Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. februar 2010 5 COPENHAGEN FASHION WEEK Trendir, vit ikki hava sæð í longri tíð Tað var einki, sum var fullkomiliga slóðbrótandi ella yvirraskandi á Copenhagen Fashion Week. Hóast mótin hevur flutt seg nakað, so verður hann tó í sama tráð, sum hann hevur verið seinastu kollektiónirnar. Tó eru nøkur nýggj fyribrigdi at síggja, sum ikki hava verið at sæð í eins stóran mun í undanfarnum kollektiónum. Vit kunnu tó siga, at mótin fer tveir vegir, antin verður tað tann rái dirty glam stílurin við leðri og nittum ella tað klassika og vakra við denti á smálutirnar. Velour Vit skulu rættiliga langt aftur í tíðina fyri at síggja nervøst velour á mótapallunum. Men í heyst og vetur verður velour tað nýggja tekstilið, sum gongur aftur hjá fleiri snið­ gevum. Sailor-stílurin Sailor­stílurin, sum var sera nógv frammi í 80'unum, verður aftur at síggja í heyst og vetur. Vit hava sæð eitt lítið sindur til hann í undan­ farnum kollektiónum, men ikki so gjøgnumført, sum nú. Undir sailor­ stílin hoyra eisini stríput klæði, sum verða eitt mást í heyst og vetur. Eisini sailorskógvarnir úr leðri verða inn aftur nú. Draperingar, stórir flesar og rykt toy Tað vóru sera fáir sniðgevar, ið ikki spældu sær við draperingar av yms­ um slagi. Eisini ovrustórir fles ar og rykkingar í toynum verða nógv at síggja seinni í ár. Nýggir litir Tað verða nakrir nýggir litir í vetur. Blátt verður absolutt ein av mást hava litunum, eins og myrkareytt eisini verður nógv at síggja. Sera nógvar av kollektiónunum høvdu harumframt eisini jørðlitir, sum beige, brúnt, svart, myrkagrønt og rustreytt/kopar. Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Myndir: Beinta Haraldsen Rützou Rützou Rützou Ymsir sniðgevar Ymsir sniðgevar Ymsir sniðgevar Ymsir sniðgevar Rützou Rützou Rützou Ymsir sniðgevar Rützou Rützou Rützou Guðrun&Guðrun