týsdagur 16. februar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin 16. februar 2010
COPENHAGEN FASHION WEEK
Modellirnar í Keypmannahavn
hava úr at gera, tá mótavikan
er á skránni. Tær allarflestu
hava fleiri arbeiðir hvønn dag,
og tað merkir, at tær mugu
renna skjótt millum showini,
sum liggja slag í slag
Beint eftir showið við Wackerhaus
fingu vit orðið á tvær av modell
unum frá 2pm, áðrenn tær skuldu
skunda sær víðari til næsta show.
Lin Kjerult og Amalie Reeoltz,
18 og 16 ára gamlar, greiða frá, at
tað eru sniðgevarnir sjálvir, sum
velja tær modellirnar út, sum teir
vilja hava til showini.
– Tað eru stórar castingar, har
fleiri sniðgevar eru savnaðir, og so
ganga vit fyri teimum, og teir velja
út hvørjar modellir teir vilja hava.
Teir skriva upp og seta seg síðani í
samband við modelbureau'ið, sum
ordnar alt tað praktiska.
Hektiskt aftanfyri pallin
Tá tær verða spurdar um, hvussu
stemningurin er handan pallin til
mótasýningarnar, svara Amalie og
Lin sum við ein munn, at tað er sera
hektiskt.
– Vit eru so nógvar modellir, sum
skulu stylast og gerast klárar, og tá
man hevur so nógv show sama dag,
eru vit sum oftast stylaðar frá sein
asta showinum, so tað skal alt takast
burtur, bæði smyrsl og frisurur, og
síðani gerast av nýggjum, so tað
hóskar til tað næsta showið.
– Beint áðrenn vit skulu inn á
pall in, er tað eisini ein stylistur,
sum stendur og rættar klæði og hár,
áðrenn vit fara inn á pallin, men tá
vit koma í ljósið, skal tað ikki síggj
ast á okkum, at tað er stressandi.
Tær siga, at tá tær koma afturum
aftur, mugu tær renna fyri at náa at
skifta klæði, og fleiri hendur arbeiða
av øllum alvi fyri at fáa skiftini at
ganga so skjótt og væl, sum gjør
ligt.
Spurdar, um tær verða nervøsar
undan sýningunum, svara tær, at
tað eru tær.
– Man pískar ofta ein stemning
upp, áðrenn man skal inn, men so
skjótt man kemur út á pallin, so eru
nervarnir horvnir aftur, so tað er
ikki so galið allíkavæl, heldur
Amalie
– Sjálvandi eru klæðini tað
vigtigasta, men eg hugsi absolutt
eisini um, at fólk hyggja at mær,
meðan eg gangi, sigur hon.
– Ja, leggur Lin afturat, tað snýr
seg jú um heildina, so sjálvandi
leggja áskoðararnir eisini merki til
okk um, hóast tað í grundini eru
klæðini , sum eru í fokus.
Bara góðar upplivingar
Modellirnar møta vanliga einar 34
tímar, áðrenn showið byrjar. Tær
verða smurdar og stylaðar og fáa at
vita hvussu tær skulu ganga.
– Men hesa vikuna er tað sera
hektiskt hjá okkum øllum, so nú
eru tað fleiri, sum ikki møta fyrr
enn ein tíma áðrenn showið byrjar,
tí tær koma beint frá øðrum show
um. Tá skal arbeiðast skjótt fyri at
umstyla tær.
Tær flenna smædnar, tá tær verða
spurdar um at velja tann sniðgevan,
sum er bestur at arbeiða saman við.
Kanska tær hugsa um ikki at brenna
sínar brýr, men tær svara ógvuliga
útjavnandi, at allir sniðgevarnir, ið
tær hava arbeitt við, hava verið sera
vinarligir og fittir.
– Nógv halda antin, at modellir
nar hava eitt super glamourøst lív,
ella at vit verða illa viðfarnar.
Hvørki av hasum passar. Tá vit eru
lidnar við showini fara vit heim við
bussinum, og vit ganga báðar í
skúla við síðunar av, júst sum vanlig
ungfólk á okkara aldri, sigur Lin,
sum sjálv gongur í studentaskúla.
– Og vit verða heldur ikki illa
viðfarnar, tvørturímóti. Vit fáa bæði
mat og drekka, og tey spyrja okkum
allatíðina, um vit hava tað gott, og
um alt er okey. Og mær dámar væl
at verða stylað og latin í, so eg haldi
hetta lívið vera super, sigur Amalie,
áðrenn tær fara smárennandi tvørt
urum Ráðhúsplássið á veg til tað
næsta arbeiðið, sum er við Barbaru
í Gongini.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir: Beinta Haraldsen
Renna frá showi til show
Lin Kjerult og Amalie Reeoltz frá modelbureau'num 2pm hava her júst gingið fyri Wackerhaus, og
mugu nú skunda sær víðari til næsta arbeiðið, sum er fyri Barbaru í Gongini
Lin Kjerult og Amalie Reeoltz