týsdagur 16. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. februar 2010
3
COPENHAGEN FASHION WEEK
Ecco Walk in
Style Award
2010
Ecco letur á hvørjum ári eina virðisløn til eina kvinnu í
mótaheiminum, sum er íðin innan vælgerararbeiði.
Virðislønin er 250.000 kr, og tað er ein serlig dómsnevnd,
ið velur vinnaran millum tær 5 tilnevndu. Í ár var tað
fyrrverandi polska modellin, Ilona Felicjanska, sum vann
fyri sítt stóra arbeiði við heilaskaddum børnum
Heiðurslønin varð handað av Mary krúnprinsessu, og
umvegis ein tulk takkaði Ilona fyri heiðurin: -Eg eri sera
ærað av at fáa hesa heiðurslønina. At hjálpa er ein náttúr-
ligur partur av mínum lívi, afturfyri alla ta eydnu eg sjálv
havi upplivað. Mín hjálparfelagskapur »Forgetmenot«
hjálpir børnum við Cerebral Parese og mammum teirra. 2
út av 100 børnum fáa hesa diagnosuna, men í Póllandi
hava bert 1% ráð til viðgerð og venjing, greiddi Ilona frá,
tá krúnprinsessan handaði henni kekkin á 250.000 kr.
Hinar tilnevndu vóru:
* Danska Malene Birger er ein víðakendur sniðgevi, sum í nógv ár hevur arbeitt við Unicef
* Týska Dana Sweiger rekur merkið Bellybutton til barnakonur, og hevur í áravís verið knýtt at týska
felagnum SterniPark e.V., ið arbeiðir við vælgernadi endamálum.
* Svenska Efva Attling, fyrverandi model og tónleikari, og núverandi sniðgevi, hevur í áravís stríðst fyri
javnbjóðis rættindum fyri samkynd í Svøríki. Harumframt hevur hon verið við í bardaganum um at gera
heimin til eitt betri stað.
* Norska Kari Traa var í áravís ein toppstjørna innan skikappingar, og hevur vunnið fleiri heiðursmerki
m.a. á Olympisku Leikunum. Hon hevur nú egna framleiðslu av skiklæðum og hjálpir í dag ungum ski-
talentum við at gerast betri og koma víðari.
Style Award 2010
Tekstur: Eydna Skaale
Myndir: Beinta Haraldsen
Mary krúnprinsessa hevur leingi verið sædd sum eitt av størstu donsku
mótafyrimyndunum, og hon plagar eisini at vera ein íðin gestur til fleiri av
mótasýningunum. Í ár hevur kongshúsið tó boðað frá, at hon ikki luttekur á
vikuni, men til byrjunarshowið "Walk in Style" hevði hon eina serliga uppgávu,
tí hon plagar á hvørjum ári at handa serligu heiðurslønina til ta kvinnuna, sum
dómsnevndin velur, og í ár var einki undantak.
Camilla Ottosen var vertur,
og her hevur hon eina pausu
handan pallin.
Ein modell poserar handan pallin,
meðan hon bíðar inntil hinar verða
klárar.
Tríggjar modellir ílætnar til evnið »jørð«
standa og bíða inntil tað verður teirra
tørn at trína inn á pallin.
Backstage
Meðan alt var róligt og pro-
fessionlet í stóra salinum, so
varð arbeitt undir há trýsti hand-
an pallin. Tær 10 modell irnar
skuldu stylast fullkomi liga av
nýggjum til allar fýra sýning-
arnar, og sjálvsagt var nógv
arbeiði av tí. Stylistur var kendi
danin Uffe Buchard, og hann
legði dent á tey fýra frumevnini
eld, vatn, jørð og luft.