Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 tíðindi Nr. 31 - 15. februar 2010 Fyri fjúrtan døgum vóru tey forfard av at síggja slóðina eftir rottu í Nólsoy. Fær hon fótafesti í oynni, verður tað ein umhvørvisvanlukka og tí seta tey øll segl til fyri at fáa beint fyri henni aftur Umhvørvisvernd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Síðani tey fyri fjúrtan døg­ um sóu spor eftir rottu í Nólsoy, hava tey sett øll segl til fyri at týna hana aftur. Rotta hevur ikki verið í Nólsoy og eydnast tað henni at fáa fótafesti í oynni, verð­ ur tað ein umhvørvisvan­ lukka av teimum heilt stóru fyri oynna, tí so fer hon at beina fyri heimsin størsta drunnhvítalandi, sum er í Nólsoy og lundin fer eisini at hvørva. Táið tey sóu rottusporini í Nólsoy, segði ein rættiliga fortørnaður Jens­Kjeld Jen­ sen, at hann tey seinastu mongu árini hevur barst sum úlvur á skóg fyri at verja oynna. Eitt, hann hev­ ur roynt, er at fáa lógina setta í gildi, sum øll lond rundan um okkum brúka, nevniliga, at rottuskermar verða settir á allar bátar og skip, ið ferðast millum oyggjarnar. Men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás, staðfestir hann. Rottu-tilbúgving Men nú tykist sum um at støðan verður tikin í stórum álvara í farnu viku hevði Tórshavnar Kommuna fund um málið. Har er niðurstøð­ an, at alt skal gerast, sum gerast kann, fyri at verja Nólsoy og onnur pláss fyri rottuni. Ætlanin er beinleiðis at gera eina rottu­tilbúgvingar­ ætlan fyri tær oyggjar, sum eru í kommununi. Hendan ætlanin hevur til endamáls bæði at týna rott­ una og at fyribyrgja at hon kemur aftur. Í hesum sambandi sigur Mikkjal Holm, aktingar­ maður hjá kommununi í Nólsoy, at tey hava fingið rokkukassar, eitur og fellur út til Nólsoyar, men enn hava tey onga rottu fingið, hvørki livandi ella deyða. Higartil eru 10 rottukassar settir upp rundan u havna­ lagið, men nú er ætlanin at fáa nógv fleiri at seta upp runt um í bygdini. Somuleiðis hava tveir lív­ frøðingar verið í oynni og leitað eftir rottu, men eisini tað hevur verið til fánýtis, tí teir hava onga rottu sæð. Men teir báðir hava sleiki­ sneisir, teir rópa, við sær. Hetta eru pinnar, sum verða dyppaðir í margarin og stungnir í jørðina við tí enda­ máli at fáa rottuna at bíta í so at tað setir merki í. Á bitinum ber so til at síggja um tað veruliga er rotta, talan er um, ella ikki. Mikkjal Holm sigur, at tey fara eisini at tosa við tey, sum føra vøru út í Nólsoyar, eitt nú heilsølur, MBM og Strandferðsluna um at ansa eftir og at leggja eitur. Tað sama ætla tey at gera við Norðlýsið, sum javnan er í Nólsoy og tey umhugsa eisini at fáa skip at brúka rottuskermar fyri at forða rottuni í at sleppa umborð á skip í aðrari havn at fyri at forða henni at sleppa í land aftur av skipi í Nólsoy. ­ Vit ætla at gera, alt vit kunnu, fyri at fáa lívið av henni aftur, sigur aktingar­ maðurin. Tað, at ongin hevur sæð rottuna aftur, verður als ikki tikið sum tekin um, at hon er deyð aftur ­ Tað var í kavanum, at vit sóu sporini eftir hana, men ongin veit, nær hon er komin, tí hon kann vera komin í oynna langt áðrenn. Hann leggur afturat, at fyri hálvum ári síðani varð rotta sædd í oynni. Tá var eitur lagt út og tað varð alt etið. Nólsoyingar berjast við hond og fót ímóti rottuni Arbeiðsbólkur er nú farin til verka at koma við uppskotum um at basa ungdóms­ arbeiðsloysinum, sum er eksploderað seinastu tíðina Arbeiðsloysi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal ein ætlan gerast fyri, hvussu arbeiðsloysið ímillum ung í Føroyum, kann basast. Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur við umboðum úr almannamála­ ráðnum, vinnumálaráðnum og mentamálaráðnum at kanna arbeiðsloysið ímill­ um ung og koma við loys­ num upp á, hvussu tað kann minkast mest møguligt. Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður upplýst fyri Løgtinginum. Arbeiðsloysið er nógv vaksið seinastu mánaðirnar, men serliga órógvandi er tað, at ungdómsarbeiðs­ loysið er eksploderað. Nevnast kann, at seinastu tíðina er arbeiðsloysið ímill­ um tey 16­24 ára gomlu, vaksið næstan 400%. Annars er arbeiðsloysið sum heild vaksið næstan 250%, so tey ungu er tann bólkurin, har arbeiðsloysið veksur nógv skjótast. Hetta hevur eisini fingið ávaringarlúðrarnar at ljóða í Tinganesi og fyribils úrslitið er, at arbeiðsbólkurin við umboðum fyri tey trý ráðini, er farin til verka. ­ Miðjað verður ímóti, at longu í summar skulu tiltøk verða klár at seta í verk fyri at minka um arbeiðsloysið mill­ um tey ungu, sigur hann. Í hesum sambandi er talan ikki bara um at gera skipanir, so at fleiri ung kunnu koma beinleiðis í arbeiði. Tað hevur eisini verið frammi, at kanna um tað ber til at gera skipanir, so at fleiri ung kunnu sleppa í læru ella í útbúgving. ­ Tey ungu er ein sera viðbrekin bólkur og tað er umráðandi at tey hava okkurt at fara upp til um morgunin, annars kunnu tey føla tað sum um at ongin hevur brúk fyri teimum og so er skjótt, at tey eisini missa áræðið og álitið á seg sjálvi og sínar førleikar, sigur Johan Dahl. Hann ásannar, at arbeiðs marknaðarpolitikkurin hev­ ur ikki verið nóg virkin og tað er samgongan sinnað at gera nakað við og arbeiðs­ bólkurin, sum skal koma við uppskotum um at basa ungdómsarbeiðsloysinum, er eitt lið í hesum. Arbeiðsbólkur skal basa ungdómsarbeiðsloysinum Seinastu tíðina er arbeiðsloysið millum tey ungu eksploderað og tað hevur fingið ávaringarlúðrarnar at ljóða og nú skulu tiltøk setast í verk fyri at geva teimum ungu okkurt at fara upp til um morgnarnar Á myndina standa Mikkjal Holm, vm. og Marnar á Skúr klárir at fara runt við trillibøruni við rottukassunum. Myndin er av heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen, sum er á http://www. jenskjeld.info/