mánadagur 15. februar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2010
29
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mikkjal Nielsen verður kórsettur í Filipskirkjuni,
Kastrupvej 57, 2300 Kjøpinhavn S, mikudagin 17.
februar klokkan 12.
Juleif Jacobsen, Tórshavn, andaðist á Lágargarði
hósmorgunin 83 ára gamal. Bønarhald verður á
Láargarði mánadagin kl.17. Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.
Hjørdis Mellemgaard, Høje Taastrup, ættað úr
Miðvági, fer til gravar úr Miðvágs kirkju týsdagin
16. februar kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hjørdis,
kunnu lata krabbameinsfelagnum eina gávu, konta
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá bróðir okkara
Óli F. Debess
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum vóru um hann
seinastu tíðina.
Tøkk tit tykkum, sum bakaðu.
Takk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Systkini
Dagurin
15. februar, Faustinus, deyður umleið ár 120.
Brøðurnir Faustinus og Jovita í Brescia í Norðuritalia
vórðu píndir og tiknir av døgum.
Svenska
avísin
Dagens
Nyheter skrivar at Björn
Hagström, professari, er
deyður 88 ára gamal.
Björn Hagström hevði
stóran áhuga fyri norður
lendskum
máli,
serliga
føroyskum.
Við at vitja í Føroyum
lærdi hann seg málið og tær
ymisku føroysku dialektir
nar. Hann savnaði tilfar um
føroyska málið til eina dokt
araritgerð, sum hann vardi í
1967.
Frá 1968 til 1976 var
hann lærari og granskari
við unversitetið í Stokholm,
og frá 197677 arbeiddi
hann sum professari á Fróð
skaparsetrinum í Havn.
Eftir tað hevði hann
ábyrgd av eini umfatandi
orðabók um tey gomlu
norðurlendsku málini, sum
var løgd til rættis á univer
sitetinum í Keypmanna
havn.
Blaðið skriva at Björn
Hagström er fremsti gransk
arin í føroyska málinum,
sum nakrantíð hevur verið í
Svøríki.
- red
Björn Hagström deyður
Dagen gryr
Natten flyr
Hvorfor gik du dog bort
Dit liv blev alt for kort
Skal vi mon mødes igen ved
himlens port
Gid du var her hos mig
Og jeg ville omfavne dig
Endeløs min kærlighed til dig
Savnet vil altid være her hos mig
Tårer sagte ad mine kinder triller
Åh alle disse minder
Kommer til mig i nattens mørke
Til de hen ad morgen størkne
Når dagen gryr
Og natten flyr
Jeg takker dig fordi du var til
Min kære barn »børnelil«
Jeg husker alle glade stunder
Når jeg sidder her og blunder
Smerten i mit hjerte sidder
Uroen om natten mig stikker
Søvnløs jeg ligger
Dygtig og klog som du var
Får jeg mon nogenside svar
Knust er venner og kammesjukker
For at du nu døren for stedse lukker
Ak ja, min dyrebare du måtte fare
For os efterladte er det ikke til at
klare
Jeg ved du er kommer til et bedre sted
Og jeg kunne ikke komme med
Endelig har din sjæl fundet fred
og jeg vil være for evigt ked
Dagen gryr
Natten flyr
Fra din mor
Til minde om min kære søn
Martin Johnny Johansen
Merkisdagar
80 ára føðingardagur
28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin
verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á
Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið
19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 28. feb. hava Oddvør og Kornelius Johannesen
við Gjógv gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
Bygdarhúsinum við Gjógv leygardagin 27. feb. frá kl. 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Sunnudagin 21. feb. giftast Thomas F. Johannessen, Æðuvík,
og AnnMargit Hansen, Saltnes. Opið hús verður í Stóratún
14 frá kl. 18.
Prógv
28012010 fekk Liljan Vatnhamar Olsen, Argir, prógv sum
professionsbachelor sum pædagog á Professionshøjskole
UCC frøbel, Hovedstaden DK
Sosialurin hósdagin
14. februar 1985:
Hóast hetta lítla húsið sær
út sum eitt nátthús, er talan
um eina telefonboks, sum
er sett upp á Norðasta
Horni, tá fólk byrjaðu at
flyta út hagar. Í samráð við
eigarafelagið setti
Telefonverkið upp eina
mynttelefon, meðan bíðað
var eftir at telefonlinj
urnarvórðu lagdar til økið.
Mynttelefonin var einasta
telefon har á leið.
Kelda: Sosialurin 14. februar 1985
Fyri 25 árum síðan:
Telefonboks á Norðasta Horni