týsdagur 16. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 32 - 16. februar 2010
Óttast ruðuleika í Haiti
ST ber ótta fyri einum oyðandi og blóðugum stríði millum
ymisk brotsmannaharkalið í Haiti. Sagt verður, at støðan er
sera spent í høvuðsstaðnum Port-au-Prince og serstakliga í
býarpartinum Cité Soleil, sum er kendur fyri sítt sera
harðrenda umhvørvi. Brasilski heryvirmaðurin Floriano
Peixoto, sum er ovasti fyri ST-hermonnunum í Haiti, sigur
við AP-tíðindastovuna, at teir umleið 5.000 fangarnir, sum
sluppu úr fongslunum undir jarðskjálvtanum tann 12.
januar, royna nú at skipa seg í brotsmannalið og at gera sær
dælt av støðuni í landinum.
Bankar leggja saman
Donsku peningastovnarnir EBH Bank og Løkken
Sparekasse hava tað til felags, at teir fóru báðir av
knóranum í bankakreppuni, men nú hava teir gjørt av at
leggja saman. Síðani í heysr hava bankarnir havt felags
skrivstovuhølir í Aalborg, og nú hava teir gjørt av at leggja
fram uppskot um samanlegging, tá feløgini fara at hava
aðalfund í apríl. Samstundis er avtalað, at stjórin í EHB
Bank, Erik B. Hansen, verður stjóri í tí samanlagda
bankanum. Tað almenna Financiel Stabilitet yvirtók EHB
Bank á heysti í 2008 og Løkken Sparebank á vári í fjør.
Meðan ákærin kravdi
unga mannin, sum
skeyt móti einum
parkeraðum bili í
mai í fjør, treytaleysa
fongsulsrevsing í 30
til 60 dagar, mælti
verjin til eina bót.
Dómarin vil hava
stundir at hugsa um
dómin
SKOTDRAMA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var sum í gøtunum í
New York, tá løgreglan í
Havn stongdi økið í R. C.
Effersøesgøtu av eftir at
nøkur skot vóru latin av móti
einum parkeraðum bili.
Málið var eisini óvanligt
í Føroyum, tí tað er ikki
hvønn dag, at skottilburðir
henda. Tað var tó skjótt
greitt, at talan var um eina
kraftiga luftbyrsu, og tað
gingu heldur ikki nógvir
tímar
áðrenn
løgreglan
hevði handtikið fýra mans,
sum seinni vórðu skuldsettir
og síðani ákærdir fyri hend-
ingina.
Tað, sum hendi hendan
mánadagin 12. mai í fjør
var, at fýra ungir mans í ein-
um bili í tveimum umførum
koyrdu framvið parkeraða
bilinum í R. C. Effersøesgøtu
og lótu skot av við luftbyrs-
uni. Fyrru ferð hildu teir
seg ikki raka bilin, men
seinnu ferð ver eingin ivi.
Tá fór høglið gjøgnum báð-
ar síðurútarnar aftan.
Høvuðsákærdi greiddi í
rættinum í dag frá, at orsøk-
in til, at hann hevði skotið
eftir bilinum var, at eigarin
av bilinum var skuld í, at
táverandi gentan var farin
frá honum.
Hann greiddi frá, at tá
hann kom aftur av skipi,
var gentan flutt, og hevði
funnið saman við bileigar-
anum. Hetta gjørdi, at hann
var illur inn á viðkomnandi
bileigara, og hendan mána-
dagin hevði hann og tveir
aðrir vinmenn verið úti og
etið døgurða, og vóru síðani
farnir út at koyra, mest sum
uttan mál og mið.
Tá teir koma koyrandi eft-
ir R. C. Effersøesgøtu
síggja teir eyðkenda bilin
hjá umrødda manni. Teir
tríggir í bilinum fóru tá at
tosa um, at teir áttu at vunn-
ið viðkomandi neisir og
skøva ella á annan hátt at
skaða bilin.
Einki hendi
Einaferð eftir døgurða –
helst um 14-tíðina – koyra
teir heim til ein fjóðra vin-
mann, og síðani til hús til
ein annan av teimum, sum í
bilinum vóru, eftir einari
luftbyrsu av slagnum Air-
force, sum skuldi vísa seg
at vera ógvuliga kraftig.
Nú var so farið beinleiðis
oman aftur á R. C. Effersø-
esgøtu og koyrt varð niðan
móti SMS. Slakað var av, tá
koyrt var framvið parkeraða
bilinum, sum stóð beint
uttan fyri har, sum Komm-
unusamskipan Føroya hev-
ur skrivstovuhøli.
Ákærdi, sum skeyt, sat
aftan vinstrumegin, og len-
aði seg mest sum yvir um
vinmannin, sum sat aftan
høgrumegin. Síðani skeyt
hann út gjøgnum høgra
vindeyga aftan.
Men tað tóktist ikki, sum
hann rakti bilin, og teir snar-
aðu tí runt í rundkoyringini
við SMS, og á veg oman
eftir aftur sást ikki við
fyrsta eygnabrá nakar skaði
á bilinum.
So var hildið fram oman
eftir og komnir oman í rund-
koyringina við Havnargøtu
vendu teir niðan eftir aftur.
Aftur hesaferð slakaðu
teir av, tá teir komu fram
móti parkeraða bilinum, og
aftur søgdu teir í bilinum
vóru seg ansa væl eftir, at
einki fólk var í nánd. Og
hesaferð bar betri til. Buldur
og brak tá báðir síðurútarnir
aftan fóru í knús.
Viðgekk seg sekan
Høvuðsákærdi segði seg
vera illa fyri og langt niðri
um hesa tíðina, orsakað av,
at gentan var stungin av frá
honum. Men hann kundi
játta seg sekan í ákærunum
um at hava skotið móti bil-
inum.
Hann segði tó, at hann á
ongan hátt hevði væntað, at
luftbyrsan fór at gera so stór-
an skaða og helt fast við, at
hann bert ætlaði at vinna
viðkomandi nakrar neisir.
Tveir av teimum ákærdu í
málinum vóru ikki møttir til
rættarfundin í morgun. Annar
er til skips, og hin er til próv-
tøku, so málini móti teimum
báðum vórðu tí útsett.
Hin ákærdi kundi ikki
játta seg sekan í at hava ver-
ið við til at avtala herverk
av serliga grovum slag, og
tí broytti ákærin, Helle Vib-
eke Severini, ákæruna móti
honum samsvarandi. So játt-
aði hesin seg sekan í at hava
verið til staðar í bilinum, tá
skothendingin fór fram.
Hann segði seg ikki vita,
hvør ætlanin var við luft-
byrsuni og helt tað vera
skemt, tá borið var á munni,
at ætlanin var at skjóta móti
viðkomandi bili.
Rúkandi ósamdir
Ákærin, Helle Vibeke Sever-
ini, og verjarnir báðir, Jógv-
an Páll Lassen fyri høvuðs-
ákærda, og Anfinn V. Hansen
fyri hin ákærda, vóru rúkandi
ósamd um revsingina og um
álvarsemið í málinum.
Ákærin metti at tað var
prógvað, at talan var um
eina tilvitaða ætlan, og at
allir í bilinum máttu verða
greiðir um, hvat ætlanin var
við luftbyrsuni. Tað, at
koyrt var heim til tann eina
eftir luftbyrsuni og at tað
síðani var skotið tvær ferðir
móti bilinum, mátti vigað
ógvuliga tungt.
Hon nevndi eisini, at tal-
an var um eina ógvuliga álv-
arsama hending við umfat-
andi skaða upp á bilin. Hon
mælti tí til at dømt varð eft-
ir §291, stk. 2, sum hevur
eina revsirammu upp á upp
til fýra ár. Hon legði niður
pástand
um
treytaleysa
fongsulsrevsing í 30 til 60
dagar til høvuðsákærda,
meðan í hinum førinum
kravdi hon fongsulsrevsing,
men læt tó upp til dómaran
av avgera, um talan skal
verða um treytaleysa revs-
ing ella ikki.
Jógvan Páll Lassen vísti
til dómin, har ein maður
fekk seks mánaðir fyri at
skjóta eftir einum politibili,
har politistar goymdu seg
aftan fyri, og helt tað var
púrasta burtur við at nevna
fongsulsrevsing fyri hettar
lógarbrotið. Hann mælti tí
til eina bót ella í mesta lagi
ein treytaðan dóm.
Anfinn V. Hansen var
samdur um álvarsemið í
hendingini, og mælti somu-
leiðis til eina bót á túsund
krónur ella í mesta lagi eina
treytaðan dóm uttan revsi-
áseting.
Dómarin, Anna Eiriks-
dóttir, vildi hava tíð at
umhugsa dómin, sum verð-
ur sagdur í komandi viku.
Krevur 60 dagar fyri sjalusidrama
Tað var sum í gøtunum í New
York, tá løgreglan í Havn stongdi
økið í R. C. Effersøesgøtu av eftir
at nøkur skot vóru latin av móti
einum parkeraðum bili
Mynd: Álvur Haraldsen