Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2010 Málið um Sandoyar­ tunnilin hevur ver ið frammi við millum­ bilum á politiska leik vølli num, eftir at tosið av álvara kykn­ aði upp fyri eini 10 ár um síðani. Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandoy: Onkutíð var kom­ ið so nær, at fólk so smátt byrjaðu at síggja fram til dag in, tá fyrsta skotið skul­ di loysast av. Mong munnu minnast løtu na á havnarlagnum í Skop un, tá tingmenninir úr oyn ni fingu hetjumóttøku eftir at tingið hevði samtykt at fara undir ætlanina. Men hvussu var stemn­ ing ur in á Sandoynni um hetta mundið? ­ Jú, tað merktist so sanni liga á fólki, at her fór okkurt gott at spyrjast burt­ u r úr. Tíðirnar vóru góðar og fólk vóru sera positiv. ­ Tað gekk væl í sam­ felag num, og fólk gleddu seg til at kunna koyra til Havn ar á fyrsta sinni, sigur Brand ur Sandoy. Ein fylgja av hesi positivu gongdini var, at fólk komu við fyrispurningum um grun d øki at byggja sethús á. Kommunurnar vóru við í hesum sama, og fleiristaðni fóru útstykkingar í gongd. Fleiri hús vórðu bygd norðar laga í Skopun, í Húsa vík vórðu fleiri út stykk ing ar gjørdar og hús bygd, og tað sama gjørdi seg galdandi heima á Sandi. Men so steðgaði alt mest sum upp! Vónbrot Líka so stórt sum bjart­ skyg nið var, líka so stórt gjørd ist vónbrotið, tá av gerð in um tunnilin varð tikin og ætlanin skotin út í fram tíðina enn einaferð. ­ Tað er klárt, at hetta kom eisini at merkja tað van liga fólkið. Nú gjørdust fólk ikki so positiv longur, og hetta órógvar fólkið rætti liga nógv. Ein beinleiðis fylgja av út set ing ini er, at lítið kemur í oynna av ungum fólki. Hetta skilir man fyri sovítt ei si ni, tí tað unga fólkið vil vera nærri miðøkinum. Tað er snøgt sagt ov stór fjar støða millum fólkið á Sand oynni og tey mongu til boð ini um bæði arbeiði, frí tíð ar ítriv og annað sum finst á meginøkinum. Hvussu stór henda fjar­ støð an er, gevur Brandu Sand oy eitt dømi um: Ein dagin herfyri var hann á fundi í Havn, og tá hann skuldi suðuraftur við Teista num var long røð av bil um á Gomlurætt. ­ Ja, henda røðin var so long, at eg mátti bíða í heil­ ar 9 (níggju!) tímar, áðrenn eg slapp við. ­ Nei, hetta er ikki bein­ leiðis nakað sum ein kann bjóða fólki í dag. Líkt er til, at sandoyingar hava sjáldsama gott tol og góð evn ir at bíða eftir báti­ num í Skopun ella á Gomlu­ rætt. Men borgarstjórin á San­ di hugsar longur enn hetta: ­ Hetta við bíðitíðini ávirk ar sjálvandi vinnulívið her í oynni og ætlanirnar hjá øðrum at seta seg niður her. ­ Tí tað er neyvan nøkur fyri tøka sum fer at koma henda vegin, tá tað er so trup ult at sleppa fram og aftur! Fólk vóru positiv helst eisini ein spurningur, um nøkur orsøk er at verða verandi á oynni. Hetta er ikki bara galdandi fyri tey sjál vi, men so sanniliga eisi ni fyri eftirkomarar teirra. Tá ein tosar við fólk á oyn ni, er meiri at kalla líkt til, at tey harmast um at hen da stóra ætlanin ­ og ikki minst oyggin sjálv ­ er á mangar mátar sett á “stand by”. Spurningurin er, um oyggin hevur nakra fram tíð, ella fólk tíma at bíða eftir tunlinum. Hetta sama prógva eisini hag tølini fyri talið av sand­ oy ingum. Hagstovan hevur við millumbilum kunngjørt, hvussu broytingarnar í fólka talinum eru, og ein skal ikki leita leingi eftir tøl unum fyri Sandoynna, fyrr enn ein sær ta óhepnu gongd ina. Vit skulu liva Í 1985 búðu 1682 fólk í oyn ni, og er hetta størsta talið tey seinastu 25 árini. Síðani hevur bara gingið niður á bakka við fólka tali­ num, og liggur talið nú rætti liga støðugt um tey 1400. Við ársskiftið var tað kortini komið niður á 1338. Tað var eitt tíðarbil fyri nøkr um árum síðani, tá lík­ indi vóru fyri, at arbeiðið at gera tunnilin fór at byrja nak að skjótt. Men fólk mugu bara brynja seg við toli í dag, og tí er tað helst so, sum Brandur Sandoy tek ur til: ­ Vit skulu kortini liva, inn til tann dagurin rennur upp, tá koyrandi verður inn á meginøkið! Hóast líkt er til, at tað enn fara at ganga nøkur ár til Sandoyartunnilin gerst veru leiki, so fegnast sand­ oy ingar um tey tiltøk, sum verða sett í verk í oynni í næst um. Eitt av hesum er sam tykt­ in um at byggjast skal ein ítróttarhøll, sum landið skal gera. Fólk fegnast sjálvandi um hetta, men tað eru kort­ ini tey sum meta hetta sum eitt slag av “endurgjaldi” fyri tunnilin sum ikki kem­ ur enn á sinni. ­ Vit eru sjálvandi glað fyri at fáa høllina, eingin ivi um tað. Men okkara hægs ta ynski er kortini at fáa ein undirsjóvartunnil! ” Vit skulu kortini liva, inntil tann dagurin rennur upp, tá koyrandi verður inn á meginøkið Fyri nøkrum árum síðani vóru fleiri, sum ynsktu at búseta seg heima á Sandi. Men tá óvissan um tunnilin gjørdist ov stór, minkaði hesi áhugin niður í nærum einki Mynd: Jens Kristian Vang Tiltøk virka ov seint Stjórnin í Saudiarabia heldur lítið um ætlanina hjá USA, Fraklandi og øðrum londum at seta tiltøåk í verk ímóti Iran fyri at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuverkætlanum. Tað fekk amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, at vita, tá hon í gjár var í Saudiarabia. Aftan á fundin teirra millum segði saudiarabiski uttanríkisráðharrin, at tiltøk muna ov lítið og harafturat virka tey alt ov seint. Saud Faisal prinsur segði, at tað er neyðugt við øðrum loysnum, sum kunnu fáa Iran at sleppa sínum kjarnorkuverkætlanum sum skjótast. Filmur um fiskiskap í Atlantis Í annaðkvøld klokkan 19 verður ein 40 ára gamal filmur vístur um fiskiskap í Atlantis í Klaksvík. Tað er Jákup Anthoniussen, sum hevur upptikið filmin frá 1969­1972. Filmurin vísur fleiri kend gomul skip, ið fiska undir Grønnlandi, Íslandi, Newfundlandi, Barantshavinum og Føroyum. Við hesum filmi er møguleiki at síggja nógv kend andlit aftur, ið ikki longur eru í millum okkum. Tað munna vera mong, ið hava havt ein pápa ella abba, ið hava verið til fiskiskap í hesum tíðarskeiðinum, og í annaðkvøld verður so møguleiki at síggja tey aftur. Filmurin er umleið hálvanannan tíma, og er tað møguligt at bíleggja sær atgongumerki inni á www. atlantis.fo