týsdagur 16. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin 16. februar 2010
COPENHAGEN FASHION WEEK
Tað vóru tvær fegnar damur eftir
sýningina, tá allir umleið 500
áskoð ararnir vóru farnir avstað
aftur.
– Eg havi verið púra við síðuna av
mær sjálvari hesar seinastu dagarnar,
so nú er tað deiligt, at tað er yvir
staðið. Sjálvandi eru altíð onkur
ting, sum eg haldi kundu gingið bet
ur, men sum heild eri eg væl nøgd,
segði Guðrun Ludvig eftir sýningina.
Dagarnir uppundir sýningina vóru
hektiskir, og bæði Guðrun og
bindikonurnar, hava verið í gongd so
at siga allatíðina.
– Tær hava verið so tolnar við mær,
og vit hava stríðst og strevast inntil vit
fingu tað júst, sum eg vildi hava tað,
greiðir Guðrun Ludvig frá.
Menning í sniði og litum
Tað er framvegis hondbundið, og
tað er framvegis eitt spæl ímillum
tað lætta og feminina og so tað
meiri ráa úttrykkið, men tað er
eisini týðiligt, at Guðrun&Guðrun
hava flutt og ment seg. Tað var sera
nógv forvitnisligt at síggja, og sum
Guðr un Ludvig sigur, so hevur hon
sæð hvørt einasta plagg sum eitt
listar verk.
– Tað verða ikki tvær troyggjur,
sum verða fullkomiliga eins, tí tað
ber ikki til at gera tær akkurát sama
slag. Eg havi arbeitt sera nógv við
at fáa tað listarliga úttrykkið fram,
greiðir hon frá.
– Eg havi havt tvey lyklaorð, sum
eg havi havt í huga, meðan eg havi
arbeitt við hesi kollektiónini. Eg
havi roynt at fingið bæði tað sofisti
keraða og tað intellektuella við í
myndina. Og so havi eg roynt at
fara longur í djúpdina við tí tradi
tionella. Harafturat havi eg eisini
nýtt onnur materialir saman við tí
vanliga, sigur Guðrun Ludvig, sum
tekur sær av sniðgevingini.
Eisini litir sum karrygult og rust
reytt eru komnir við í heyst og
vetrar kollektiónina, og tað ráa
úttrykkið er komið meiri fram, við
nýggjum mynstrum og bindingar
háttum.
Aura trein á pallin
Sýningin á Ráðhúsinum byrjaði
við, at Aura trein á pallin, og einsa
møll við sínum guitara framførdi
hon eitt lag, sum hon hevði skrivað
til høvið.
Hon var í einum yndisligum, løtt
um, hvítum kjóla frá Guðrun&
Guðrun, og hon skapti eitt heilt
serligt og sárbart úttrykk.
Men so skjótt hon var liðug,
broyttist tónleikurin, nú vóru tað
brádliga bankandi rútmur, leður og
tatoveringar í staðin. Mannfólkini
vóru í leðurbuksum, meðan kvinnu
ligu modellirnar fyri tað mesta bert
vóru í troyggjum ella kjólum. Hetta
gjørdi, at bundnu pløggini av álvara
komu í fokus, og tað vóru tey, tú
legði merki til.
Til sýningar sum hesar, er tað av
alstórum týdningi, at tað eru tey
røttu fólkini, sum síggja tær og
skriva um tær, og Guðrun og
Guðrun vóru sera væl nøgdar við
upp møtingina, tí tað vóru nógvir
týðandi mótajournalistar úr øllum
heiminum,
Rós til G&G
Eftir sýningina vóru skoðsmálini
greið. Guðrun&Guðrun hava nakað
heilt serligt, og tær megna at skapa
móta, sum bæði er feitur og funk
tionellur. Tað ber faktiskt til at fara
í klæðini – eisini hjá vanligum
fólki.
Hóast talan er um gamlan før
oyskan sið, so hava Guðrun&Guðrun
nú tikið henda sið til eitt altjóða
støði.
– Fleiri hava sagt við okkum, at
henda sýningin kundi verið sýnd í
einum og hvørjum landi, sjálvt
London ella New York, tí hon hevur
ein altjóða dám. Og tað eru vit jú
glaðar fyri at hoyra, tí vit satsa jú
serliga upp á marknaðin uttanlands,
til dømis Japan, sigur Guðrun
Rógvadóttir.
Spurdar, um tær ikki fara at
endurtaka showið í Føroyum, svara
tær, sum við ein munn, at tað kundi
verið stuttligt, men hvussu skal
man kunna fáa 500 fólk til Føroya
til eina sýning?
– Hetta er ótrúliga nógv lættari, tí
umstøðurnar eru her og fólkini eru
her, og at halda eina slíka sýning í
Føroyum er jú eitt veruligt sats, tí
um tað er mjørki, ja, so er alt
oyðilagt, vísir Guðrun Rógvadóttir
á.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir: Beinta Haraldsen
Guðrun & Guðrun
á altjóða støði
Sýningin hjá Guðrun&Guðrun fríggjakvøldið mundi vera tann einasta, har øll pløggini vóru virkað við hond. Og
hóast grundarlagið er føroyskt, var ein av afturmeldingunum frá mótafólkunum, at handan sýningin tað sama
kundi verið víst í London ella New York. Hon hevði altjóða støði!
Hóast nakrar fáar av eyðkendu stjørnunum hjá Guðrun&Guðrun vóru at síggja, so eru tær
nú avgjørt komnar víðari. Mannfólkatroyggjurnar verða í stóran mun ráar við eyðsýndum
mynstrum og grefligari binding, meðan damuklæðini verða feminin og løtt við stórum
eygum. Litirnir verða í høvuðsheitum grátt, svart og hvítt, tó við ísletti av jørðlitum.