Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2010 29 Flyta vit skúlaaldurin eitt ár niður gera vit størri skaða enn gagn »- Vit vita, at tá ið børn eru fimm ella seks ára gomul, taka tey serstakliga lætt ímóti lærdómi«, er Helena endurtikin fyri at siga á portalinum. Men hví skulu børnini eitt ár fyrr í skúla? Er tað tann vánaliga PISA-kanningin sum spøkir? Í Finnlandi fara børnini í skúla 7 ára gomul. Hvar liggja tey á Pisalistanum? Nummar 1. Tað verður ofta ført fram, at øll hini byrja fyrr í skúla enn vit. Øll rundan um okkum byrja ikki fyrr í skúla enn vit. Flyta vit skúlaaldurin eitt ár niður gera vit kanska størri skaða enn gagn. Børn læra frá tí at tey eru fødd Kjakið ber brá av, at fólk ikki vita, hvat dagstovnar arbeiða við, og fyri at gera tað greitt kann eg vísa til dagstovnalógina, eina lóg, ið Helena D. á Neystabø sjálv var við at gera í ár 2000, sum landstýriskvinna í almannamálum. § 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er: - við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, - at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, - at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag, - at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt, - at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika, - í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna. Vit námsfrøðingar eru nú ikki ósamd í, at børn læra sera nógv í hesum árinum, líka so væl sum at tey læra eina rúgvu frá tí tey eru fødd. Men alt hetta »kjakið« ber brá av, at fólk ikki vita, hvat fyrigongst á dagstovnum og halda, at tey ikki læra nakað har. Sjálvandi læra børn eina rúgvu, og tað gera tey sanniliga eisini tá tey eru á dagstovni. Hví eru røddir so ógvuliga glaðar fyri tankan at fáa børnini skjótari í fólkaskúlan? Sjálvur havi eg roynt at gjørt mær eitt yvirlit við fyrimunum. Sum foreldur hevði tað verði deiligt at sloppið undan foreldragjaldinum, fólkaskúlin er ókeypis – dagstovnar skal man gjalda fyri. Sum samfelag? Ja, enn veit eg ongan fyrimun. So hvørt sum eg havi funnið upplýsingar um evni, komi eg fram á útsagnir sum »Vit kunnu ikki ávísa nakran fyrimun fyri barnið, men vit síggja ein hóp av børnum, ið høvdu havt tað betri um tey bíðaðu eitt ár við at fara í skúla«. Millum annað var henda útsøgnin frá einum bólki á Cambridge University, ið skuldi endurskoða ensku skipanina. (Sí http://www. primaryreview.org.uk/). Føroyaska PISA-úrslitið gerst ikki betur, um børnini fara fyrr í skúla, tí tað er ikki har trupulleikin er. Trupulleikin er í skúlunum: Ótíðarhóskandi karmar og undirvísingartilfar er t.d. eitt øki, ið kann betrast nógv. Einasta svarið, ið Mentamálaráðið tykist at hava til hendan trupulleikan er: Kanska tað riggar betur um børnini fáa meira av tí sama. Er tað ikki tíð uppá, at vit fara at hyggja og loysa trupulleikar annarleiðis enn vit higartil hava gjørt? Nevndarlimur Føroya pedagogfelag Jógvan Philbrow Tá danska stjórnin í 1946 setti fram sítt uppskot til eina skipan, sum Føroyar av náði kundi fáa eftir kríggið, segði Thorstein Petersen nei. Orsøkin var tann, at hann vildi hava, at vit skuldu hava lóggávuvaldið, og tað vildi danska stjórnin ikki ganga við til. Nú er danska stjórnið komin til ta sannføring, at um ikki so langa tíð fara føroyingar at skipa eitt sjálvstøðugt ríki. Teir vilja fegin hava, at samstarvið okkara millum skal vera gott eftir at ríkisrættarliga sambandið er loyst, og tí vilja teir ikki siga nei til nakað av teimum stigum, føroyingar taka á sjálv- stýrisleið. Føroyskur sjálvstýris- politikkur er tí vorðin eitt sjálvtøkuborð. Vit hava nøk- ur málsøki, sum ikki eru yvirtikin enn, men vit kunnu sjálvi gera av, hvørji vit yvirtaka og í hvørjari røð. Tá so er, er spurning- urin: Hvat er mest umráð- andi at fáa undir føroyskt málsræði? Her er eingin ivi: Tað er dómsvaldið! Hetta er fyrst og fremst av tí, at eitt samfelag hevur ikki fult lóggávuvald fyrr enn tað eisini hevur ræði á dómstólunum. Dómstól- arnir kunnu umtolka lógir, so at tað sum fæst burtur úr teimum ikki er tað sum lóggávuvaldið hevði ætlað. Um so er, at ein lóg ikki er í samljóði við stjórnar- skránna, so kunnu dómstól- arnir seta lógina úr gildi. Einki samfelag kann lata einum øðrum samfelag upp í hendur at hava hetta vald inni í síni egnu skipan. Ein dómstólur, sum okk- um tørvar almikið, men sum vit ikki kunnu fáa sum er, er ein ríkisrættur. Tað kann jú hugsast, at hægsta stýrið í einum landi brýtur landsins lógir. Teir kunnu ikki ákærast av vanliga ákæruvaldinum og dømast av vanligu dómstólunum. Har er tað tingið sum ákærir og hevur reglur fyri hvussu tann serligi dóm- stólurin, sum skal døma fyri slík brotsverk, skal verða settur saman. Fyri at borgarar landsins skulu hava nakra trygd fyri, at tey ið stýra eru at líta á, er ikki nóg mikið at geva teimum høgar lønir og eftirlønir, men eisini at hava stóra koyrilin til at revsa tey, sum gera land- inum skaða í sínum starvi. Nú hevur almikið verið frammi um, at serligar reglur eru galdandi fyri eitt málsøki, sum vit hava lagt undir føroyskt lóggávuvald, nevnliga arbeiðaramál. Men framvegis eru arbeið- aramál undir tí danska dómsvaldinum. Hetta vísti seg undir viðgerðini av tí sonevnda merkjamálinum, har partarnir vóru ósamdir um, hvørt tey sum ar- beiddu á flakavirkjunum skuldu leggja merki í kassarnar ella ikki. Hetta málið fór heilt í hægsta- rætt, og hann dømdi, at tað skuldi fyri ein gerðarrætt, hvørs avgerð skuldi vera endalig. Í hesum gerðar- rætti høvdu arbeiðarar og arbeiðsgevarar hvør síni tvey umboð, og tann danski tænastumaðurin, sum var dómari í Føroya rætti, var formaður. Arbeið- araramboðini hildu við arbeiðarunum, arbeiðs- gevaraumboðini hildu við arbeiðsgevarunum, og tí hevði dómarin frítt at fara, og hann dømdi arbeiðs- gevaranum til vildar. Soleiðis hava royndirnar verið hjá arbeiðarafeløg- unum í Danmark. Tey siga, at vanligu dómstólarnir eru klassadómstólar, tí teir, sum gerast dómarar, eru kjarnin í yvirklassanum í danska samfelagnum, og teir halda við sínum egnu. Arbeiðararnir í Danmark høvdu so ringar royndir av at lata hesar klassadóm- stólar døma í málum um ósemjur á arbeiðsmarknað- inum, at teir í 1899 gjørdu ta sonevndu september- semjuna, sum m.a. bar við sær, at vit fingu serligar dómstólar til at døma í ósemjum á arbeiðsmarkn- aðinum. Hesir dómstólar eru mangan harðir fyri arbeiðararnar, tí har eru ikki bert umboð fyri part- arnar, men har sita eisini vanligir dómarar. Hóast tað hava donsku arbeiðara- feløgini í 111 ár havt hesa skipan heldur enn at vera undir teimum vanligu klassadómstólunum. Nú hava vit havt eina royndarskipan við einum føstum gerðarrætti. Eftir øllum at døma ætla arbeið- arafeløgini at avtaka hesa skipan. Avleiðingin av tí er, at vit aftur koma undir teir donsku klassadómstólar- nar, og so kunnu vit fáa endurtøkur av merkjamálin- um, har ein danskur tænastumaður kundi fella endaligan dóm arbeiðs- gevarunum til fyrimunar. Hetta er ein skipan, sum vit als ikki kunnu taka undir við, og er hetta enn ein orsøk til at yvirtaka dómsvaldið. Summi hveppa seg viðhvørt fyri yvirtøkum, tí tey halda, at tær eru ov dýrar, men hetta er ein bílig yvirtøka. Her er tí einki at drála eftir. Dómstólar Zakarias wang Løgtingið heitir á lands- stýrið um at kanna, hvussu man við lóg kann tryggja øllum arbeiðstakarum eins rætt til løn, tá tey eru heima hjá sjúkum børnum, og at leggja fram løgtings- lógaruppskot við hesum endamáli. Viðmerkingar: Av teim- um mest eyðsýndu mun- um, ið eru í ymisku sátt- málunum á arbeiðsmarkn- aðinum, sæð burtur frá lønarmunum, man munurin í pensjónsviðurskiftunum vera mest umtalaður og viðgjørdur. Tó dregur tíverri út við at finna eina virðiliga loysn á hesum øki, ið er so týdningar- mikið fyri øll tey mongu, sum eru og verða við sviðusoð. Ein annar munur, ið hetta uppskot Miðfloksins enn einaferð setur ljóskast- aran á, og sum flokkurin vónar, at Løgtingið endi- liga fer at taka lógvatak saman um at fáa loyst, er tann sjáldsami munur, ið er íkomin viðvíkjandi rætt- inum at kunna vera heima hjá sjúkum børnum uttan lønarmiss. Hyggja vit sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ígjøg- num, so er reyði tráðurin, at teir sáttmálar, ið almennu Føroyar hava gjørt við fakfeløg hjá flestu starvsettu sínum, geva arbeiðstakarum rætt til at vera heima hjá sjúkum barni í 10 dagar árliga við løn. Og flestu sáttmálar geva eisini sama rætt til upp til 20 dagar árliga, um fleiri børn eru. Dømi úr sáttmálaorðing er hendan: … Stk. 2. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur tað fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið”…( orðing úr sátmála millum magistarafelagið og tað almenna). Her er talan um virðis- mikil rættindi, men rætt- indi, sum tó ikki unnast øllum íbúgvum samfelag- sins. Kaga vit nevniliga ígjøgnum sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknað- inum, so geva hesir ikki slík rættindi, tvs. at borgar í sama samfelag hava ikki somu rættindi - ella vit kundu sagt, at børn og for- eldur hava ikki eins sømd- ir, tá um sjúku hjá barni viðvíkur. Leggjast skal afturat, at dømi er um, at almenni myndugleikin, uttan at viðkomandi felag arbeiðs- takaranna hevði hetta við sum sáttmálaynski, undir sáttmálasamráðingum av sínum eintingum bjóðaði hesar sømdir omaná til limir felagsins. Miðflokkurin metir og vónar, at Løgting og Lands- stýri sær hendan eyðsýnda mismun og vil vera við til at rætta hann. Hetta kann t. d verða gjørt við einari sosialari skipan, ella sum skylda, ið verður áløgd arbeiðsgevaranum, ella møguliga á heilt annan hátt. Umráðandi er at málið loksins verður loyst, tí hyggja vit at tí bólki, ið á hendan hátt er fyri vanbýti, er talan um tey, sum hava lægstu løn og vánaligastu pensjónsskipan. Vit kunnu ímynda okkum ávirkana á húsarhald og mánaðarløn teirra, um fleiri børn í familjuni eru sjúk og krevja at mamma ella pápi eru heima- uttan løn. Meta vit um vilja Løgtingsins, er væl ongin ivi um hendan í hesum máli, tí seinastu 4 árini hava nærum allir flokkar verið við til at lagt fram uppskot til loysn á tí- Miðflokkurin 24. juli 2006, landsstýrismaður javnaðar- floksins 31. oktober 2007 og Fólkaflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin h. 7 marts 2008. Og hartil hevur tjóð- veldisflokkurin undir viðgerðum verið jaligur til broytingar. Mettar útreiðslur av upp- skotinum eru m.a. gjørdar í sb. við tvey av omanfyri- nevndu, uppskot mið- floksins í 2006, har lands- stýrismaðurin á økinum metti útreiðslurnar til 2.6 mió og í uppskoti Lands- stýrismansins frá 2007, har hesin nágreinaði tær til knappar 1,5 mió. Á Løgtingi í februar 2010 Bill Justinussen Karsten Hansen Jenis av Rana Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum viðmerkingar