Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 247 - 21. desember 2001 Bill Justinussen Eysturoyggin hevur 5 umdømisvald tingfólk og eitt eykavalt. Av hesum 5 eru heili 3 úr Fuglafirði, nevniliga Jógvan á Lakjuni, Signar Hansen og Dan Reinert Petersen. Størsta kommunan í Eysturoynni, Runavíkar kommuna, hev- ur ongan umdømisvaldan. Orsøkin er, at politisku flokkarnir hava stillað soleiðis upp, at meðan Runavíkar kommuna sum oftast hevur fleiri valevnir, hevur Fuglafjørður dugað so væl at skipa seg, at har er bert eitt valevni á hvørjum lista. Hetta hevur havt við sær, at hóast umboðini á eystara armi á Skálafjørð- inum hava fingið væl av atkvøðum, hava tær verið so væl býttar millum val- evnini, at fuglfirðingurin á listanum hevur drigið longra stráðið, í hesum førum í trimum flokkum. Nú eiga vit tørn Nú ørliga orðaskiftið um tunnil millum Kambsdal og Millum Fjarða enn einaferð hevur verið á dagsskránni í tinginum, kann eg ikki lata vera við at hugsa, hvussu vandamikið tað er, at eitt stað verður yvirumboðað á Løgtingi. Fuglafjørður eig- ur heili 14,81% av um- dømisvaldu tinglimunum, meðan fólkatalið liggur um 3,4% av Føroya fólki. Fólkatalið í Runavíkar kommunu er um 5,4% av Føroya fólki, og vit eiga ongan umdømisvaldan. Skuldu vit átt eins nógvar umdømisvaldar sum fugl- firðingar í mun til fólka- talið, áttu vit heilar 5 tinglimir, tvs. allar teir umdømisvaldu í Eystur- oynni. OG TAÐ ER IKKI ÓGJØRLIGT! Nú ein sera avbjóðandi tíð fyri Skála- fjørðin liggur um næstu sýn, eiga vit her á pláss- inum at hugsa skilagott. Fyrst og fremst eigur ongin atkvøða hiðani at fara til aðrar bygdir í oynni. Og harnæst eiga politisku flokkarnir ikki at fylla listarnar við valevnum frá miðøkinum. Lat okkum gera sum fuglfirðingar ella næstan tað: stillið eitt ella tvey valevni upp úr okkara kommunu, og latið so tey, sum taka undir við ymsu flokkunum, atkvøða fyri teimum valevnum í komm- ununi, sum uppstillingin peikar á. Hvussu nógv orðaskifti hava verið um viður-skifti, sum viðvíkja Skálafjørðinum seinastu 4 árini? Eg kann ikki koma í tankar um annað enn eitt sindur um oljuhavnina. Men ferð eftir ferð skulu vit hoyra um ein skilaleysan tunnil úr Kambsdali, sum er heilt burturvið í dagsins Føroyum. Skálafjørðurin Skálafjørðurin er størsti fjørður og besta havnin í Føroyum. Og nú oljuhavn. Runavíkar kommuna og bygdirnar rundan um eru størsta vakstrarøki fyri vinnulívið. Glyvrar eigur ikki minni enn 4 av tíggju teimum bestu fyritøkunum í landinum. Og hóast hetta liggja tær flestu almennu tænasturnar, sum vinnulív- inum tørvar, væl plantaðar í Havnini. Hvussu nógv hava lærarnir úr Fuglafirði gjørt fyri at fáa Skálafjørðinum betri sømdir m.a. á hesum øki? Vit hoyrdu nú um dag- arnar, hvussu ein stovnur av teimum mongu rínur og hvínur, tí skrivstovan skal flytast úr paradís (Havnin) og út á bygd (Saltangará). Og hetta er ikki eftir fyri- skipan úr Fuglafirði, men heldur eftir boðum frá væl- kenda fólkatingsmanninum av Glyvrum. Nei! Tingmenninir úr Fuglafirði hava ikki gjørt tað stóra Skálafjørðinum at gagni. Tí eiga vit at velja nýggj umboð á ting á komandi vali, sum búgva í Runavíkar kommunun og her um vegir. Tað er neyð- ugt, tí Skálafjørðurin hevur brúk fyri umboðum, sum vilja arbeiða fyri trivnaði og menning her í økinum hond í hond við einum skilagóðum umhvørvis- politikki. Og sum tað týdn- ingarmesta hava vit brúk fyri politikkarum, sum taka lívsvirði og mentan í álv- ara, her hugsi eg serliga um ungdómin og tey tilboð, sum vit sum lokalsamfelag veita teimum. Lat okkum stremba eftir at velja um- boð, sum byggja sín politikk á kristna lívssýnið. Tríggir lærarar úr Fuglafirði VIÐMERKINGAR UTTAN ÚR HEIMI Øll tey 786 umborða á ferjuni “Isabella” vórðu bjargað, tá skipið sigldi á land tætt við álendsku strondina ÚTLAND Fartekst Tað endaði í øllum góðum, men støðan var álvarssom, tá finska ferjan fór á land stutt fyri midnátt miku- kvøldið. Skipið legði seg nógv, nógv ferðafólk vóru skelkað, og fleiri hava greitt frá, at manningin visti ikki síni livandi ráð. Skipið fekk so stóra slag- síðu, at tað var torført at ganga umborð, og á mat- stovunum fleyt alt í brot- num glasi. Fleiri av ferða- fólkunum hava greitt frá, at fólk vóru ræðslusligin, børn grótu, og nógv av teimum vaksnu spýðu av ræðslu. Nakað eftir at skipið hevði siglt á land, fingu tey 632 ferðafólkini boð um at lata seg í bjargingarvest. Ta einu løtuna varð tosað um at seta bjargingarbátarnar út, men veðrið var so ringt, at manningin helt tað ikki vera ráðiligt. Tað vísti seg eisini at vera ein trupul- leiki, at kunningin umborð var á finskum máli, sum nógv av ferðafólkunum ikki skiltu. Bjargingartænasturnar í Finnlandi og Svøríki sendu alt fyri eitt tyrlur og skip til tað neyðstadda skipið, sum stóð við Stabholm sunnan fyri Áland. Men vindurin var so nógvur, at hvørki tyrlurnar ella skipini tordu at fara ov nær ferjuni. Tað vísti seg seinni, at skipið hevði ikki fingið so stóran skaða, at tað var neyðugt at taka fólkið av tí. Sambært finsku sjóferðslu- myndugleikunum var hol komið á ein tanga, og nakað av sjógvi var komið í skipið, men tó ikki so nógv, at tað bilti. Í gjár varð ferjan togað í havn, og ferðafólkini sluppu í land eftir eina minniliga jóla- ferð. “Isabella” er 170 metrar til longdar. Skipið er bygt í 1989 og tekur 2480 ferðafólk. Finska reiðaríið Wiking Line eigur skipið. Finsk ferja á landi í Álandi Seks fólk hava latið lív í ófriði í Argen- tina, har fólk mótmæla búskapar- politikkinum hjá stjórnini ÚTLAND Fartekst Stjórnin hjá Oscar de la Rua, forseta hevur lýst Argentina í undantaksstøðu fyri at fáa tamarhald á ófriðinum, sum hevur verið í Buenos Aires og fleiri øðrum býum seinastu dag- arnar. Fólk í túsundatali hava gingið mótmælisgongu í gøtunum, eftir at stjórnin lýsti undantaksstøðuna. Frammanundan høvdu fólk rænt fleiri matvøruhandlar og aðrar handlar. Løgreglan legði uppí við táragassi, og sambært myndugleikunum doyði ein 15 ára gamal drongur í samanbrestunum. Aðrastaðni doyðu fimm fólk, tá tey vóru í ferð við at ræna handlar. Búskaparligu viðurskift- ini í Argentina eru sera vánalig. Landið skyldar meira enn 130 milliardir dollarar uttanlands, og stjórnin hevur sett sær fyri at halda avtalurnar um at rinda skuldina. Tað hevur borið í sær, at stjórnin hevur verið noydd at tátta búskaparpolitikkin nógv, og tað hevur elvt til ófrið. Fakfeløgini hava skipað fyri aðalverkfalli fleiri ferðir, og tey hava eisini boðað frá aðalverkfalli um vikuskiftið. Tey harðligu mótmælini hava fingið stjórnina at rilla, og í gjár boðaði fíggjarmálaráðharrin frá, at hann leggur frá sær. Argentina í undantaksstøðu Fólk í túsundatali hava gingið mótmælisgongu í gøtunum í Argentina. Nógvir handlar vórðu rændir, og á myndini síggjast fólk fara av stað við vørum, tey hava stolið í einum matvøruhandli Mynd: Reuter Nr.247 • fríggjadagur • 21.desember 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo Enn er einki avgjørt um framtíðina hjá Heðini á Lakjuni. Møguleikarnir tykjast í løtuni at vera tríggir, harav tveir teirra eru føroyskir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í fótbóltskappingini í ár mundi lítil ivi vera um, at ein av mest týðandi orsøk- unum til meistaraheitið hjá B36 var, at teir høvdu Heðin á Lakjuni í sínum parti. Fótfimi og skotsterki klaksvíkingurin var alt árið á tamb ein hin mest støðugi leikarin á liðnum, og tí var tað svárt hjá B36-viðhalds- fólkum, tá tað frættist, at leiðin hjá Heðini nú helst gekk til Danmarkar, har genta hansara fór at út- búgva seg. KÍ ella B36 Heðin hevur eisini verið í Danmark fyri tað mesta, síðani kappingarárið end- aði, men nú á jólum er hann tó heima í Klaksvik. Og tað er als ikki so vist, at hann aftur fer til Danmarkar. Leysasøgur hava gingið um, at hann komandi árið fer at spæla við KÍ, men sjálvur sigur Heðin, at enn er einki sum helst avgjørt. – Í løtuni dugi eg ikki rættiliga at siga, hvussu verður við framtíðini. Um eg farið til Danmarkar ella verið her heima. Pápi mín, Victor, hevur úr at gera, og tí kann væl hugsast, at eg fari at arbeiða hjá honum komandi árið, sigur hann. Spurdur um hann hevur gjørt av, hvar fótbólturin skal spælast, um hann velur at verða heima í eitt ár, sigur hann, at tað hevur hann ikki, og hann leggur afturat, at hann í løtuni hev- ur tilboð frá tveimum før- oyskum feløgum. Mett eftir hesum, er skjótt at ímynda sær, at tal- an her er um B36 og KÍ, og hetta verður á ongan hátt avsannað, men sjálvur vil Heðin á ongan hátt siga, hvør avgerðin verður. Held- ur ikki, tá spurt verður, um tað ikki kann gerast møtu- mikið at arbeiða í Klaksvík og arbeiða aðra staðni. Sostatt er framvegis ikki avgjørt, hvar ein av bestu føroysku leikarunum í farna kappingarárið skal royna seg komandi ár, men tað er givið, at bæði í B36 og KÍ er spenningurin stór- ur um, hvør avgerðin verð- ur. Tað tykist ganga striltið hjá Stjørnuni í løtuni. Liðið, sum fyrr í ár var mest sum flúgvandi, fekk mikukvøldið skavað ein tepran sigur heim móti niðasta liðnum í deildini HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað átti ikki at veri hin stóri ivin um úrslitið, tá Stjørnan á heimabeiti tók ímóti StÍF í framskundaða dystinum mikukvøldið. Talan var um dyst millum liðið, sum av teimum flestu hevur mett sum tað sterk- asta eftir VÍF, og so upp- flytararnar av Strondum, sum í løtuni eru niðast á stigatalvuni. Onkur tekin hava tó verið um, at Stjørnan í løtuni ikki er so heilt flúgvandi, sum hon hevur verið fyrr í ár. Í Coca-Cola kappingini skuldi umdystur til, áðrenn tær fingu bast júst STÍF, og sunnudagin vóru tær fyri tapið í Vági. Meira enn lótir Og at hesi hálv-vánaligu úrslitini vóru annað enn bara lótir, varð eisini meira ella minni staðfest í KÍ- høllini. Gaman í vann Stjørnan dystin, men talan var langt í frá um nakað sannførandi avrik, og gloppið upp til spælið, sum tær hava víst fyrr í ár, var kilometra- høgt. Leikarahópurin telur tríggjar av frægastu útl- endsku leikarunum í Føroy- um, og á føroysku síðuni teljast fýra leikarar í nýggja landsliðshópinum, men tað er ikki á pappírinum, at dystir verða vunnir. Tað er á vøllinum, og her var mun- andi meira vilji í avrikinum hjá gestunum. Kanska eggjaðar av góða avrikinum á heimavølli móti Stjørnuni fóru StÍF hugagóðar undir uppgáv- una, og tað stóð eisini skjótt greitt, at hetta á ongan hátt fór at verða fullkomuliga ógjørligt. Heimaliðið hevði kanska munin størsta partin av dystinum, men stórur var hann ongantíð. Eini trý má, tá hann var mestur, og fleiri ferðir stóð púrasta javnt. Hvussu ávirkar steðgurin? Tað eydnaðist tó Stjørnuni at vinna dystin, tá Beinta Klakstein í seinasta minutt- inum enn eina ferð legði tær framum, men tað fær ikki skert tann veruleikan, at skal Stjørnan halda fast um silvurmerkini, so skal okkurt munagott til. Kanska eru nakrir frídagar júst tað, sum skal til, og kanska er Stjørnan eitt nýtt lið eftir jól. Svarið má bíða nakrar vikur, men at okkurt er at tosa um, er so einki at ivast í. Kemur frítíðin væl við hjá Stjørnuni, so man støð- an nærum vera hin øvugta hjá StÍF. Tær hvødu eina tunga byrjan upp á árið, men stríðsviljin hevur alla tíðina verið góður, og tó at stigini enn ikki eru so nógv í tali, so er leiðin til hesi vorðin alsamt styttri. Megna tær at varveita positivu gongdina inn í nýggja árið, er einki at ivast í, at vælk meira ferð kemur á stigasavnanina. Dysturin í tølum Stjørnan-StÍF 21-20 (10-8) Málskjúttar: Stjørnan: Joan M. Joensen 8, Ragna Andreasen 4, Simona Dziugyte 3(1), Beinta Klakstein 2, Andrijna Milodanovic 2, Bára Skála 1, Anna Kristina Samson 1 StÍF: Ileana Manolescu 11(4), Alina Olaru 4(1), Poula D. Olsen 2, Anna B. Danielsen 2, Anna Maria Berthelsen 1 Brotskøst: Stjørnan 2, StÍF 7 Útvísingar: Stjørnan 3, StÍF 1 Dómarar úr Tjaldur/Stjørnuni: Trúgvi Mortensen & Carstein Andersen. Stjørnan-StÍF 21-20 (10-8): Skavaðu stigini móti botnliði Hóast hópin av stjørnum á liðnum, so gekst sera striltið hjá Stjørnuni at fáa sigurin móti stÍF til høldar Mynd: SáH Heðin í trístøðu Við hesum skotinum gjørdi Heðin B63 til meistarar í fjør, men hóast tey í B36 fegin vilja halda fast um klaksvíkingin, so er enn ikki avgjørt, hvar fótbóltsleiðin gongur komandi árið C M Y K 13 12