Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin 16. februar 2010 COPENHAGEN FASHION WEEK Sambært eini mótasýning, sum var hildin í Terminal 2, har meiri av slappaðu klædnamerkini í einum yvirkomiligum prísflokki helt til, so verður streetstílurin sera opin komandi vetur. Hóast ávísir tendensir hómast, so er at kalla alt loyvt. Sailor mótin verður tó dominer­ andi til bæði mann­ og konufólk. Eisini jørðlitirnir brúnt, grønt, beige og myrkablátt verða nógv at síggja, men tað verður við kon­ trastum av neonlitum, so sum skríggjandi appelsingulum, gulum, grønum og pink. Og leggið eisini til merkis, hvussu lissurnar eftir øllum at døma verða avloystar av gaffa­tapi. Tað snýr seg tó mest av øllum um at lata tína persónligheit skína ígjøg num, so óansæð hvat mótin dikterar, skalt tú vera trúgvur móti tær sjálvum og tínum stíli. Orð eru helst óneyðug, vit lata myndirnar tala fyri seg. Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Myndir: Beinta Haraldsen Mótin á gøtuni – alt er loyvt