Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. februar 2010 11 COPENHAGEN FASHION WEEK Yvir fimmhundrað pressufólk úr øllum heiminum vóru í Keypmannahavn í farnu viku, tá Copenhagen Fashion Week vísti verðini, hvat norðurlendsk sniðgeving er Hóast sniðgevar, stylistar og modellir spílaðu seg út og vístu seg frá síni allarbestu síðu, so var alt stríðið lítið vert, um ikki fotografar og journalistar eisini gjørdu sítt arbeiði til lítar. Mugu hava røttu fólkini at hyggja Tað eru nøkur mótabløð og -maga- sin kring heimin, ið hava størri ávirkan enn hini. Serliga eru nøkur mótabløð í Italia og í USA, sum hava serliga tyngd, og teirra orð er at kalla lóg innan mótaheimin. Tað, tey taka upp og skriva jaliga um, fær ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina hjá teimum sniðgevun- um, ið verða umrøddir. Tí er tað av alstórum týdningi fyri skandinaviskan móta, at tað eru tey røttu fólkini, ið koma og hyggja. Men tað tykist ikki vera nakar trupul leikar at lokka journalistar til Copenhagen Fashion Week. Fyrstu ferðirnar, at Copenhagen Fashion Week varð hildin, vórðu allir teir týdningarmiklu móta skri- bentarnir bodnir til Keypmanna- havnar og fingu bæði ferð og uppi- hald rindað. Tað var Danish Fashion Industry, ið er felagið hjá flestu snið- gevunum, ið skipaði fyri hesum. Men nú vikan hevur verið hildin nakrar ferðir, er ikki longur neyðugt at bjóða miðlunum uppihald og ferð – nú koma teir av sær sjálv um. Áhugin vindur uppá seg Eva Kruse er stjóri í Danish Fashion Industry, og hon sigur, at danska mótavikan er høgt i metum hjá móta fólki kring allan heim. – Nú gjalda vit bara fyri teir allar størstu mótajournalistarnar, sum vit halda hava størstan týdning. Men hóast bert fá verða bjóðað, so eru yvir 500 pressufólk úr øllum heim- inum í Keypmannahavn hesa vik- una, so tað er alstórur áhugi. – Fyrr var tað eisini so, at tað kanska vóru assistentarnir hjá skri- bentunum, sum komu út til ymsu showini, men nú síggja vit, at tað eru skribentarnir sjálvir, sum koma, og tað er eitt tekin um, at tað, sum verður sýnt fram hesa vikuna, er vert at síggja. Fáa bestu plássini Ein og hvør kann ikki koma inn av gøtuni og til eitt mótashow. Teir kend astu skribentarnir og stylistar- nir verða bodnir til ymsu showini, og hinir journalistarnir mugu skriva til sniðgevan og biðja um at fáa eina innbjóðing. Duravørar standa síðani og krossa av, tá tú kemur til showið, og vísa tær hvar tú skal sita – ella standa. Týdningarmestu nøvnini sita á bestu plássunum, og nøvnini eru skriv að á stólarnar, so eingin ivi er um, hvør situr hvar. Tað eru tó fleiri show, har øll ikki fáa sess, og fleiri mugu standa. Men tað ger pressan gleðiliga, tí tað, sum fer fram á mótavikuni í Keypmannahavn, er nú á so høgum støði, at tað stingur kósina fyri mótan út í korti, og mótaheimurin bíðar spentur at síggja, hvønn veg leiðin ber. Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Myndir: Beinta Haraldsen Á pallunum, sum eru settir av til myndafólk, er mangan trongligt, og tað snýr seg um at vera í góðari tíð, fyri at fáa tað besta plássi. Kappingin um at fáa bestu myndirnar er nevniliga hørð. Pressan stórur partur av mótavikuni Kjakið snýr seg um, hvørt móta- bloggarar gera mótaheiminum skaða ella gagn. Mótabloggararnir eru ótalligir, men tað eru nakrir, sum eru betri enn aðrir og sum verða meiri lisnir. Hesir heilt vælumtóktu bloggarnir eru ótruliga valdsmiklir, tí teir náa fólki í øllum heiminum. Tað er jú ein lættur, ómaksleysur og bíligur háttur at fylgja við í hvat rørir seg í mótaheinum. Tú skalt bert klikkja teg inn á ein tílikan mótablogg, har onkur savnar alt tað mest áhugaverda saman fyri teg, og tær nýtist ikki at gjalda fyri tænastuna. Tí mugu teir bestu mótabloggarnir metast at hava eins stórt vald og tey størstu mótamagasinini. Gott ella ringt? Eitt prógv um hetta valdið er, at teir bestu mótabloggararnir nú, sum nak að nýtt, verða bodnir við til stóru mótashowini, og teir fáa tey bestu plássini undir liðini á víða- gitnu mótajournalistunum. – Gott fyri mótan og snið gev- ararnar, siga summi. Við blogg- arunum fáa sniðgevararnir jú ein eyka pall at standa á, so teir kunnu náa fólki, ið annars neyvan høvdu frætt um teirra arbeiði. Øll umtala er reklama, og tí eiga sniðgevararnir sjálvandi at taka atlit til bloggararnar og gera sær dælt av teimum á full- besta hátt, m.a. við at seta teir á fyrstu røð til showini. – Katastrofalt fyri mótan, siga summi. Tað kann ikki vera rætt, at ein og hvør 15 ára gomul genta við eini teldu og einum bloggi kann kalla seg fashionista, og á tann hátt diktera øðrum, hvat er smart. Móta- journalistarnir hava útbúgvingar, teir hava verið í fakinum í áravís og hava bygt eina servitan upp. Teirra vanda eyga dugir at hyggja at mót- anum og mótaheiminum við røttum perspektivum, og teir hugsa ikki bert um, havt teir sjálvir halda vera kul. Og fær ein sniðgevi vánaligt skoðsmál frá einum bloggara, sum ikki veit hvat hann tosar um, men allíkavæl hevur so stórt vald, kann tað fáa ógvuliga harmiligar avleið- ingar. Merkini varnast bloggararnar Hvussu er og ikki, so hava fleiri av kendu merkjunum fingið eyguni upp fyri mótabloggarunum, tí markn aðarføringsvirðið er so stórt. Umsetningurin veksur sama dag, sum tey fáa jaliga umtalu á einum av kendastu bloggunum, og tí hava fleiri merkir gjørt stuðulsavtalur við bloggarar um, at senda teimum nýggja vøru og pening, um teir verða nevndir við jaligum orðum afturfyri. Hetta ger, at mótabloggarar nú fara frá at vera amatørar við einum frítíðarítrivi til at vera amatørar við einum professionellum arbeiði. Brennandi spurningurin er so, um tað er gott ella ringt. Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com myndir: Beinta Haraldsen Bloggarar alsamt størri vald Gala Gonzales er ein av heimsins kendastu bloggarum, og hon bloggar m.a. á Vogue España. Her er hon til showið hjá Barbaru í Gongini við einum øðrum heimskendum bloggara, Pelayo Diaz, har tey høvdu fingið sess á fresmtu røð. Gala Gonzales hevði upprunaliga ikki ætlað sær at komið til Keypmannahavnar á mótavikuna, men stjórin hjá Georg Jensen ringdi til hennara og bjóðaði henni at koma á mótavikuna og at rinda henni bæði ferð og uppihald, um hon bert vildi fara til onkur ávís show, sum Georg Jensen var høvuðsstuðul hjá. Tá hon fekk alt rindað, kundi Gonzales ikki siga nei, og tískil hevur hon seinastu dagarnar bloggað um skandinaviskan móta úr Keypmannahavn. Hesar dagarnar, Copenhagen Fashion Week hevur verið, hevur eitt kjak stungið seg upp um fenomenið mótabloggarar, sum seinastu tíðina eru blivnir ein fastur partur av mótasýningunum