Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 32 - 16. februar 2010 Óli M. Lassen, línu­ skip a reiðari, held­ ur, at tað, sum landsstýrið nú ar beiðir við, og sum rópt verður ein nýggjur fiski vinnu­ reformur, verð ur eitt áhaldandi polit­ iskt álop á okkara fesk fiskaflota. ­ Teir sam l aðu karmarnir at virka undir eru út av lagi vánaligir og havandi í huga, at talan er um gom ul skip og ein út róð r­ ar flota, sum er við at doyggja út, er tað púra óskiljandi, at lagt verður eftir fiski­ manninum og heima­ flota num, sigur hann Fiskivinnu­ politikkur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Óli M. Lassen, línu skipa­ reiðari, er ivingarsamur um seminar ið, sum løgmaður og fíggjarmálaráðharrin sam an við landsstýrinum hava hildið á Gjáargarði í gjár og í dag. Hann sigur, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin á hald an di tosa um ein fiski­ vinnu reform, men skal tal­ an verða um ein reform, so má hetta eftir hansara tykki eisini merkja, at ætlanin veru liga er at menna eina skip an við at gera ítøkiligar bygnaðarbroytingar. ­ Vinnan kennir einki til hetta. Hon er ikki kunnað um hetta og hevur heldur ikki verið við í eini tilgongd at gera ein fiskivinnureform, sigur línuskipareiðarin. Óli M. Lassen vísir á, at løgmaður í fjølmiðlunum hev ur sagt, at hallið á fíggjar lógini kann fáast mun andi niður við at avtaka minstu lønina og sjó­ mannafrádráttin. ­ Og nú byrja fíggjar­ mála ráðharrin og løgmaður aftur at tosa um til feing is­ gjald á fiskivinnuna. Vit ken na útgangsstøðið. Her er als ikki talan um bygn að­ ar broytingar, men einans um at fáa fleiri pengar til lands kassan, sum fiski­ menn og reiðarar skulu gjalda. Gamal floti ­ vánaligt lønsemi Óli M. Lassen vísir á, at tá talan er um botn fiska­ flotan og serliga línu­ og út róðr arflotan, er talan um ein sera gamlan flota, har fleiri skip eru millum 40 til 60 ára gomul. ­ Grannskoðarafyritøkan Ras mussen & Weihe, sum nú kallast NOTA, hevur gjøg num fleiri ár greinað rakst ur in hjá flotanum, og eru teir hvørt ár komnir til somu niðurstøðu; at før­ oyski feskfiskaflotin hevur eitt sera lágt lønsemið í mun til flest allar aðrar vinn ur í Føroyum. Reiðarin vísir á, at skip­ ini, sum veiða botnfisk, hava fleiri avmarkingar við tað, at tey skulu hava før­ oyska manning, landa tveir trið ingar av veiðini í Føroy­ um, og tey kunnu ikki fram leiða umborð. Av somu orsøk eru hesi skip noydd til at uppihalda ein infra struktur í Føroyum við kassa miðstøð og sølu støð­ um og øðrum, ið alt hevur sín prís. ­ Sum flestum kunnugt skal hýsan landast í Før­ oyum, sjálvt um virkini siga seg ikki kunna selja hesa vøru á enska mark­ naði num, leggur hann aftr­ at. Skerdir fiskidagar Línuskipareiðarin vísir á, at umframt nógvar regul er­ ing ar, er tað ein ótti á hvørj­ um ári, tá fiskidagar áhald­ andi verða skerdir. ­ Henda skilaleysa árliga skerj ing er íkomin orsaka av einari politiskari avgerð frá 1996, sum tó fleiri vóru samd um, men sum politik­ ar arnir ikki hava havt rygg til at rættað aftur. Teir saml­ aðu karmarnir hjá vinnuni at virka undir eru út av lagi vánaligir og havandi í huga, at talan er um gomul skip og ein útróðrarflota, ið er við at doyggja út, er tað púra óskiljandi, at lagt verð ur eftir fiskimanninum og heimaflotanum, sigur Óli M. Lassen. Eingin stuðul Hann vísir á, at stórur partur av vesturlendska bú skap i num er uppbygdur við ymsum stuðuls skip a n­ um, har eitt nú ES hevur sera nógvan landbúnaðar­ og fiskivinnustuðul. ­ Innan shipping hevur man FAS og DIS og aðrar skip anir, men í Føroyum ynsk ir man at avtaka allan stuð ul og leggja serligt av gjald á fiskiflotan, meðan alt annað verður stuðlað í høvd og reyv. Reiðarin sigur, at línu­ og húkaflotin søkti um 14 miljón ir krónur í kreppu­ hjálp í eitt ár (2009), men hevur enn ikki fingið svar. Sam stundis verða veittar 10­tals miljónir krónur til ymiska gransking í Før­ oyum ­ ja eisini til gransk­ ing í veganøvnum, sum hann vísir á. Ítøkiligt svar Reiðarin spyr, um lø g mað­ ur og fíggjarmálaráðharrin kun nu greiða vinnuni og Før oya fólki frá, hví serligt av gjald skal leggjast á 40­60 ára gomul skip, og hví gjørdar avtalur við vinnu na, sum eru innbygdar í hýrusáttmálarnar, bara skulu skúgvast til viks á ein um seminar í Gjógv. ­ Hvørjir eru teir ráð­ gevar ar, ið kunna tykkum um, at vit kunnu fiska og fram leiða fisk í Føroyum við okkara kostnaðarstøði, tá øll lond kring okkum veita stuðul til landbúnað og fiskivinnuna? Óli M. Lassen spyr eisini, um tað ikki er rætt, tá grann skoðarar áhaldandi vísa á, at lønsemið hjá fesk­ fiska flotanum er sera vána­ ligt. Reiðarin heldur, at betri hevði verið um løgmaður, fíggjar málaráðharrin og fiski málaráðharrin settu seg niður við vinnuni og við gjørdu, hvussu vit kunnu endurnýggja heima­ flotan. ­ Eg haldi eisini, at teir parttíðar­ og fultriknir út róðr arbátar, ið eftir eru, eiga at fáa góðar karmar at virka undir, sigur hann. Ódemokratiskt Óli M. Lassen heldur, at tað, sum landsstýrið nú ar beiðir við, er sera ó demo­ kratiskt og røkkur langt inn á arbeiðs marknaðar viður­ skift ini – uttan, at partarnir í fiskivinnuni verða spurdir um nakað sum helst. ­ Nei, her er ikki talan um ein reform, men bert um at fáa fleiri krónur til fram­ haldandi øktan almennan rakst ur, heldur línus kip a­ reiða r in. Ódemokratiskur fiskivinnureformur - Vinnan kennir til, at arbeitt verður við nøkrum fiskivinnureformi. Hon er ikki kunnað um hetta og hevur heldur ikki verið við í eini tilgongd at gera ein slíkan reform, sigur Óli M. Lassen Mynd: Vilmund Jacobsen - Skipini, sum veiða botnfisk, hava nógvar avmarkingar. Tey skulu hava føroyska manning, landa tveir triðingar av veiðini í Føroyum, og tey kunnu ikki framleiða umborð. Hýsan skal landast í Føroyum, sjálvt um virkini siga seg ikki kunna selja hesa vøru á enska marknaðinum, sigur Óli M. Lassen, línuskipareiðari Mynd: Vilmund Jacobsen Stórar nøgdir fyri lítlan prís Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 600 tons á uppboði. Hetta er ein munandi størri nøgd enn tað, vit síggja ein vanligan søludag á fiskamarknaðinum. Sølan fyri hesi 600 tonsini gav tilsamans góðar 6,4 miljónir krónur. Av hesum 600 tonsunum, vóru 185 tons av toski, 132 tons av hýsu, 112 tons av longu og 80 tons av brosmu. Sløk 80 tons vóru av toski 4, sum fekk miðalprísin 9,02 krónur fyri kilo. Hýsa hevði sera lágan prís á marknaðinum í gjár, og besti miðalprísurin fyri hýsu var einans 8,71 krónur fyri kilo, sum var fyri bestu hýsustøddina. Besti miðalprísur fyri longu var 11, 98 krónur fyri kilo, og besti miðalprísurin á brosmu var 8,98 krónur fyri kilo. Sum heild vóru fiskaprísirnir lágir á marknaðinum í gjár, og miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 10, 86 krónur fyri kilo.