týsdagur 16. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin 16. februar 2010
COPENHAGEN FASHION WEEK
Meðan tað mesta av mótamessuni
gongur fyri seg í miðbýarøkinum í
Keypmannahavn, so heldur Beinta
Poulsen, sum eigur merkið Soul
Made, seg burtur frá resin um.
– Eg havi fyrr verið ein partur av
messuni og havt ein bás, har øll hini
eru, men tað eru fleiri vans ar við tí.
Fyri tað fyrsta er tað ógvuliga roka
ligt. Har er larmur og stress og sera
nógv fólk. Tað er eitt sindur verri at
geva sær góða tíð at tosa við kund
an, og tænastan verður tí kanska
ikki eins góð, greiðir Beinta frá.
Hon er framvegis ein partur av
mótavikuni í Keypmannahavn, men
á sín egna hátt.
– Nú bjóði eg heldur kundunum út
higar í okkara vanliga show room
hjá Soul Made, sum liggur í
Kastrup. Tey bóka tíð hjá mær, og
eg kann taka mær góða tíð at práta
við tey, uttan at tað er annað, sum
forstýrar. Sjálvt um tey mugu koyra
eina løtu fyri at koma út higar, so
havi eg bara fingið positivar
viðmerkingar frá kundunum, vísir
Beinta á.
Hon sigur, at hon sjálvandi kann
missa nakrar kundar, sum kanska
høvdu dottið um hennara merki,
meðan teir gingu millum básarnar á
messuni, men hon heldur, at tað er
talan um so fáar kundar, at tað ikki
er vert tað.
– Tey flestu hava tikið avgerð,
áðrenn tey fara heimaífrá, um hvat
tey vilja keypa. Hevur tú eina
avtalu, so hevur tú ein ordra, tí inn
keyp ararnir hvørki tíma ella hava
tíð at koyra runt til sniðgevar fyri at
for vitnast, vísir Beinta á.
Hon leggur afturat, at hon hevur
verið nærum fult bókað alla vikuna,
so hon hevði ikki havt tíð at tikið
sær av teimum spontanu kundunum,
sum kundu víst seg til stóru mess
urnar, allíkavæl.
Vaskandi áhugi í Týskland
Meðan vit eru og hitta Beintu,
hevur hon vitjan av einum týskum
innkeypara. Og tað er serliga uttan
lands, at hon selir síni klæði.
– Hesa vikuna eru tað bara út
lendskir keyparar, sum koma at
hitta meg, og Týskland er ein av
teim um marknaðunum, har eg
merki vaks andi áhuga, greiðir
Beinta frá.
Í vikuni, sum er eftir Copenhagen
Fashion Week, er Beinta aftur fult
bókað, hesuferð við donskum inn
keyparum.
Hon sigur, at hon hevur merkt ein
fíggjarligan aldudal, beint tá krepp
an herjaði harðast, men hon heldur,
at tað er um at venda nú.
– Tað var kritiskt eina tíð, men nú
havi eg lært av tí, og havi innrættað
meg eftir, at fólk ikki hava so nógv
ar pengar, og at handlar kunnu fara
í gjaldssteðg. Millum annað geri eg
nú ikki so stórar kollektiónir, sum
eg gjørdi fyrr, greiðir Beinta frá.
– Eg leggi meg eftir at gera
smáar, men góðar kollektiónir. Mín
stílur er tó enn hin sami. Mær dám
ar væl tað feminina og vakra, men
nú tann rái stílurin er so nógv
frammi, hava smá element av tí ráa
eisini sníkt seg inn.
– Litirnir í vetur verða klassiskir,
tað verður nógv svart, grátt, hvítt
og blátt, og tað verður ikki so nógv
sprell í, sum tað var seinasta vetur.
Eg haldi, at klassiskt er eitt gott orð
at lýsa mótan fyri 2010 við, sigur
Beinta Poulsen at enda, áðrenn hon
tekur ímóti næsta kundanum.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir: Beinta Haraldsen
Soul Made í friði og náðum
Beinta Poulsen frá Soul Made er eisini við á mótavikuni, men á ein øðrvísi hátt. Hon situr úti í
Kastrup, langt burtur frá mótaresinum og -pallunum, og tekur ímóti sínum kundum, sum koma til
show-rúmið hjá Soul Made. Har er friður at tosa og røkja sambondini.
Mynd: Beinta Haraldsen