Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 32 - 16. februar 2010 Mikumorgunin 10. februar bar útvarpið tey tíðindi, at tað er eitt prinsippmál fyri Lønardeildina, at sjúkra­ flutningsstarvsfólk skulu hava arbeiðsmannaløn. So er ikki. Semja hevur alla tíðina verið um at fáa sjúkraflutningsstarvsfólkini inn í lønartalvuna hjá Starvsmannafelagnum. Semja er bara ikki um, hvar í talvuni, tey skulu vera. Millum annað hetta hava samráðingar verið um við Starvsmannafelagið síðan apríl í 2009. Tann 1. oktober í 2006 var byrjanarlønin hjá ein­ um sjúkraflutningsstarvs­ fólki 17.641 kr. um mán­ aðin, og endalønin 19.522. Eftirlønargjaldið er 10%. Av ymsum grundum er einki broytt síðan 2006. Høvdu sjúkraflutnings­ starvsfólkini fingið somu lønarhækking sum onnur hjá landinum hetta tíðar­ skeiðið, var byrjanarlønin í dag 19.276 og endalønin 21.332, treytað av at eftir­ lønargjaldið framhaldandi var 10%. Tá ið lønir skulu saman­ berast, eigur eisini verða hugt eftir øðrum enn grund­ lønini. Eitt nú hava sjúkra­ flutningsstarvsfólk áseting­ ar um yvirtíð 50% og yvir­ tíð 100%, meðan onnur í heilsuverkinum bara hava yvirtíð 50%. Eisini hava sjúkraflutningsstarvsfólkini ásetingar um dýrari tilkallivaktartímar, bæði 50% eyka og 100% eyka. Árslønirnar hjá sjúkra­ flutningsstarvsfólkunum í 2009 lógu millum 233.000 kr. og 375.000 kr., t.e. mánaðarløn millum 19.400 og 31.250. Miðalmánaðar­ lønin var 24.000 kr. Harum­ framt kemur eftirlønar­ gjaldið, sum er 10% av grundlønini. Skulu vit samanbera hesar lønir við lønir hjá øðrum, mugu vit hava í huga, at hetta eru 2006­ lønir uttan nakrar sáttmála­ bundnar lønarhækkingar. Lønarhækkingin hjá øðrum feløgum síðani 2006 hevur verið 3 ferðir 3 prosent. At Starvsmanna­ felagið nú krevur 18% lønarhækking heldur enn 9%, tað ger samráðing­ arnar rættiliga truplar. Viðvíkjandi sjúkraflutnings­ starvsfólkunum í verkfalli stjóri, Fíggjarmála­ ráðið, Lønardeildin Snorri FjallSbak Síggja ikki skógin fyri trøum Vit eru flestøll samd um, at virksemið hjá tí almenna er vorðið sera umfatandi og kostnaðar­ mikið. Tað er rímiligt at spyrja, um ikki ber til at gera almenna geiran meiri effektivan, einfaldari, minni í vævi og harvið bíligari at reka. Í sambandi við seinastu ólavsøkurøðu løgmans varð upplýst, at tilsamans 9.224 fólk eru í almennum starvi. Hetta skal síggjast í mun til uml. 7.000 fyri 10 árum síðan. Ávís tingfólk upplýsa fyri Føroya fólki, at eitt stað, ið veruligur peningur er at spara, er í Uttanríkisráðnum Tí har eru 29 starvsfólk! Tað svarar til trý av hvørjum 1000 fólkum, sum eru í almennum starvi. Løgin fokusering. Síggja eitt træ í skóginum Tikið verður til, at tú sær ikki skógin fyri berum trø­ um. Hesi tingfólk hava stært seg blindan og illan á bara eittans træ, og samanbera tað við onnur á full­ komiliga høpisleysan hátt. Stjórnarráðini eru sera ymisk til støddar og ymisliga skipað. Fíggjarmálaráðið er skipað við sera fáum starvsfólkum í beinleiðis miðfyrisitingini, og hevur so kamuflerað fyrisitingina í einum ríkum undirskógi av stovnum og ráðum at veita ta ráðgeving, ið Uttanríkis­ ráðið hevur valt at hava innanborða í eini felags mann­ ing. Telur tú væl eftir, við Taks, Gjaldstovuni, Hag­ stovuni og øðrum, sæst, at Fíggjarmálaráðið í veru­ leikanum hevur fleiri enn 200 fólk í starvi. Sama mynd ger seg galdandi, um ein t.d. hyggur at Mentamálaráðnum ella Almannamálaráðnum. Har er ein hópur av starvsfólki skipaður í stovnum og ráðum uttan fyri sjálva miðsfyrisitina, ið beinleiðis veitir ráðgeving og aðrar tænastur til stjórnarráðið. Ein kann ikki kann samanbera eitt súrepli og spaghetti. Uttanríkisráðið næst minst Uttanríkisráðið fór øvutan veg, tá ið SamVit varð lagt inn í sjálvt stjórnarráðið. Uppgávur viðvíkjandi ferða­ vinnu og útflutningsframa, ið áður lógu úti hjá undir­ løgdum stovni, vóru nú lagdar inn í sjálvt Uttanríkis­ ráðið. Í tí høpinum varð so eisini valt at spara og nú er starvsfólkatalið 29 í mun til 37 framanundan. Kanska onnur kundu lært av tí. Áhugavert, at Uttanríkisráðið hevur næstminstu játt­ anina av øllum stjórnarráðunum; einans Løgmansskriv­ stovan, ið jú onga ítøkiliga fyrisiting hevur, kostar minni. Tískil eisini áhugavert, at tað júst skal vera hjá Uttanríkisráðnum, at loysnin upp á fíggjartørvin hjá Landinum skal finnast. Gamaní, vit arbeiða javnt og samt við at fáa Føroyum nýggjar inntøkumøguleikar í okkara samskifti við umheimin, og í fleiri førum hevur tað eisini eydnast. 200 mió kr til eftirlit Skulu vit reformera í almennu útreiðslunum og gera veruligar sparingar, er neyðugt at hyggja at teim stóru samanhangunum. Ein áhugaverd mynd teknar seg, um vit t.d. hyggja at, hvussu nógvar stovnar, ráð og nevnd­ ir, ið okkara lítla land hevur skipað til tess at ansa eftir hvørjum øðrum – at tú og eg skikka okkum væl. Skjótt talt eftir, og so er onkur helst ikki við, eru í minsta lagi 330 fólk lønt av landskassanum til slíkt eftirlit, um­ framt ein fjøld av nevndarlimum. Her er alt frá t.d. Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fiskiveiðieftirlitinum, Kappingarráðnum og Landsgransskoðaranum til el­ nevndina, javnstøðunevndina og t.d. leigunevndina og hópin av ymsum kærunevndum. Kostnaðurin av øllum hesum liggur um 200 mió kr! Og her eru ikki tald við løgregla, varðhald, kriminal­ forsorg og Føroya rættur, ið eru donsk málsøki. Sjálv­ sagt eru nógvar av hesum útreiðslum neyðugar, men kanska kunnu sparingar gerast á slíkum økjum? Fokus Kanska skulu vit fokusera meira, og stýra ein størri part av orkuni hjá tí almenna á øki, har ið vit skapa nýggjar møguleikar fyri menning og inntøkuskapan, ikki minst í viðurskiftum við umheimin og nýta minni orku til umsiting og eftirliti av hvørjum øðrum? Kanska skuldu vit roynt at gjørt tað almenna meira einfalt, meira effektivt og minni kostnaðarmikið? Latið okkum í øllum førum viðgera hesi mál sakliga og ikki sleingja fram tøl í samanberingum, sum eru púra ósambærlig. uttanríkisráðharri jørgen niclaSen Tryggingin eigur at seta sær sum mál, at hava nøgdar kundar og nøgd starvsfólk, fyri á tann hátt at skapa sær fyrimun í kappingini um kundan. At vísa virðing fyri kunda og starvsfólkum má verða ein sjálvfylgja og nakað man brúkar kreftir uppá. Tryggingin er ein tænastuveitari, har kundar og starvsfólk eigur lívið í fyritøkuni. Sálarfrøðingar vísa á, at fólk við pengum og makt, kenna seg sum super menniskju, í halda seg saktans kunna velja onnur menniskju frá, tí teim tørvar tey ikki. Øll eru vit skapt í Guðs bílæti og eru komin líkað nakin inn í henda heim, vit hava øll rætt til at verða vird og at uppliva eina virðiliga viðferð. At virka fyri hesum, er tørvur við jøvnum millum­ bilum á, at gera nøgdsemis kanning millum viðskifta­ fólk og starvsfólk hjá tryggingini. Skilagott er helst at skipa ein óvildugan instans, ið kann fylgja upp uppá hesar kanningar, sum kann gera stakroyndir og viðgerða møguligar kærur frá við­ skiftafólkumn og starvs­ fólkum á hesum øki. Valið til umboðsráði fyri Ognarfelag Tryggingar­ takaranna heldur fram hesa vikuna, har eg eri valevni. Eg vil í positivum anda virka fyri eini málrættaðari og skilagóðari tilgongd, at skapað vinnarar heldur enn taparar, tað kemur í longd­ ini at gagna øllum pørtum ­ eisini fyritøkuni. Høvuðsmálini eg vil ar­ beiða við eru í stuttum hesi: · Betri gjøgnumskygni so man kann fylgja við. · Vísa virðing fyri fakið, kunda og starvsfólki. · At kapping er á trygg­ ingarmarknaðinum. · At vit javnan dagføra dugnaskap okkara. · At smærri íleggjarar fáa arbeiðsfrið. · At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar. · At umsita ognir við dugnaskapi og virðing. Lesa meir um høvuðs­ málini á: www.bricksite. com/andrass/heim Kann tú velja? Hevur tú ella virki títt onkra trygging hjá “Trygg­ ingarfelagið Føroyar” pr. 01. januar í ár, kann tú atkvøða til umboðsráðið. Atkvøðuseðilin kemur ikki av sær sjálvum, tú skal biðja um at fáa hann sendandi, fyri at tú kann atkvøða. Atkvøðuseðilin kann umbiðjast á telefon 345600, á t­bræv umbodsradsval@ trygging.fo, fax 345604 ella við at fara inn eina av deild­ unum hjá Tryggingarfelagn­ um Føroyar. Atkvøðuseðilin kann eisini umbiðjast beinleiðis á hesi leinkju: http://www. bricksite.com/andrass/heim “Sjáldan fast tað í lag, ið kemur í drag”, tí er umráð­ andi at fáa hetta avgreitt beinan vegin. Eg vil við hesum biðja um tín stuðul til Umboðs­ ráðsvalið. Virðing fyri kunda og starvsfólki Valevni til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. andraSS Skaalum Beint áðrenn árslok stovn­ aði eg ein bólk á Facebook undir heitinum »Spar um­ hvørvið fyri telefonbók­ um!«. Hetta gjørdi eg eftir at hava lisið eina grein hjá einum donskum professara í umhvørvi. Hann greiðir frá, at donsku telefonbøk­ urnar geva eitt útlát á 13.000 tons av CO2 um árið, og at hetta svarar til útlátið hjá 1.444 borgarum í Danmark. Bólkurin varð sera væl móttikin, og óivað var tað grundin til, at Sjúrður Skaale, løgtingslimur, setti fyrispurning til landsstýris­ mannin í vinnumálum, Johan Dahl, um nær ætlan­ in var at avtaka telefon­ bókina í pappírsútgávu. Eg væntaði, at lands­ stýrismaðurin og lands­ stýrið var so mikið tilvitað um grønu leiðina, at ein slíkur fyrispurningur varð væl móttikin. Johan Dahl svaraði, at Føroya Tele roknar við, at telefonbókin fer at hvørva um fimm ár, tí tá verður ivaleyst ikki tørvur fyri henni longur. Tú skal ikki vera serliga kønur á økinum fyri at koma við slíkum spádómi. Eftir mínum tykki eru fimm ár er alt ov lang tíð, og um rætt var atborið, so var eingin telefonbók í 2011. Johan Dahl sigur, at Føroya Tele metir, at tað enn er tørvur á, at telefon­ bókin verður borin út í hvørt hús og øll virki. Hetta grunda teir á, at ein Gallup kanning sigur, at 80% av føroya fólki nýta telefonbókina minst eina­ ferð um árið. Eitt sera løg­ ið svar, tí eitt brúk av tele­ fonbókini um árið kann ikki avgera, um vit skulu fara lætt um umhvørvið ella ikki. Eg eri væl greiður yvir, at eitt ættarlið er í Føroy­ um, ið ikki duga við teldu og interneti, og at hesi ivaleyst ongantíð koma at gera tað. Men er tað rætt, at hetta skal spenna bein mótvegis rætta umhvørvis­ hugburðinum? Sum tað verður sagt í facebook bólkinum, so eiga vit í nøkur ár enn at kunna nýta telefonbókina við at keypa hana fyri ein rímuligan pening. FT og Jóhan Dahl royna eisini at vísa á, at fólk enn ikki brúka internetið burt­ urav til at leita sær kunning um ymisk viðurskifti. Akkurát hvat hetta hevur við telefonbókina at gera, havi eg ilt við at síggja, og tími eg ikki at svara hesum partinum, tí tað hevur sum so einki við spurningin um ein telefonbók skal berast i hvørt hús ella ikki. Vit kunnu sláa fast, at telefonbókin langt síðani er avoldað, og um vit velja at bíða í fimm ár við at av­ takað hana í pappírsformi, so velja vit (føroyingar), at vit vilja verða á aftasta bonki í umhvørvimálum. Skulu vit spara CO2 útlát, ella skulu vit hava hvør sína telefonbók? børge e. PerSSon viðmerkingar