týsdagur 16. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin 16. februar 2010
COPENHAGEN FASHION WEEK
Wackerhaus hevði sítt fyrsta stóra
mótashow í august 2008, og síðani
er hon vorðin alt meiri viðurkend
og vældámd. Hon hevur arbeitt við
trongum fíggjarkarmum, eins og
flestu nýliga byrjaðir sniðgevar,
men saman við heiðurinum Ársins
nýggi sniðgevi 2010 fylgdi eisini
eitt mótashow á Ráðhúsinum við
modellum og styling, og virðið á
øllum pakkanum var 150.000 kr.
Wackerhaus ger klæði, sum eru
ein føld, men við fangandi smálutum
og einum rættiliga grafiskum út
trykki. Tað eru reinar linjur, og tað,
hon leggur seg eftir, gongur í stóran
mun aftur í allari kollektiónini.
Tað, sum hon sýndi fram á Ráð
húsinum á Copenhagen Fashion
Week, vóru í stóran mun klæði úr
silki, vit sóu nógvar draperingar og
flesar, og lekrar smálutir. og liturin
kopar gekk aftur í fleiri av pløgg un
um. Annars var kollektiónin jørðlitt
og klassisk, við gráum, svørtum,
brún um, og koparlittum litbrigd
um.
Móti er brúkslist
Wackerhaus sigur sjálv, at móti fyri
hana merkir list.
– Men tað er sjálvandi eisini
týdn ingarmikið, at tað, eg geri, er
brúkiligt og praktiskt, hóast eg
leggi meg eftir tí raffineraða og
feminina stílinum.
– Eg strembi eftir, at míni klæði
ikki skulu vera tengd at ávísum árs
tíðum ella tíðarskeiðum, men at tey
skulu vera klassisk. Eg vil, at tey
skulu kunna takast fram úr skáp
inum umaftur og umaftur, ár eftir
ár.
Dómararnir
Í grundgevingini fyri at kjósa
Wackerhaus sum besta nýggja snið
geva stóð, at: Wackerhaus kollek
tiónin skilir seg úr mongdini, tí
Trine Wackerhausen hevur eitt fan
tastiskt eyga fyri smálutum, hon
hev ur markantar silhouettir og
klæð ini eru sera væl framleidd.
Wackerhaus kollektiónin hevur ikki
bert nýhugsandi val av litum og eitt
sterkt, egið útrykk, sum er lætt at
kenna aftur við tí undirspælda
kvinnu liga, hon hevur eisini prógv
að, at merkið hevur ment seg eftir
eini sterkari, mótarættari kós.
Í dómarapanelinum sótu Bjørn
Bruun frá Bruuns Bazaar, Anne
Christine Persson, sum var ein av
leiðarunum
fyri
Copenhagen
Fashion Week, Cecilie Christiansen,
ábyrgdarblaðstjóri á Elle, Mina
Ingerslev, makeup artistur og Nina
Schaefer frá Max Factor. Til bar
eisini hjá almenninginum at atkvøða
um hvør skuldi vera besta nýggja
navn.
Hinar tilnevndu
Wackerhaus var ein av teimum
trim um
tilnevndu;
hinar
vóru
Eluise, sum eisini er eitt sera nógv
umtalað nýtt merki, og Louise
Amst rup, sum fekk sera góð um
mæli á mótavikuni.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir Beinta Haraldsen
Wackerhaus er besti nýggi sniðgevi
Tríggir ungir sniðgevar vórðu tilnevndir heiðurin at gerast »Max
Factor New Talent Award 2010«. Tá samanum kom, var tað Trine
Wackerhauser, við merkinum Wackerhaus, sum vann, og hon
hevur nú av álvara sligið sítt navn fast innan mótaheimin
Trine Wackerhauser vann kappingina um at gerast besti nýggi sniðgevi. Men hóast hon er ung og nýggj, so er hon longu
vorðin vælumtókt hjá mótakennarum. Vinningurin, sum var ein mótasýning við øllum á Ráðhúsinum í Keypmannahavn,
hevði stóran áhuga hjá pressuni, og tí verða tað nú helst fleiri, ið fáa eyguni upp fyri Wackerhaus
Wackerhaus hevur eitt
sera grafiskt útrykk.
Tað eru reinar linjur, og
henni dámar væl teir
skeivu og eitt sindur
øðrvísi litirnar. Hóast
hon er ung og nýgg,
hevur hon eitt úttrykk,
sum er púra hennara
egna