týsdagur 16. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2010
Hvørki Fíggjarmála
ráðið ella Starvsmanna
felagið hava gjørt
nakra nýggja roynd
at loysa stríðið hjá
portørunum, sum eru
í verkfalli. Báðir partar
bíða eftir hvør øðrum.
Tað er ein spurningur,
hvør boygnar fyrst,
sum Snorri Fjalsbak,
stjóri á lønardeildini
tekur til
Landssjúkrahúsið
Ellivu dagar eru nú farnir,
síðan flestu portørarnir í
landinum fóru í verkfall, og
enn er eingin glotti fat
hóma fyri eini semju.
Snorri Fjalsbak, stjóri á
lønardeildini í Fíggjarmála
ráðnum sigur, at hann hevur
um at seta seg í samband
við Starvsmannafelagið.
Vit hava opið kríggj, og
tað er ein spurningur um,
hvør boyggir seg fyrst.
Hann sigur, at hann hevur
tosað við leiðslan á Lands
sjúkrahúsinum,
men
av
sjúkrahúsinum er enn eing
in áheitan komin til hansara
um at taka stig til at loysa
ósemjuna.
Hann veit væl, at skitin
klæðir og burturkast hópar
seg upp á deildunum á
Landssjúkrahúsinum, men
tað má so vera, sigur Snorri
Fjalsbak.
Í J. C. Schrøtersgøtu 9 í
Havn situr Selma Ellings
gaard, forkvinna í Starvs
mannafelagnum og bíðar.
Vit bara bíða, og sum eg
havi sagt áður, leypa vit
avstað, um vit verða boðin
til fundar.
Hon sigur, at tey í Starvs
mannafelagnum eru hørm
um, at tað skuldi enda við
verkfalli, men tey kundu
ikki á nakran hátt semjast.
Verkfall er okkara vápn,
sum vit bara brúka, tá ið tað
er hægst neyðugt, og tað
var tað hesa ferð, sigur
Selma Ellingsgaard.
Hon er greið yvir, at støð
an á Landssjúkrahúsinum
er alt annað enn góð, og ti
vónar hon, at onkur vaknar
og vil geva portørunum
meira í løn.
Selma Ellingsgaard finst
ikki at landsstýrinum fyri at
hava verið við Gjógv í tveir
dagar, meðan portørarnir
hava verið í verkfalli.
Eg taki tað sum eina sjálv
fylgju, at landsstýrið eisini
á fundinum hevur tosað um
hesi
viðurskiftini,
sigur
Selma Ellingsgaard.
Hon rósar annars Benta
Wallenberg, virkandi stjóri
á Landssjúkrahúsinum fyri
dugnaskap og fyri at vera
góð at samstarva við.
Treisknari parturin vinnur
Skitin klæðir og burturkast
hópa seg upp, og tað verður
meira og meira, sum dagarnir
ganga
Mynd: Jens Kristian Vang
Vilja hava meginfelag
Grønlendska fiski og veiðimannafelagið KNAPK skýtur
nú upp at stovna eitt meginfelag, sum skal umfata øll
feløgini í fiskivinnuni, og sum skal standa fyri
samskiftinum millum vinnuna og myndugleikarnar.
Formaðurin í KNAPK, Leif Fontain, ásannar, at tey ymsu
feløgini í fiskivinnuni kunnu hava ymisk áhugamál, men
hann heldur kortini, at tað eigur at bera til at samansjóða
sjónarmiðini í einum meginfelagi. Í grønlendska
arbeiðsgevarafelagnum halda tey hugskotið um eitt
meginfelag fyri fiskivinnuna vera áhugavert, skrivar KNR.
Tíma ikki til Danmarkar
Danmark er eftir øllum at døma ikki so væl umtókt sum ferða
mannaland longur. Tøl, sum JyllandsPosturin hevur hugt eftir,
vísa, at í 2009 vóru tær útlendsku gistingarnar tvær milliónir
færri enn í 2008. Gongdin tað seinasta tíggju ára skeiðið vísir, at
í fjør vóru 4,6 milliónir færri útlendskar gistingar enn í 1999. Frá
200 til 2008 var minkingin 11 prosent, og tað er bara Kýpros,
sum hevur havt størri minking í útlendskum gistingum, skrivar
JyllandsPosturin. Samstundis vísa tølini, at teir útlendsku
gestirnir eru ikki so vanligir í eitt nú Norðurjyllandi longur, men
at halda seg nærri teimum størru býunum.
Varðhaldsfongslingin
av tveimum litavum,
sum tiknir vórðu 13.
november, eftir at
teir vóru komnir til
Føroya við sterkum
rúsevnum í bilinum,
er longd eina ferð
enn við fýra vikum
rúsevni
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað er drúgt, tá ið politiið
kannar tey stóru rúsevnis
málini.
Tveir menn, sum vórðu
tiknir 13. november og varð
haldsfongslaðir dagin eftir,
sita framvegis í varðhaldin
um. Mánadagin varð varð
haldsfongslingin longd við
fýra vikum aftrat.
Men nú vænti eg ikki,
tað verður so leingi aftrat,
sigur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini
hjá politinum.
Menninir eru litavar og
ávikavist 24 og 22 ára gamlir.
Teir komu til Føroya við
Norrøn u, og av tí at toll
ararnir høvdu illgruna um
rúsevni, varð bilurin kann
aður væl og virðiliga.
Kanningin var so drúgv,
sluppu menninir ikki víð
ari við ferjuni til Íslands,
hagar teir ætlaðu sær.
Í fyrsta umfari funnu
tollararnir einki í bilinum,
men nakað seinni varð
hald lagt á bilin, sum varð
pilkaður sundur, og tá
vórðu rúsevnini funnin.
Líka síðan 14. november
hava teir báðir menninir sit
ið avbyrgdir í hvør sínum
kliva. Mánadagin avgjørdi
rætturin, at teir skulu sita
avbygdir í tvær vikur aftrat.
Hinar báðar vikurnar kunnu
teir vera saman við øðrum í
varðhaldinum.
Menninir nokta seg sek
ar og siga, at teir koyrdu
ikki rúsevnini í bilin, sum
teir eru skuldsettir fyri at
hava gjørt.
Av tí at menninir nokta
seg sekar, og kravið helst
verður fongsul í meira enn
fýra ár, kann tað henda, at
menninir koma fyri nevn
ingating.
Litavarnir
sita framvegis
Fólkini, sum
higartil hava vitjað
myndaframsýningina
í Skálanum í Klaksvík,
hava hjálpt væl til við
at seta nøvn á
Framsýning
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað eru serliga fólk oman
fyri 60 ár, ið fáa nógv burtur
úr at vitja myndaframsýn
ingina, sum í hesum døgum
er í Skálanum í Klaksvík.
Hetta er myndir, sum
tiknar vórðu í Thule Bók
handli og hava ligið í húsin
um síðan. Nú eigur Betesda
húsið.
Allar myndirnar eru gjørd
ar av glasplátum, og felags
fyri tær er, at tær eru væl
varðveittar, ikki ein skøva í
nakrari mynd.
Myndirnar ganga fram til
1956, tá glaspláturnar vórðu
avloystar av filmi. Av tí at
mydnirnar eru so gamlar, eru
tað serliga tey tilkomnu, sum
kenna fólk aftur. Tey yngru
kunnu tó síggja líkheitir, og
eisini ber til at hyggja eftir
klædnadraktum, hármóta og
øðrum.
Flestu myndirnar eru av
familjum og børnum, sum
hava verið hjá fotografi.
Onkrar passmyndir eru,
próvmyndir og floksmyndir.
Nakrar myndir eru eldri,
avmyndaðar til bøkur ella
annað.
Magna Thomassen og
Hanna Hansen, sum báðar
eru úr Klaksvík, hava sett
framsýningina upp.
Magna Thomassen sigur,
at flestu fólkini, sum
vitja, geva sær góðar
stundir, og tað skal
eisini minst ein tíma
til at hyggja eftir
øllum myndunum.
Fólk standa saman
og hyggja. Í fleiri
førum var einki navn
un dir myndunum,
men tey, sum hava
vitjað, hava hjálpt
væl til við at seta nøvn á.
Fólk hava eisini verið ófør
við at fara víðari, ringja og
spyrja og eru so komin aftur
við nøvnunum.
Framsýningin verður opin
fram til hósdagin, hvønn dag
frá klokkan 16 til 20.
Myndirnar vekja gomlu minni