Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2010 - Tað ringasta er at bíða og bíða í óvissu. Høvdu vit so av øllum illum fingið at vita, at undirsjóvartunnilin kom í 2020 ella í 2025, so var tað betri. Men í dag vita vit púrt einki, og tað er djúpt frustrerandi, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi Tunnilssamband Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: - Ja, høvdu vit bara fingið eitt árstal at halda okkum til. Tað hevði lætt so ómetaliga nógv um, sigur borgarstjórin. Bæði fólk og politikkarar á Sandoynni vístu sín stóra áhuga í at fáa ætlanina um Sandoyartunnilin framda. Tey høvdu bæði sæð og frætt um tað gagn og ta menn ing, sum hevði verið í Vág um og Norðoyggjum eftir at hesi fingu fast sam- band við meginøkið. Nú ynsk tu sandoyingar at fáa lut í hesum sama. Men illa gekst at fáa æt lan ina framda og sam- tykta, og í dag veit eingin um, ella nær henda stóra og kostnaðarmikla verk ætlan- in verður sett í verk. - Beint nú er holdningurin her suðuri tann, at tunnilin er útskotin í óasetta tíð. Og tað er klárt, at hetta er til miklan ampa fyri okkum sum búgva her suðuri, slær Brandur Sandoy fast. Á kommunuskrivstovuni á Sandi hava tey eisini merkt til hesa gongdina. Fyri nøkrum árum síðani vóru fleiri sum kannaðu møgu leikan at fáa grundøki at byggja á. Í dag kemur tað næstan ikki fyri! Óheppin gongd Tað er neyvan nakar sand- oy ing ur, sum ikki ynskir sær ein undirsjóvartunnil, ella dugir at síggja, hvussu neyðugur ein slíkur er fyri menningina av oynni. Ein skal ikki hava tosað leingi við fólkið á Sand- oynni fyrrenn ein sær og skil ir, at fyri tey er hetta eitt álvars mál - og fyri mong Meðan bíðað verður eftir Sandoyartunlinum Ágangurin á okkum sum sam felag á Sand- oyn ni, hev ur verið sera stór ur. Serliga er tað sam band okkara við megin økið, sum man hevur hug at gera seg inná, bæði tá um fíggjar lóg ar tingingar og sjúkra til búgving um ræð- ur. Hetta kemst allarhelst av, at man í tí almenna rúmi num ikki hevur nóg stórt inn lit og innliving í, hvussu okkara støða er, sum út jað ari í sam- felag num. Vit sum búg- va á Sandoynni, hava tí eina stóra uppgávu fyri framman tey komandi árini. Vit mugu vísa í verki, at vit eru før fyri at stan- da sam an, um at krevja okkara rætt sum sam- felags borgarar. Somuleiðis mugu vit gera betri vart við, at vit ikki eru nøkur útreiðsla fyri sam felagið, sum tað hev ur ljóð að síðstu ár ini, men at vit hava eitt stórt potentiali inn an fles tu greinar. (Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi) Ágangur ímóti Sand­ oynni Ein pesti­ lensur Enn verður nógv tosað, men tosið er, fyri tey sum búgva á Sandoynni, meiri vent til frustra sjón ir, av tí at man ikki sær nakað úrslit. - Fyri tey, sum ikki búg va á Sandoynni, er Sand oyggin og tað aftur- vendandi tosið um tunn il, vorðið til ein pesti lens, til grát og tanna grísl um henda væl sign aða Sand- oy ar tunnil in, sum vit jú ikki hava ráð til, og um hen da veruleikan, sum hesi ólukku fólkini á Sand oyn ni ikki duga at síggja í eyguni. - Við at búgva á Sand- oyn ni, má tú ásanna, at tú hevur ikki, og fyribils kem ur tú heldur ikki at hava somu møguleikar sum onnur nærri mið øki- n um hava, vísir Brand ur Sandoy á. (Sosialurin, 12. februar 2010) ” Henda røðin var so long, at eg mátti bíða í heilar 9 (níggju!) tímar, áðrenn eg slapp við - Vit hava roynt at víst politikkarunum á, hvussu stóran týdning Sandoyartunnilin hevur fyri okkum her í oynni. Eg veit ikki, - kanska burdu vit havt lagt enn størri arbeiðið í hetta, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Í dag veit eingin, um ella nær hesin tunnilin kemur Mynd: Jens Kristian Vang Seldu til uppboðssøluna Í gjár tók uppboðssølan í Sørvági ímóti fiski úr Sandoynni. Bátarnir sum avreiddu annaðhvørt á Sandi ella í Skopun vóru hesir: Albatross hevði 638 pund, Ørnin 830 pund, Bárðarenni (myndin) 1488 pund, Boðaberg 556 pund, Fastiklettur 648 pund, og Fiskaklettur 216 pund. Fiskurin verður síðani koyrdur til Sørvágs, skrivar Sandoyarportalurin. 250 kvinnur á ting Seinasta fríggjadag og leygardag var kvinnuting hildið í leguhúsinum í Nesvík. Um 250 kvinnur luttóku, og vóru tær í aldrinum frá 19 til 84 ár. Á skránni var m.a. fyrilestrar og hugnaløtur. Hetta er aðru ferð at eitt slíkt Kvinnuting verður hildið í Nesvík. Eitt líknandi varð hildið í fjør, og eydnaðist tað so mikið væl, at tað varð endurtikið í ár.