týsdagur 16. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2010
Ætlanin er nú at
peningurin, sum
stendur á kontu hjá
festum kring landið
nú skal koyrast í eina
felags pulju, sum skal
koma øllum landbún
aðinum til góðar
Landbúnaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin er er nú at broyta
landbúnaðarskipanina so
leiðis, at tær 173 millión
irnar sum standa á kontum
hjá festum runt um í land
inum, kunnu koma øllum
landbúnaðinum til góðar.
Hetta
fegnast
Anna
Rubeksen,
forkvinna
í
Bóndafelag Føroya um.
Bóndafelagið hevur fing
ið uppskotið frá Fiskimála
ráðnum til hoyringar og fer
nú at gera sína viðmerkingar
til málið.
Men tað er greitt, at sum
heild tekur bóndafelagið
væl ímóti broytingunum.
Sum støðan er nú, hevur
hvørt festi sína kontu, har
peningur verður settur inn
á, tá ið tikið verður burtur
av jørðini til byggilendi,
vegir, grótbrot, ella hvat
tað skal vera.
Men peningurin á kontuni
kann bara brúkast til at
skapa varandi virði á tí
ávísa festinum, eitt nú til at
byggja hoyggjhús, fjós ella
annað fyri.
Og festarin skal undir
øllum umstøðum betala
helvtina sjálvur, tí hann
kann bara fáa 50% av kostn
aðinum av festikontuni.
Tilsamans standa einar
173 milliónir krónur á festi
kontum hjá festum kring
landið, men sum støðan er
nú, er skipanin so stirvin, at
allur hesin peningurin er
mest sum steindeyður.
Ein orsøk til hetta er, at
tað eru so ómetaliga fá, sum
byggja nakað á festunum.
Nú er ætlanin at broyta
skipanina so, at ein tíggj
undapartur verður tikin av
hvørjari festikontu um árið
og settur inn á eina felags
kontu.
Tað merkir at um 10 ár eru
allar festikonturnar farnar
inn í eina felags pulju.
Endamálið
við
hesi
felagskontu er, at hon skal
koma øllum landbúnaðinum
til góðar. Tað merkir, at
søkjast kann um pening av
kontuni til gransking, menn
ing, royndarvirksemi og onn
ur tiltøk, sum koma øllum
landbúnaðinum til góðar.
Tað verður heldur
ikki í ár, at farið
verður undir at gera
mest umstrídda
vegastrekkið í
landinum og tað er
vegurin ígjøgnum
Leirvík í sambandi
við Norðoyatunnilin
norðoyatunniLin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Illa
umstríddi
vegurin
ígjøgnum Leirvík í sambandi
við Norðoyatunnilin, verður
heldur ikki gjørdur í ár.
Tað hevur Annika Olsen,
landsstýriskvinna
í
inn
lendismálum,
staðfest
í
Løgtinginum.
Tórbjørn Jacobsen lands
stýrismaðurin hevur spurt
landsstýriskvinnuna,
hvussu verður vorðið við
hesum vegastrekkinum, ið
hevur verið eitt stríðsmál
nú í fleiri ár.
Annika Olsen staðfestir,
at í lógini um skúlan eru 40
milliónir
settar
av
til
tunnilin, men at tað strekkir
ikki til og tí ber heldur ikki
til at fara undir tunnilin.
Tí verður neyðugt at
løgtingið samtykkir nýggja
lóg við hækkaðari játtan og
ítøkiligari linjuføring.
Mett er, at projektið
ígjøgnum Leirvík fer at
kosta 50 milliónir, men
landsstýriskvinnan
roynir
nú at prutta prísin longur
niður.
Orsøkin til prísmetingina
er, at játtanin skal eisini
røkka til bátahyl og til at
ognartaka lendi.
Samstundis er áður gjørt
greitt, at samgongan fer
ikki at koma við eykajáttan
um í ár til útbyggingingar.
Men samgongan ætlar
sær í næstum at gera eina
langtíðarætlan
fyri
tær
íløgur, sum skulu gerast
hesi næstu árini og í hesi
ætlanini fer hon at royna at
fáa vegin ígjøgnum Leirvík
raðfestan frammaliga.
Sjálv fer hon at virka fyri
at peningur verður settur av
á fíggjarlógini fyri næsta ár
og hon vónar at politisk
undirtøka verður fyri tí.
Vilja fáa lív aftur
í 173 deyðar milliónir
Nú skal peningurin, sum
festini kring landið eiga,
koma øllum landbúnaðinum
til góðar
Savnsmynd
Umstríddur vegur ígjøgnum Leirvík
má bíða eitt ár afturat
Vegurin ígjøgnum Leirvík
er útsettur enn einaferð og
tað heldur Annika Olsen
er flóvisligt fyri politisku
skipanina
Landslæknin hevur nú
kunnað danska heilsu
stýrið um álvarsomu
CTDsjúkuna fyri at
gera tað lættari hjá før
oyingum í Danmark at
verða kannaðir og við
gjørdir.
Tað sigur Aksel V.
Johannesen, landsstýris
maður í heilsumálum.
Seinastu tíðina hevur
nógv verið gjørt burtur
úr at upplýsa føroyingar
her heima í Føroyum
um sjúkuna og tað eru
eisini túsundtals føroy
ingar, sum higartil hava
latið seg kannað.
Tað er bráðneyðugt,
at tey, sum hava sjúk
una, koma í viðgerð við
Carnetin við brestin, tí
stórur vandi er fyri at
doyggja brádliga á
rættiliga ungum árum.
Men samstundis
hevur verið fýlst á, at
alt ov lítið er gjørt fyri
at kanna føroyingar
uttanlands og upplýst er
um føroyingar, sum eru
vendir í hurðini hjá
lækna, tá ið teir hava
biðið um eina CTD
kanning, tí sjúkan er at
kalla ókend uttanlands
og læknarnir vita ikki,
hvat fólk tosa um.
Men nú hevur so
landslæknin skrivað
danska heilsustýrinum
skriv, har hann kunnar
um sjúkuna.
Endamálið er at heilsu
stýrið so skal kunna
læknar úti um landið í
Danmark, so at teir vita,
hvat málið snýr seg um
og taka tað í álvara, tá ið
føroyingar biðja um
slíkar kanningar.
Annars er meiri at
lesa á føroyskum og á
donskum um CTD á
heimasíðuni hjá heilsi
málaráðnum, sum er á
síggja á www.hmr.fo
Betri kunning
um føroyingar
og CTD í
Danmark
Taliban-leiðari tikin
New York Times skrivar í dag, at tann hernaðarligi
leiðarin hjá Taliban, Mullah Abdul Ghani Baradar, er
tikin til fanga í Pakistan. Sambært blaðnum var tað
samstarv millum amerikanararnar og fregnartænast
una í Pakistan, sum førdi til handtøkuna. Amerikan
skir talsmenn siga við New York Times, at Abdul
Ghani Baradar er tann týdningarmesti Talibanleiðar
in, sum er tikin síðani innrásina í Afghanistan í
2001. Ein talsmaður fyri Taliban avsannar hinvegin,
at Baradar er tikin. Sambært talsmanninum er
leiðarin staddur í Afghanistan.
Ímóti at hjálpa grikkum
Hóast leiðslan í ES hevur sagt, at samveldið er til reiðar at
bjarga Grikkalandi undan húsagangi, tykist samhugurin við
grikkum ikki vera líka stórur allastaðni í samveldinum. Í
London sigur bretski fíggjarmálaráðharrin, Alastair Darl
ing, at bretar hava ongan hug at hjálpa grikkum burtur úr
kreppuni, og í Týsklandi sigur talsmaðurin hjá fíggjarmála
ráðnum, Michael Offer, at talan verður ikki um at stovna
nakran grunn, sum skal hjálpa Grikkalandi. Ein meininga
kanning í Týsklandi vísir, at nógv teir flestu týskararnir eru
ímóti, at Týskland skal hjálpa Grikkalandi.