Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 247 - 21. desember 2001 C M Y K 14 Frá fríggjadegi 21. desember til hósdagin 27. desember Jólakonsert hjá Frelsunarherinum í Oslo Hvør við sínum nevi Mandagsbio: Et juleminde Táið 81 ára gamla Fía Da- vidsen var ung genta, droymdi hon altíð um at sleppa út í stóru verð. Hetta varð av ongum, ístaðin giftist hon til Mykinesar og kom at búgva har stóran part av lívinum. Tá hon ikki slapp til verðina, skuldi verðin koma til hennara Sum hin fyrsta í oynni fór hon und- ir at taka í móti fremm- andafólki. Nógvir forvitn- isligir gestir og filmslið hava gist hjá Fíu. Hon veit frá mongum at siga og enn síggjast spor frá gomlum kendum ferða- fólkum. Í 1972 doyr maðurin av sjúku og nakað seinni flytir Fía av oynni. Fyrst í 80-unum selur hon jørð- ina í Mykinesi og fyri part av hesum, keypir hon íbúð í Spania. Seinni byggir hon síni egnu hús nakað niðan frá sólstrondini í Malaga. Endiliga slapp Fía út í stóru verð. At tað júst gjørdist Spania hevur sína egnu søgu. Vit eru saman við Fíu í Mykinesi og fara síðan suður til Sólstrond- ina við henni. Fía – Mykines–Sólstrondin Jólakonsert við manskórinum í Meinigheitshúsinum Jóladag kl. 22.40 Jólaaftan kl. 19.00 Smakur er so ymiskur… Onkur vil hava sukursøtan romantikk, annar kontanta sosial-realismu, hin triði vil kanska bara undirhaldast við quizzum, gekkum og lurtararnir og vit. - Og haldi eg, at teir báðir almennu loftmiðlarnir í Føroyum duga hampiliga væl at gera eina fjøltáttaða skrá, ið bæði rakar breitt og rakar støku áhugabólkarnar. Tær breiðu sendingarnar eru, sum vera man í meiriluta, men har er stundum stoff fyri tann »kræsna« lurtaran og hyggj- aran. Hendan vikan mær var litið til at ummæla miðlar- nar, var einki undantak í so máta: Eitt hóskandi býti millum Tvætl & Tónleik- sendingar, kjak-sendingar, upplýsandi tilfar, undirhald og ’smalar’ sendingar. Globussurin týskvøldið 11/12 var um støðuna mill- um ríkispartarnar, »sæð við donskum eygum« sum Leivur Hansen málbar seg, men hóast myndirnar vóru penar og bæði Høgni og Jó- annes siðiliga førdu síni argument fram, so sat man aftaná við kensluni av at hava sæð enn eina av hasum donsku sendingunum um Føroyar, sum neyvan siga nøkrum av tegnum hennara hátigns nakað sum helst. - Nær tora teir at gera eina sending, sum sigur hvat danir vilja við ríkisfelags- skapinum? - Tað hevði so verið ein vinkul, sum var nýggjur!! Tað ýddi annars í øðrvísi vinklum í filminum, sum kom seinni sama kvøld. - Naked Lunch, sum byggir á rúsevnis-skaldsøguna, sum flipparin og beat-poeturin William S. Burroughs skrivaði í 60’unum. Hesin undarligi filmur við teimum mongu scenunum við stink- andi skrivimaskinu skrið- kyktum og svørtum gras- hoppupulvuri og Wilhelm Tell avrættingum av konu- fólki, var somikið forherð- aður, at vaksnir menn runt um landið, sum annars hava sæð bæði eitt og annað á filmi áður, mundu kveppa seg í andstygd. - Eg gjørdi ið hvussu er! Kortini hugdi eg til liðugt var, tí okkurt í søguni hugtók meg og vakti forvitnið. – Hvørjum endar hatta við? – Og hóast film- urin stundum hevði hug at oyðileggja bæði matarlystin og sodningarlagið, so hevði eg hug at smílast, tá ið hetj- an í filminum skuldi til Annexia at selja pulvurið, og frammanfyri tollarunum skeyt dámuna í høvdið, sum hann hevði roynt eftir hálv- an filmin. Seinastu við- merkingina áttu menninir í eyðkennisbúna. Við ógvus- ligari russiskari aksang søgdu teir: ’Welcome to Annexia! — Takk til SvF, at teir viðhvørt hætta sær at senda hesar løgnu filmar- nar, sum kunnu tulkast bæði hendavegin og hinvegin. Sendingin hjá Hilmari Jan fríggjakvøldið klokkan sjey var hinvegin góð fyri sodningina og hvørki kundi ella skuldi tulkast sum ann- að enn hyggeprát. Har borð- reiddi vælupplagdi verturin við deiligum swing tónleiki og gestum, ið prátaðu um onnur evni enn vit vanliga kenna teir fyri. Stak hugna- ligt. Eg sat tó mest og gleddi meg til Billboard bitarnir skuldu koma, men tað var tíverri ein endursending, so eg skifti yvir á sjónvarpið í staðin. Tað var jú eisini Dagur og Vika, og stuttligt var at síggja, at stóri bygn- ingurin á vágskei hevur reist seg sum ein annar Fønix fuglur úr øskuni. Tað var jú har eg á sinni tjenti mínar fyrstu krónur, tá einaferð langsíðan síðan, tá ið verðin var so nógv øðrvísi enn hon er í dag. Og tó, kann man spyrja, er hon tað? Men hetta er ikki rætta staðið at viðgera heimspolitikk, so tað lati eg liggja. Leygarmorgunin, tá ið teir báðir Kári Sólstein og Tóna Tummas bjóðaðu børnunum at ringja inn til sang og prát var hæddar- punktið í hesari miðlavik- uni. Sum vant høvdu ymisk børn ringt inn, runnið eftir fjalda lutinum og smáprátað eitt sindur áðrenn tey saman við vertunum báðum høvdu sungið onkran fittan barna- sang, men beint áðrenn klokkan 11 ringdi níggju ára gamla Súsanna inn. Og tað var eitt upplivilsi. Sang- urin hon sang var »On the first Day of Christmas« og tók gentan vertirnar á bóli við hugtakandi sanginum. – Teir sótu púra paff og lurt- aðu uttan undirspæl og uttan at syngja kór. Tá ið klokkan fór av ellivu brutu teir inn og spurdu, hvussu nógv ør- indi vóru eftir. - Tvey! - OK, so mugu tíðindini bíða. Og so slapp Súsanna at telja jólini liðug í hesari vøkru vísu. Og Taleban og Reyði Krossur máttu bíða eina løtu. Men tað ger ikki petti, tí vit hoyra jú um Afghani- stan í heilum, men slíkur sangur er rárur. – Flott Sú- sanna! – Og takk til Barna- útvarpið fyri hatta átakið! So nógv annað úr einari fjøltáttaðari miðlaviku kundi verið nevnt, men pláss er valla fyri meiri í hesum umfari, so eftir er bert at ynska øllum eini góð og gleðilig jól. Bergur Rasmussen ummælir: Jóladag kl. 20.00 2. jóladag kl. 17.10 2. jóladag kl. 20.00 15 Tó at talan var um eitt gott úrslit hjá H71, so munnu bæði leikarar og viðhalds- fólk iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna, tí javnleikurin gjørdi ikki frá ella til á stigatalvuni HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Í mikudagsútgávu okkara skrivaðu vit, at tað kundi meira enn so henda seg, at talan fór at gerast um ein sera javnan dyst, tá Ovasta og triðovasta liðið á stiga- talvuni hittust. Eisini hóast stigamunurin teirra millum var nóg so stórur, tí onkurs- vegna hava dystirnir mill- um hesi bæði liðini lyndi at vera sera javnir. Eisini tá talan hevur verið um botn móti oddi. Og javnt var tað eisini. Tølini tala fyri seg í so máta. Sovandi oddalið Eftir at dysturin byrjaði við tøgn í ein minutt, vóru tað hoyvíkingar, sum løgdu nógv betri út. Ikki endiliga tí at spælið frá teirra síðu var so øgiliga sannførandi, men heldur tí VÍF hesa fyrstu løtuna tóktist at snorksova. Í verjupartinum lótu teir vandamiklu skjútt- arnar hjá heimaliðnum sleppa alt ov væl, og tá Levi Nybo samstundis hevði fleiri góðar bjargingar hinumegin, tók munurin millum liðini beinan vegin at vaksa. VÍF venjarin, Páll Pouls- en, tók tí hampuliga tíðliga eitt time-out, sum hann samstundis nýtti til at gera fleiri broytingar á liðnum. Bæði Piti Negru og Daniel Rápa komu á vøllin. Ingi Olsen varð mest sum fluttur á vinstra vong eina løtu, og spakuliga raknaðu vest- menningar við. Tóku seg somikið inn á hoyvíkingar, at nervarnir tóktist at nerva heimaliðið somikið nógv, at teir ikki so mikið sum fing- ið gagnnýtt ta einu løtuna, har teir í tveir minuttir spældu seks móti fýra úti á vøllinum. Og tá vestmenn- ingarnir so aftur vóru fullmannaðir nýttu teir seinastu løtuna undan steðginum at skjóta fýra mál á rað. Grundað á seinastu min- uttirnar í fyrra hálvleiki gekk tosið í forhøllini mest um, at nú mundu vest- menningar fara at sópa all- an iva til viks. Væl kenda álopsmaskinan tóktist at vera farin í gongd, og sum hoyvíkingar vardu seinastu løtuna, var talan nørum um reint kamikaze – sjálv- morð. Teir lógu nevnliga at kalla heilt inn ímóti mál- teiginum, og fáa vælvaksnu skjúttarnir hjá VÍF á hend- an hátt møguleika at koma heilt inn, áðrenn skotið verður, so er ikki stórvegis, sum málverjarnir kunnu gera. Hoyvíkingar treiskaðust Í øðrum hálvleiki stóð tó skjótt fast, at vestmenning- ar fóru ikki at renna nakran veg. Partvíst tí hoyvíkingar høvdu nýtt steðgin til skipa verjuna nakað betri, og ikki minst tí Bjarni Wardum nú veruliga setti ferð á. Tað kundi nærum vera tað sama, hvussu vestmenning- ar royndu at verja fyri, tá ársins álopsleikari í fjør gjørdi seg til. Hopp- og undirhondsskotini fóru flúgvandi inn úr øllum vinklum, og nú hómaðist aftur ein vón hjá heimaliðn- um. Nakað sum áskoðar- arnir eisini góvu ljódliga til kennar. VÍF hinvegin tóktist nú aftur at hava ilt við at fóta sær. Álopsspælið koyrdi uttan tær stóru variatiónirn- ar, og var tað ikki fyri fóðu skotini hjá Piti, kundi lættliga gingið heilt galið, men teir megnaðu tó alla tíðina at halda fast um leiðsluna. Tí var kanska væntandi, at alt fór at laga seg, soleiðis sum tað so ofta hevur gjørt hjá VÍF í ár. Í sera nógvum dystum hava teir verið lítið sannførandi, fyri síðani at spíla seg út í nakrar minuttir fram móti endanum, har alt kortini verður sett upp á pláss. Onkra løtu í seinna hálvleiki hómaðist onkur glotti í so máta, men hvørja ferð treiskaðist heimaliðið. Teir vildu ikki geva skarvin yvir, og einar tvær ferðir stríddu teir seg aftur upp á javnt. Finnur Hannsson, sum hevði sitið á beink- inum eina góða løtu, var komin aftur á vøllin, og saman við Halgir Dahl Olesen fór hann undir at loysa Bjarna av í málskjót- ingini, umframt at hann eis- ini rúgvaði hampuliga væl í verjuni. Alt til onga nyttu Alt stríðið hjá heimaliðnum tóktist tó at vera til fánýtis, tá bert tveir minuttir rest- aðu. Fyrst hevði stríðsmað- urin í verjuni, Olaf Vester- gaard, fingið triðju útvís- ingina, og tá VÍF so nakað seinni økti til 30-28, mundi vónin hjá teimum flestu bresta. Men tað gjørdi hon ikki hjá leikarunum. Kristjan Petursson, sum allan dystin var ein støðug hóttan av høgra bakki, minkaði um munin, og tá Janus M. Joensen løtu seinni javnaði, kom alt upp á kók. Tað mundi tað eisini koma, tá sami Janus beint fyri fekk eitt mál kolldømt, tí dómararnir vóru dekan ov skjótir at, døma tríggjar metrar. VÍF royndi at nýta sein- asta minuttin til eitt langt álop, sum eisini varð dríggjað við einum time- out, men tá Levi fekk fatur á seinastu skotroyndini, kundu hoyvíkingar fara í mótálop. Og tað var um reppið, at teir her avgjørdu dystin. Fyrst breyt Halgir ígjøgnum, men Bárður Nielsen fekk vart skotið yvir á stólpan, og Bárður stóð aftur fyri, tá Kristjan so royndi at smekka returin inn. Ikki sørt, at hovyíkingar iðraðu seg um, at hesar seinastu royndirnar ikki góvu úrslit. Tó at talan var um eitt gott úrslit, so kundi javnleikurin ikki nýtast til nakað sum helst, nú stigini verða býtt í tvey. Hetta tí H71 longu hevur ein javn- leik á kontini. Tað hava vestmenningar eisini, og tí mistu bæði lið- ini í veruleikanum stig. Stigamissurin móti hoyvíkingum er kanska eis- ini eitt tekin um, at vetrar- steðgurin, sum nú kemur, kann koma væl við hjá VÍF. Liðið, sum byrjaði árið sera sannførandi, tykist onkurs- vegna at motivatiónstrupul- leikar í løtuni, ella er støð- an bara tann, at spælið ikki koyrir nóg væl. Órógva utt- an fyri vøllin, sum einki sum helst hevur við sjálvan hondbóltin at gera, hevur helst ikki bøtt um upptakt- ina til dystin, men hóast hetta, so kann ikki sigast, at nakar møguleiki er fokin. Teimum restar enn ein dyst í grundspælinum. Út- setti dysturin móti Neistan- um verður 9. januar, og her hava Vestmenningar, sum framvegis eru á odda í deildini, møguleika at stað- festa oddastøðuna. Dysturin í tølum H71-VÍF 30-30 (12-14) Málskjúttar: H71: Bjarni Wardum 8(2), Kristjan Petursson 7, Halgir Dahl Olesen 5, Finnur Hansson 5(1), Hallur Dani- elsen 4, Janus M. Joensen 1 VÍF: Piti Negru 9, Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Agnar Joensen 3, Harald Bjørgvin 2, Johnny Joensen 2, Áki Olsen 2, Rógvi Nielsen 1, Ragnar Zachari- asen 1, Daniel Rápa 1 Brotskøst: H71 4, VÍF 1 Útvísingar: H71 4, VÍF 3 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Krist- ian Johansen. Í einstøkum førum eitt sindur ivandi, men dysturin varð tó sum heild væl leiddur. H71-VÍF 30-30 (12-14): Vestmenningar mistu í Havn Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 11 - 0 - 0 310 196 114 22 2 Stjørnan 12 9 - 0 - 3 314 254 60 18 3 Neistin 11 7 - 0 - 4 238 210 28 14 4 VB 11 6 - 0 - 5 266 271 -5 12 5 Kyndil 12 3 - 0 - 9 271 310 -39 6 6 Sóljan 10 2 - 0 - 8 197 277 -80 4 7 StÍF 11 1 - 0 -10 200 278 -78 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 9 - 2 - 0 322 260 62 20 2 Neistin 10 8 - 2 - 0 307 261 46 18 3 H71 12 5 - 2 - 5 329 334 -5 12 4 StÍF 11 4 - 1 - 6 297 295 2 9 5 Tjaldur 11 3 - 2 - 6 270 303 -33 8 6 KÍF 11 3 - 1 - 7 283 307 -24 7 7 Kyndil 12 2 - 0 -10 274 322 -48 4 Vestmenningar vóru til tíðir drálandi í verjuspælinum, og hetta dugdu skjúttarnir hjá hoyvíkingum at gera sær dælt av Mynd: Álvur Haraldsen