Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2010 Mikukvøldið klokkan 19 heldur norski lækn in Magnar Kleiven fyrilestur í Miðla húsi num um skifti arbeiði, sum kann hava við sær nógv ar ymiskar sjúk­ ur. Fólk skulu arbeiða so fáar nætur á rað, sum gjørligt. Hetta eru fremstu ráðini Heilsa Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fyri at vera vakin um dag­ in, mugu vit sova um nátt­ ina. Um dagin arbeiða vit og gera ymist annað. Náttin skal brúkast til at hvíla okk um og droyma. Tað er ikki óvanligt at hoyra gremsa seg um náttar vaktir, tí tað er so tor­ ført at koma aftur á beint við svøvni. Skiftivaktir fara illa við fólki, og tað fer norski lækn in Magnar Kleiven at tosa um í fyrilestri sínum í Miðla húsinum. Fyrilesturin verð ur mikukvøldið klokk­ an 19. Felagið Føroyskir Sjúkra­ røk tarfrøðingar hevur fing­ ið læknan at koma til Før­ oya at lýsa hetta evnið. Tað ber ikki til at loysa øll fólk frá at arbeiða um nátt ina, men tað ræður um at gera korini so lagalig sum gjørlig og forða lang­ tíðar avleiðingum, sigur Magn ar Kleiven. Nógv er granskað í spurn ing um um, hvat skifti­ vakt ir gera við fólk. Gransk ingin hevur kveistr­ að allan iva burtur um, at tað fer illa við heilsuni at vaka fleiri nætur á rað. Tað hendir nakað við hor moni­ num melatonin í epifysuni. Ávirkar alt lívið Avleiðingarnar av langtíðar skiftiarbeiði eru nógvar. Tað ávirkar familjulívið, og hjá nógvum endar tað við hjúnarskilnaði. Skiftis­ ar beiðarar hava ikki líka góð a r stundir sum onnur til ítriv og at luttaka í tiltøkum. Kanningar vísa, at tey fólk­ ini sjáldnari enn onnur eru heima vegna sjúku, tí gátt teirra til tað er hægri. Skiftisarbeiðarar hava ofta magasár, og tað kemur ikki bara av at drekka nógv kaffi og roykja nógv um nátt ina. Hesi fólkini sova ofta illa, eru meira ótafull og ill í sær, men tey eru ikki sálar sjúkari enn onnur, sig­ ur Magnar Kleiven. Kvinnur, sum arbeiða skifti vakt, missa oftari enn aðr ar kvinnur fostrið ella eiga ov tíðliga. Nógvar sjúkur Skiftisarbeiðarar fáa oftari enn onnur hjarta­ og æðra­ sjúkur. Eisini fáa teir oftari enn onnur krabbamein, so sum brostkrabba hjá kvinn­ um, prostatakrabba hjá mon n um, og galdandi fyri bæði kynini er ‘øktur títt­ leiki av krabbameini í tarm­ unum og maganum. Men tað ber nakað til at forða øllum hesum sjúkum hjá skiftisarbeiðarum. Fyrsta boð er at arbeiða so fáar nætur á rað, sum gjør l igt. Arbeiða fólk meira enn fýra nætur á rað, mugu tey hava eina heila viku til at koma aftur á beint við svøv ni. Tvær náttarvaktir á rað krevja ein dag frí. Vaktar skipaninir eiga at verða lagdar soleiðis, at tað helst ikki eru fleiri náttar­ vaktir á rað. Í fyrilestri sínum kemur Magnar Kleiven eisini inn á nógv annað, sum kann gera lívið hjá skiftisarbeiðarum betri. Arbeiðsgleðin ­ Ein góð kanning vísti fyri nøkrum árum síðan, at ar beiðsgleði hevur størri týdn ing fyri at fyribyrgja hjarta­ og æðrasjúkum enn bæði kostur, royking og tað at røra seg, sigur Magnar Klei ven, sum hevur sum mot to, at tað skal vera dei­ ligt at arbeiða. Skiftivaktir eru av tí ónda Bussførarin skuldsettur Løgreglan í Týsklandi heldur, at ov nógv ferð var orsøkin til ta donsku bussvanlukkuna nærhendis Berlin um vikuskiftið. Sum skilst helt bussurin seg niðan fyri hámarksferðina á staðnum, men týska løgreglan sigur, at hann koyrdi ov skjótt eftir umstøðunum, tí tað var hált. Tí hevur týska ákæruvaldið skuldsett bussføraran fyri óviljað manndráp. Ein talskvinna fyri ákæruvaldið sigur kortini, at tað er ikki vist, at bussførarin verður ákærdur. Tann 49 ára gamli bussførarin fekk so mikið stóran skaða í vanlukkuni, at hann er enn á sjúkrahúsi í Týsklandi. Vónar semju um rækjur Grønlendsk rækjuskip hava eins og tey føroysku fingið forboð fyri at koma í kanadiska havn orsakað av ósemjuni landanna millum um rækjukvoturnar. Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Ane Hansen (myndin), heldur lítið um avgerðina hjá kanadiska starvsbróðurinum um havnastongsul, og hon hevur skrivað grønlendska ráðharranum bræv og skotið upp, at tær báðar hittast at tosa um málið. Ane Hansen sigur við KNR, at hon vónar, at ósemjan kann loysast á næsta fundinum í NAFO. Saman við Marine Institute í Nýfundlandi skal trolvirkið Vónin arbeiða við einari sera umfatandi verkætlan, sum skal minka um ávirkanina, sum botntrol hava á botnin. Samlaði kostnaðurin á verkætlanini er mettur at verða 22 milliónir krónur ViNNa Eirikur Lindensov eirikur@sosialurin.fo Hendan verkætlanin hevur vakt stóran ans í Kanada, og hevur Atlantic Inno va­ tion Fund (AIF), sum er ein grunn ur hjá tí kanadiska stati num, valt at stuðlað hes ari verkætlan við nærum 10 milliónum krónum. Stuð ul in frá AIF var al man­ n a kunngjørdur av kanadiska verju mál ráð­ harra num, Peter Mackay, á ein um tíðindafundi á Ma rine Institute 31. januar. Um boð fyri Vónina vóru eisini til staðar á tíð inda­ fundinum. Málið við verkætlanini er at menna botntrol, sum skulu hava minni ávirkan á botn in, men framvegis fiska væl. Úrsltið verður nýggj útgerð, sum verður meira umhvørvisvinarlig. Tey komandi árini verður tað væntandi eitt krav frá nógvum av heimsins lond­ um at umhvørvisvinarlig botn trol verða nýtt. Við at vera við í hesari verkætlan væntar Vónin at kunna men na botntrol, sum koma at liva upp til hesi krøv. ­ Í staðin fyri bara at standa á síðulinjuni og bíða til hesi krøv koma yvir okk­ um, so hava vit valt at tikið av møguleikanum at vera við í hesari stóru verkætlan, tí vit hava ábyrgd sum trol­ virki at finna nýggjar og betri loysnir, sigur Hjalmar Petersen stjóri á Vónini. Bólkurin, sum kemur at taka sær av verkætlanini, er sett ur saman av verk frøð­ ing um, havfrøðingum, fiski skiparum og umboðum frá Vónini, sum koma við sín ari vitan um trolreiðskap. Ætlanin er at verk ætlan­ in fer í gongd í apríl 2010, og at hon skal verða liðug í mars í 2015. Tá verkætlanin er liðug, hevur Vónin eina rætt at brúka úrslitini vinnu liga. Vónin er saman við norska RFG partur av VON sam takinum, og saman hava feløgini 17 deildir í Før oy um, Grønlandi, Ka n­ a da og Norra. Tað starv ast dagliga umleið 200 fólk hjá VON samtakinum. Vónin við í stórari verk ætlan í Kanada