Birkilund ­ sum fyrr kall aðist Konmansmýra, og tók hesar myndirnar av fittu grýlunum í barnagarðinum. So í kvøld er bert at minnast til at flylla krukk urnar við góðgæti til grýlurnar koma á gátt í kvøld! Tað verður ein heilt øðrvísi Anna Ny ­ gaard, sum verður at síggja á skíggjanum fríggjakvøldið. Fyri­ reik ingirnar til næstu beinleiðis fram førsl­ una eru ígongd, men Anna vil ikki avdúka hvør sangur talan er um Tónleikur Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo – Tað kennist fantastiskt at verða komin víðari í kapp­ ingini, men nú er næsta framførsla longu á skránni, sigur Anna Nygaard úr Keypmannahavn. Fríggjakvøldið var hon ein av teimum átta, sum sluppu víðari í X Factor. Anna, í reyðum kjóla, kendi seg avbera væl á pall­ inum, og sást tað eisini aftur í framførsluni. – Vit eru eitt stórt toymi, ið samstarva um, hvat vit skulu vera í og síggja út. Eg havi sjálvandi síðsta orðið, greiður Anna frá. Nógvan stuðul Anna fær nógvan stuðul, bæði frá dønum og før oy­ ingum. Nógv skriva inn á hennara heimasíðu, og Anna er kedd um, at hon ikki nær at svara øllum. – Tað vermur virkuliga at lesa, hvat fólk skriva. Ser­ liga tá føroyingar skriva, kennist tað sum mín egna familja, sigur Anna. Hon gleðir seg til fram­ førsluna fríggjakvøldið. – Nú veit eg betri, hvussu eg skal gera á pallinum, og tí kann eg betri konsentrera meg um sangin, sigur hon. Fittar grýlur í Birkilund »Ongin kann gita hvat eg fari at syngja«