týsdagur 16. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin 16. februar 2010
COPENHAGEN FASHION WEEK
Barbara í Gongini hevur framvegis
sín heilt egna og sermerkta stíl.
Hóast hon hevur ment seg og nú
gongur nýggjar leiðir, ert tú tó á
ongan hátt í iva um, at tað er
Barbaru'sa sniðgeving, tú sært.
Henni dámar at spæla við tilfar,
linjur og samanseting, og at yvir
raska áskoðaran. Og tað gjørdi hon
sanniliga eisini á Copenhagen
Fashion Week.
Ovurfegin Barbara
Mótashowið byrjaði heldur óvænt
að – við nøkrum ljósum settum.
Longu tá hoyrdist eitt suð í salinum,
tí Barbara hevur altíð hildið seg
mest til tað svarta. Tey svørtu settini
komu tó seinni, og knútar, flættur,
skeivar linjur og assymetri floymdu
um pallin.
Barbara sigur sjálv, at hon hevur
arbeitt nógv við fýrakantum, tí
mini malistiska og at blanda tað
vakra og lætta við tí tunga og tí
ráa. Úttrykkið var harumframt
meiri »street«, enn tað fyrr hevur
verið, t.d. við skrøddum nylon
sokkum.
– Tíðin fram til mótavikuna er
ótrúliga strævin, tí tað er so nógv
sum skal fáast at passa saman, so
beint nú eri eg glað fyri, at tað er
yvirstaðið, greiddi Barbara í Gong
ini frá beint eftir sýningina.
Hon segði, at tíðin fram til showið
hevur verið stressandi, og hon fekk
ikki tey seinastu pløggini aftur frá
framleiðsluni í Pakistan og Litava
fyrr enn hósmorgunin, sama dag,
sum sýningin skuldi vera.
Barbara nýtti hesuferð Uffe Buc
hard, sum er ein ógvuliga kendur
stylistur, at hjálpa sær við sýning
ini.
– Men hann slapp ikki at be
stemma so nógv, tí eg eri so ráðarík
og vil hava tað uppá mín máta. Men
tað var eitt spennandi samstarv,
sum eg vænti fer at halda fram,
greið ir Barbara frá.
Stylingin var rættiliga dramatisk,
og modellirnar vóru bleikar á at líta
við hvítum smyrsli um eyguni og
bleikum varrum.
Janus, Jens og Eivør
Men tað vóru ikki bara klæðini og
stylingin av modellunum, ið fang
aðu áskoðararnar. Pallurin var heilt
hvítur og fyri endan var ein stórur
skermur við grafikki. Tónleikurin
var heldur ikki vanligu bankandi
rútm urnar, tvørturímóti. Tað var
Jens L. Thomsen, ið vit kenna frá
bólkum sum Clikhaze og Orku, ið
hevði gjørt tónleikin. Showið byrj
aði við kirkjuklokkum, sum ringdu,
og tað boðaði beinanvegin frá, at
hetta ikki fór at vera ein vanlig sýn
ing. Síðani kom meiri ljóð á, og
útrykkið gjørdist meiri dapurt.
Tá showið var hálvrunnið trein
Eivør brádliga inn á pallin, stylað
sum modellirnar og í klæðum frá
Barbaru í Gongini. Hon gekk júst
sum hinar modellirnar, so tey, sum
ikki kendur hana, hildu hana vera
eina vanliga model. Men brádliga
steðgaði hon mitt á pallinum og
byrjaði at syngja, meðan hinar
modell irnar gingu víðari. Útrykkið
var ógvuliga Orkukent, og hon
skapti eitt heilt serstakt huglag við
sínum sangi, sum stóð sum ein mót
setningur til dapra tónleikin.
Frá mínum setri eygleiddi eg út
lendsku áskoðararnar, og tað var
týðiligt, at teir vóru sera bergtiknir
og yvirraskaðir av hesi óvæntaðu
sangframførðsluni. Eg hoyrdi við
merk ingar sum »– Tað er øgiligt
handan modellin dugur væl at
syngja«. Fleiri funnu sær eisini far
telefonina fram og avmyndaðu hetta
yvirraskandi elementið í sýningini.
Tá sýningin var liðug, og Barbara
sjálv kom út eftir pallinum, rungaðu
lógvabrestirnir, og fólk floytaðu,
róptu og góvu sína gleði til kennar.
Stuttligt, strævið og alneyðugt
– Tað er so fantastiskt at vera á
mótavikuni, men tað er nógv arbeiði
av tí. Vit hava verið eini 12 fólk í
gongd við hesum showinum í ein
mánað, og vit hava seymað, evnað
til og fyrireikað.
– Men hóast tað er strævið, so er
tað vert tað, tí tað verður ein stórur
innsatsur gjørdur við at flúgva út
lendsku mótapressuna til Keyp
mannahavnar hesar dagarnar. Tað
er jú sera týdningarmikið fyri okk
um sniðgevar, at tey røttu magasinini
í New York og Italia síggja, at vit
eru til og hvat vit hava at bjóða, og
tí má man veruliga spíla seg út
hesar dagarnar, vísir Barbara á.
Hon sigur, at støðið á móta mess
uni í Keypmannahavn er sera høgt,
og sniðgevingin har er eitt stig
framman fyri onnur lond.
– Tað eru fleiri, sum koma higar
at forvitnast og síggja hvat rørir
seg, tí tað sum hendir her, fer heilt
víst eisini at breiða seg longur út í
heim, greiðir Barbara frá.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir: Beinta Haraldsen
Barbara bergtók
Barbara í Gongini prógvaði seinasta hóskvøld, at hon framvegis er ein av bestu og mest slóðbrótandi
sniðgevunum í ríkinum. Hennara show var ikki ein mótasýning – tað var ein uppliving.
Barbara í Gongini fekk bestu ummæli, hon nakrantíð hevur fingið, eftir at hon
sýndi sína A/W kollektión fram seinasta mikudag. Bæði útlendskir og danskir
mótajournalistar hava róst henni til skýggja, og hon er harumframt skýrd at
vera millum teir fýra sniðgevarnar í ríkinum, sum hava bestan møguleika at
fáa eitt veruligt gjøgnumbrot uttanlands
Eivør stóð fyri stóra yvir
raskilsinum á showinum,
tá hon klødd sum modell
brádliga trein á pallin og
byrjaði at syngja