Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 247 - 21. desember 2001 Nr. 247 - 21. desember 2001 9 Um veturin og serliga á jólum eiga vit at gera nógv barnatilfar, heldur Vár Jacobsen, sum í góð fýra ár hevur tikið sær av at gera barnatilfar í Sjónvarpi Føroya. Hóast arbeiðsorkan ikki er tann størsta, verður hildið á við at framleiða nýtt føroyskt barnatilfar SJÓNVARP Heri á Rógvi Hjá teimum, sum hava jólini mestsum arbeiðs- pláss, byrja jólini oftani lagt áðrenn jóladagarnar hjá hinum pørtunum av verðini. Skalt tú eitt nú geva eina jólafløgu út, so merkir hetta, at nissuhúgv- arnar og jólastemningurin skulu finnast fram, meðan tað enn ber til at siga summar og hava skilt tað rætt. Fyri Vár Jacobsen byrja jólini fyrst í oktober mán- aði. Hon ger barnasend- ingar fyri Sjónvarp Føroya. Hetta hevur verið hennari yrki í skjótt fýra ár. Líka síðani hon og maðurin komu aftur til Føroya úr Danmark, har hon eisini hevur útbúgving innan dramaturgi (leiklistafrøði). Maður hennara hevur starv- ast sum sjónleikari, so tað liggur mest sum í teimum at framføra. Tey bæði hava í øllum førum síðani starvast við at gera barnatilfar til føroyska sjónvarpi í skjótt fýra ár. Tað er tó eitt sindur skiftandi, hvussu manning- in sær út í teirri gomlu lonini, har barnatilfarið verður til. Onkuntíð eru tey bæði tvey, onkuntíð bert og tey hava eisini sita trý fólk í húsunum. Vár sigur seg nýta umleið tríggjar fjórð- ingar av árinum til at gera barnatilfar. Glóa Trygt inni í Eysturbýnum í Havn húsast almenna sjón- varpsrásin í Føroyum. Hetta er fyri so vítt eisini einasta sjónvarprásin, ið føroyingar kunnu kalla teirra egnu. Í einum av teimum fýra, fimm... seks húsunum, sum sjónvarpið hevur at ráða yvir, er rúm fyri at gera barnasendingar. Tað er eisini her, at vit fara inn, eftir eitt sindur av rennan aftur og fram. Eitt rúm við einari teldu og einari rúgvu av bondum, sum standa á hillunum framvið vegginum. Um tað er av tilvild ella ikki, er ikki gott at vita, men í øllum førum leggur leiðslan eisini leiðina framvið lítlu húsini fyri at hyggja nærri at um- støðunum. Í løtuni er tað bert Vár Jacobsen, ið hevur sína dagliga gongd í húsunum. Hesar seinastu mánaðirnar hevur hon fingist við at gera barnasendingar til jólini. Í ár hevur Sjónvarp Føroya valt at økja um styrkina, og ein føroyskt framleidd barnasending er nú at síggja á skíggjanum annaðhvørt kvøld í allan í desember. Í ár hevur tað verið vætturin Glóa, ið hevur verið á skíggjanum. Vætturin hevur ikki verið einsamøll, tí pláss er eisini fyri einari familju á skíggj- anum. Vár greiðir okkum frá, at tað endaði við at gerast Glóa, tá tey settu nøkur hugskot saman. Tað er tó heldur bara sum at siga tað. Hetta við at gera barnatilfar krevur rættiliga nógv arbeiði. Vár hevur sjálv arbeitt við hesum síðani oktober mánað. Tað vóru einar tríggjar vikur til at skriva tilfarið og leggja alt til rættis. Síðani hava tey nýtt góðar tríggjar vikur til upptøkur, sum oftani eru gjørdar úti, og her veldst alt um, hvussu tær hægru maktirnar gera við veður og vind. Umframt Vár, so hevur hon eisini havt ein myndamann og ljóðmann knýttan afturat sær. - Vit valdu at gera okkurt eitt sindur øðrvísi í ár. Vit royndu okkum fyri fyrstu ferð við beinleiðis telefon- práti við børnini, og eftir talinum av børnum, sum ringja inn, so hevur hetta riggað óføra væl, sigur Vár Jacobsen. Hon leggur afturat, at tey í ár hava havt eitt luksus- problem, tí tey hava havt ovmikið av tilfarið, soleiðis at sendingar oftani kunnu halda á í næstan fjøruti minuttir, og hetta er nýtt føroyskt barnatilfar, sum Vár tekur til. Undirhald Tað slepst ikki undan at kalla tað, sum vit rópa fyri barnatilar, fyri undirhald. Hinvegin verður tað oftani sett rættiliga strong krøv til hetta slagið av undirhaldi, tí børnini skulu stimbrast og mennast. Vár sigur, at hon fór í holt við hetta, tí hon helt hetta ljóðaði spennandi. Sjálv átti/eigur hon smærri børn um hetta mundið, so hon metti seg vera rímiliga væl fyri at taka ímóti hesari avbjóðingini. Umframt, at hon hevur leiklistarliga út- búgving. Tá hon byrjaði í 1998, vóru tað ikki nógvar barna- sendingar í SVF, enn minni á føroyskan. Sjónvarp Før- oya hevur seinastu árini gjørt munandi meira við at barnasendingar. Eitt nú hava flestu teknirøðirnar fingið føroyskar røddir. - Vit gera barnatilfar, ikki ungdómstilfar. Tað er tó eitt sindur ymiskt, hvør okkara málbólkur er. Tá vit gjørdu Likkulikkuleia, var hetta einamest fyri børn í aldr- inum 3-7 ár. Við sending- unum um Glóu síggja vit, at tað eru børn, sum eru millum 3 og 14 ár, ið ringja inn, sigur Vár. Hon heldur, at veturin og serliga jólamánaðurin er ógvuliga væl hóskandi til at barnatilfar. Sjálv hevur hon eisini ein dreym um at gera nógv meira barnatilfar. - Vit áttu at havt okkurt hvønn dag fyri børn. Hetta eigur at vera so fjøllbroytt tilfar sum gjørligt, sigur Vár. Stóð til hana, so hevði tað verið ein sending hvønn dag í desember komandi árini. Hon kundi ógvuliga fegin hugsað sær, at arbeiðsorkan var eitt sindur størri. Í gomlu Hoyvíkini Sjónvarp Føroya sendir sjálvsagt eisini fitt av barnatilfarið um jólini. Sjálva jólaaftan hava tey í sjónvarpinum sett góðar tríggjar tímar av til barnatilfar. Síðsti parturin um Glóu verður sendur, og tað verður eisini pláss fyri, at børn kunnu dansa um jólatræiið. Munurin er bert tann í ár, í mun til árini frammanundan, at í ár verður tað dansað úti. Jóla- sendingin í ár er nevniliga tikin upp í gomlu Hoyvík- ini, sum samstundis eisini skal verið karmur um jóla- aftan í Sjónvarpi Føroya. Jóladag er eisini barna- tilfar sett á skránna, eins og hinar jóladagarnar. Um- framt okkurt meira kent, so byrjar eisini ein nýggj raðsending tollaksmessu- dag. Røðin eitur Markleysa ríkið, og er hetta uppruna eitt italiensk røð, sum snýr seg um lív Jesusar. -Vit áttu at havt okkurt hvønn dag fyri børn. Hetta eigur at vera so fjøllbroytt tilfar sum gjørligt, sigur Vár, sum fæst við at gera barnatilfar fyri Sjónvarp Føroya. Mynd: Jens Kristian Vang Jólini eru til barnasjónvarp FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar hava vit hoyrt, at prísirnir á ráfiski eru munandi lækkaðir. Hetta hevur sína náttúrligu orsøk, skilst á teimum, sum starvast í vinnuni. Prís- lækkingin hevur einki við marknaðarprísin uttanlands at gera, men stendst av, at útboðið av fiski á føroyska marknaðinum hevur verið so stórt seinastu dagarnar. Fiskurin kann ikki liggja At stórt útboð trýstir prísin, er tað vit uppliva, tá ið marknaðarkreftirnar ráða. Og hetta er ikki nakað serstakt fyri vikuna undan jólum. Veðrið hevur verið gott seinastu tíðina, og nógvur fiskur hevur verið at fingið. Haraftrat kemur, at jólini fella soleiðis, at alt má arbeiðast undan í hesi vikuni, tí fiskurin kann ikki liggja til eftir jólahøgtíðina. Millum jól og nýggjárs eru bara tveir arbeiðsdagar, og teir fella so seint ívikuni, at eingin virkisleiðari vil »goyma« fiskin, sum kem- ur uppá land hesa vikuna, til teir báðar dagarnar; tá verður hann alt ov gamal. Onkur vinnur – onkur tapir Sjálvandi er tað spell, at teir fiskimenn, sum væntaðu at gera ein góðan túr undan jólum, ikki fáa tann prís, teir kanska høvdu roknað við. Men soleiðis er tað nú einaferð, tá ið marknaðar- kreftirnar ráða. Ert tú hepp- in, gongst væl. Ert tú minni heppin, gongst ikki so væl. Soleiðis er tað bara. Hinvegin eiga virkis- leiðslurnar og tey, sum starvast á virkjunum kring landi, rós fyri, at tey vilja taka eitt stórt tak fyri at fáa allan fiskin, sum skipini koma við, til høldar. Gekst heilt illa, kundi hent, at skip og manning noyddust av landinum við fiskinum. Men væntast kann, at tað trýst, sum hevur verið á okkara marknað seinastu dagarnar partvís eisini er á útlendska marknaðinum, tí flest øll, sum kunnu vera, vilja verða heima á jólum – eisini teir, sum fiska. Nógvi fiskurin trýstir prísin – Fólk hava fortjent at hava frí leygardagin fyri jól, tá tey annars hava arbeitt so nógv í árinum, heldur Jason Johannesen. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á Fiskavirking í Saltangará er eftir øllum at døma ikki so ógvuliga nógv arbeiðst- rýst nú hesar seinastu dag- arnar undan jólum. Og tó; tey, sum arbeiða á virk- inum, hava havt nóg mikið at gera alla hesa vikuna. – Eg vil siga, at hetta er ein passalig vika nú upp- undir endan av árinum, sig- ur Jason Johannesen, stjóri á virkinum. Fýra trolarar Mánadagin landaðu Stjørn- an og Polarhav; teir høvdu umleið 240.000 pund til- samans, harav eini 200.000 pund var upsi, sum virkið í Saltangará keypti. Miku- dagin landaðu Jaspis og Ametyst. Hetta var ein minni túrur. Teir høvdu eini 80.000 pund, harav eini 50.000 pund var upsi. Í vikuni hevur virkið í Saltangará keypt 40.000 pund av upsa frá P/F Beta, og Jason Johannesen vænt- aði mikudagin, at teir fara at keypa eini 70.000 pund aftrat frá einum av vest- mannabátunum. Gott at fáa frí - Vit hava havt passaligt at gera hesa vikuna. Vit hava arbeitt eitt sindur longri hvønn dagin fyri at fáa fiskin undan, soleiðis at fólkinum ikki nýtist at koma til arbeiðis leygar- dagin. Hann heldur, at tey, sum hava arbeitt næstan hvønn dag í árinum, hava uppi- borið at fáa jólafrí, tá ið arbeiðsdagurin er lokin fríggjadagin.- Og soleiðis verður tað her hjá okkum, leggur Jason Johannesen aftrat. Á Fiskavirking í Saltangará fara tey ikki til arbeiðis leygardagin. Ikki so nógv trýst – Eg veit ikki, um konufólkið orkar at halda jól, nú hendan arbeiðsvikan hevur verið so strævin. Albert Ellefsen sigur, at alt arbeiðsfólkið á Fiskavirking í Mið- vági hevur lagt rygg til at fáa sum mest burtur úr tí nógva fiskinum, sum verið hevur á marknað- inum seinastu dagar- nar, nú veðrið hevur verið so gott. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Miðvágur: Fiskavirking í Miðvági hevur keypt fiskin hjá trimum skipum hesa vikuna. Haraftrat hevur virkið keypt nógvan fisk á »gólvinum«. So, her hevur leikað hart á nú uppundir endan av vikuni, sigur Albert Ellef- sen, stjóri. Línuskipið, Eysturoying- ur, var í Miðvági mána- dagin við 45.000 pundum, og týsdagin var línuskipið, Sigmundur, við 67.000 pundum. Veiðan hjá línubátunum var helvt um helvt, toskur og hýsa. Trolarin, Vesturtúgvan, var á Miðvági mikudagin. Teir høvdu 72.000 pund, meginparturin upsi. Í síðstu viku landaði Sigmundur eisini í Mið- vági; tá høvdu teir 114.000 pund. Og bæði Eystur- oyingur og Jógvan Norði, sum legði nøkur tonsini upp, meðan teir tóku ís, vóru eisini á Miðvági í síðstu viku. Hesi landingar- tølini hava vit ikki fingið. Leikar hart á Albert Ellefsen, stjóri, sig- ur, at tað hevur leikað hart á hesa vikuna, sum hann tek- ur til. – Vit hava keypt nógvan fisk, og alt skal fáast frá- hondini, áðrenn fríggjadag- urin er umliðin. Hann vísir á, at veðrið hevur verið gott, og nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum seinastu dagarnar. – Fólk hava virkuliga lagt rygg til at fáa fiskin undan,og skemtandi tekur hann til, um konufólkini nú orka at halda jól. Jú, tey hava verið ófør, slær hann fast. Hann sigur, at seinastu dagarnar hava tey arbeitt til kl. 19, og mánamorgunin byrjaðu tey kl. 06.- So, hetta hevur verið ein long og strævin arbeiðsvika, sigur Albert Ellefsen. – Hetta hevur verið ein long og strævin arbeiðsvika, sigur stjórin á Fiskavirking í Miðvági Her leikar hart á C M Y K 9 8 Álítandi og hentur at hava EINANS 175,- EINANS 175,-