Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2010 Íslendingar ferðast innanlands Nógv teir flestu íslendingarnir valdu at ferðast innanlands í fjør heldur enn at fara av landinum. Hagtøl hjá Ferðamálastovuni vísa, at níggju av hvørjum tíggju ferðaðust innanlands í 2009, og tað er meiri, enn hagtølini hava víst fyrr, skrivar Vísir. Tølini hjá Ferðamálastovuni vísa eisini, at tríggir av hvørjum fýra íslendingum gjørdu tríggjar ella fleiri ferðir innanlands í fjør, og í meðal gistu íslendingar 14 nætur í ferða­ lagi innanlands í 2009. Hóast tey flestu valdu at ferðast innanlands, ferðaðust 20 prosent bæði innan­ og uttanlands, og fýra prosent vóru bara uttanlands. Heitari sjógvur í Grønlandi Tað er ikki bara lýggjari luft, men í stóran mun eisini heitari sjógvur, sum fær ísin í Grønlandi at bráðna. Tað vísa nýggjar kanningar hjá amerikanska stovninum Woods Hole Oceano­ graphic Institution. Fyri tveimum árum síðani kannaði stovn­ urin hitan í sjónum í Sermilik­fjørðinum. Tað vísti seg, at sjógvurin, sum kom inn á fjørðin, var millum trý og fýra stig, og tað er nóg mikið til at máa støðið undan tí ytsta ísinum, sigur kanningarstovnurin í frágreiðingini. Herafturat kemur, at sjógvurin fløðir tríggjar millimetrar um árið ella næstan tvær ferðir so nógv sum fyri 50 árum síðani, skrivar AFP. Um middagsleitið í dag varð tíðinda­ fundur hildin við Gjógv, har landsstýrið í gjár og í morgun hevur fundast um mál og mið fyri fíggjarlógina fyri 2011, umframt at landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri at skriva ein avrikslista við málum, ið snúgva seg um viðurskifti innan flestu málsøki Seminar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum legði fyri á tíðindafundinum í dag. Hann segði, at eitt av málunum við fundarvirk­ seminum við Gjógv hevur verið at skapa eitt amboð, sum gevur størri gjøgnum­ skygni í tí, sum samgongan ætlar at gera – og noyðist at gera, og í hesum liggur eis­ ini, at lagt verður upp til betri samskifti og størri kunning um politiska arbeiði, sum liggur fyri framman. Kaj Leo Johannesen segði á tíðindafundinum, at landsstýrisflokkarnir hava viðgjørt karmarnar fyri fíggjarlógina fyri 2011, og her hevur verið tosað um eitt nú pensjónsreform, bygnaðarbroytingar innan skúlaverkið, eins og arbeiðsloysi millum ung. Løgmaður segði, at fíggjarligu umstøðurnar skulu ikki halda ungdómi aftur, sum ætlar at útbúgva seg, og hann vísti eisini á, at arbeitt verður framhald­ andi við granskingarpoli­ tikkinum, har setast skal út í kortið, hvussu teir grunnar, ið eru, skulu brúkast til strategiska gransking innan nøkur høvuðsøki. Kaj Leo segði, at lands­ stýriskvinnan í innlendismál­ um fer at leggja stóra orku í kommunureformin, og sum tíðin gongur, fara vit at síggja, hvussu okkara kommunala landsskap fer at verða tey nógvu næstu árini. Løgmaður vísti eisini á s erfrøðingafrágreiðingina, sum kemur um nærri tilknýti til ES og segði, at her skulu flokkarnir semjast um ein samráðingarleist, sum gevur Føroyum betri atgongd til ES. Hann nevndi eisini vakstrarætlanina og íløgu­ ætlanina, sum sett er út í kortið og helt fyri, at tað, sum ræður um, er at fáa flest møguligar lønartímar burtur úr henni. Løgmaður nam eisini við burðardyggleika í okkara fiskivinnu og segði, at vit halda okkum hava burðardygga fiskiveiði. Nú verður tað okkara uppgáva at flyta okkum úr tí lokala og til altjóða burðardygd. Hann helt, at kanska er árið í ár júst lykilin til at prógva fyri umheiminum, at vit hava eina burðardygga fiskiveiði. Eftir at løgmaður hevði sagt nøkur orðu um mál og mið og um avrikslista hjá landsstýrisflokkunum, gjørdu eisini Jóannes Eides­ gaard, fíggjarmálaráðharri og Jørgen Niclasen, uttan­ ríkisráðharri, viðmerkingar til ymiskt av tí, sum lands­ stýrisflokkarnir høvdu um­ røtt á fundinum við Gjógv. Sosialurin fer at venda aftur til ymiskt av tí, ið sagt var, í blaðnum í morgin. Landsstýrið hevur stillað kumpassina við Gjógv