Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin 16. februar 2010 COPENHAGEN FASHION WEEK Kendasti danski móta ­ journalisturin Didder Rønlund er the Grand Old Lady í donsku mótavinnuni. Hon er útbúgvin journalistur og hevur skriv­ að um móta í meiri enn 60 ár. Hóast hon nú er farin um tey 83 árini, so hevur hon framvegis stóran áhuga fyri móta og ein gløðandi penn, tá um mótavinnuna ræður. Henn ara mein­ ingar viga tungt og hennara dómar um tað, sum verður sýnt fram, verða tiknir í størsta álvara. Hon var vinkona við Estée Lauder og Helena Rubinstein, og veit alt um øll, sum tað er vert at vita nakað um í mótavinnuni. Didder Rønlund hevur givið sínar spennandi endurminningar út í bókini »Hele mit liv på høje hæle«, sum kom út í fjør. Hóast hon er farin væl um tey 80, so er hon enn í starvi hjá Danish Fashion Industry, og tí var hon ein sjálvsagdur gestur til byrjunarshow ið á Copenhagen Fashion Week. Mótavikan byrjaði sein­ asta týsdag, og tað var sum vant við einum stórum showi, sum Ecco skip aði fyri. Showið kallast » Ecco – the Walk in Style Award 2010«. Nógv kend and lit vóru at síggja til tiltakið, sum varð hildið á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Hesu ferð varð talan um 350 gestir, 4 móta­ show, matskrá við 4 rættum og sum siður er, endaði kvøldið við, at ein heiðursløn varð latin eini kvinnu úr mótaheiminum, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri vælgerandi endamál. Startskotið til Copenhagen Fashion Week Ecco – the walk in Eva Kruse – stjórin fyri donskum móta Eva Kruse, sum er Chief Executive Officer í Danish Fashion Institute, var sjálvandi eisini til byrjunarshowið týskvøldið. Flestu føroyingar kenna hana tó helst best sum sjónvarpsvert, tí hon hevur havt bæði talkshow og mótasendingar á Tv2 og Tv3. Eva Kruse verður onkuntíð nevnd "stjórin fyri donskum móta", tí Danish Fashion Institute er eitt stórt felag, har allar flestu donsku sniðgevarnir eru limir. Barbara í Gongini og Guðrun&Guðrun eru eisini limir í felagnum, sum er ein netverksorganisatión fyri donsku mótavinnuna. Ein av uppgávunum er m.a. at profilera danskan móta á altjóða marknaðinum. Tað verður í høvuðsheitum gjørt á mótavikuni, sum veksur ár um ár. Alsamt fleiri altjóða mótajournalistar koma til Keypmannahavnar hesa vikuna, og tað sæst eisini aftur á útlendska marknaðinum. Eva Kruse hevur verið ein av høvuðsfyriskiparunum av Copenhagen Fashion Week í fleiri ár, og á byrjunarshowinum í ár sat hon til borðs við Mary krúnprinsessu. Gestir til byrjunarshow Mótavikan dregur altíð kend fólk til, og fleiri sjónleikarar, sangarar og onnur úr jet­settinum vóru til byrjunarveitsluna á Ráðhúsinum. Thomas Skov Gaardsvig, kanska betri kendur sum praktikanturin hjá Anders Lund Madsen, var sjálvandi eisini til staðar, har fólk komu inn. Her hevur hann fingið klørnar í Anne Mette Rasmussen, og helst spyr hann onkran pínligan spurning Szhirley og Maria Lucia Iben Hjejle