Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 16. februar 2010 31 Saman við tøkniligu broytingunum seinastu árini eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Nýggja tíðin setur stór krøv til tey vaksnu. Modernaða barnið Børn í dag hava nógv at gera. Eftir skúlatíð eru flestu foreldur til arbeiðis, so fyri ein stóran part gera børnini sjálvi av, hvat tey gera. Ofta siga vit, at tíðirnar eru nógv broyttar. Broyt­ ingina síggja vit serliga við tøknini. Hvør eigur hvat, er kanska ikki so avgerandi, tó eru hesi ting næstan sjálvsøgd í hvørjum heimi ­ fartelefon, telda, iPod, Play Station, Nintendo og so framvegis og so fram­ vegis. Listin er langur. “Heimurin” og alskyns undirhald er óivað vorðin verandi gestur. Fyri børn og ung er tøknin ikki fremmand. Hetta er ein náttúrligur partur av barna­ lívinum ­ nógv náttúrligari hjá børnum, enn vaksnum. Saman við tøkniligu broytingunum, eru aðrar almennar samfelagsbroyt­ ingar eisini stórar. Hetta er, á mangan hátt, ein spenn­ andi broyting. Nýggja tíðin setur tó stór krøv til tey vaksnu. Hvar skal markið setast? Bara nøkur dømi. Børn, sum als ikki hava aldur, vilja vera vinir við meg á Facebook. Kømur eru vorðin stovur við bæði sjónvarpi og teldu, og børnini sita sjálvi og gera av, hvat tey síggja og lesa óvard ­ uttan stórvegis filtur. Og um vit sleppa tøknini. Eg fór gongutúr kl. 01:00 eina náttina. Á sleðu møti eg børnum, sum áttu at havt sovið í einar tríggjar ella fýra tímar. Avvarðandi vilja vera við, at børnini eta ov ósunt. Møti børnum á prutli, sum ikki hava aldur. Kundi nevnt so mangt. Í sjálvum sær er hetta kanska eingin trupulleiki. Hetta er ein náttúrlig av­ leiðing av at búgva í einum góðum vælferðarsamfelagi. Tó sæst trupulleikin, tá ið børnini taka lívið í egnar hendur. Havi hug at spyrja, hvat tey vaksnu halda. Børn skulu vera børn Um vit hyggja at søguni, hevur barnið ikki altíð fingið tað pláss, tað eigur. Vandin við gamla mynstri­ num var, at børn ikki høvdu ávirkan á egnan gerandisdag ella sluppu ikki til orðanna. Astrid Lindgren var ein av rit­ høvundunum, sum gjørdi vart við, at børn skulu vera vird sum heil menniskju, og eiga eitt sjálvsagt virðiligt pláss millum tey vaksnu. Eitt virðiligt pláss fyri børnini er, har tey vaksnu seta mørkini og barnið spælir frítt. Tey vaksnu læra børnini at gerast vaksin. Tó er onki nýtt Sjálvt um vit siga, at tíðirnar eru nógv broyttar, vilja onnur vera við, at einki er nýtt undir sólini. Fyri 100 árum síðani sat Trevena Jackson inni í stovuni hjá Fanny Crosby. Í samrøðu segði Fanny, hvussu stóran týdning heimini hava fyri sam­ felagið. Sjálvt um tað eru meira enn 100 ár síðani, er tað viðkomandi í dag. “Seinastu 80 árini havi eg fylgt gongdini í amerikansku heimunum... men tíðarrákið ger meg rædda fyri, at familjan fer at doyggja út. Vøkur hús, dýrir møblar og bøkur eru ikki nóg mikið at byggja eitt heim. Tað eigur at vera ein felagsskapur... jú betur heim okkara eru, jú betri er samfelagið.” Familjan Tað er sera áhugavert, at týdningurin av samveru ikki broytist. Familjan og familjumynstur hava seinastu árini verið fyri stórari broyting. Almenna kjakið hevur varpað ljós á hetta, kanska serliga tá ið hugsað verður um javnrættindi og foreldur, sum arbeiða úti. Um familjumynstrið broytist ella verður skipað øðrvísi, broytist tørvurin hjá børn­ um tó ikki. Tey vaksnu eiga m.a. at gera av frítíð, teldutíð, sjónvarpstíð, máltíð og songartíð. Hvat er best fyri barnið, vita tey vaksnu helst. Orka og dirvi skal til at vísa tað í verki. Vøkur hús, dýrir møblar og bøkur ­ saman við framkomnu tøknini ­ eru ikki nóg mikið at byggja eitt heim. Jú betur heim okkara eru, jú betri er samfelagið. Frítíð, teldutíð, sjónvarpstíð, máltíð og songartíð hjarta@kallnet.fo Tóra við Keldu Tey seinnu árini hava vit ofta sæð, at einstakir politikarar hava roynt at hongt sín politiska boðskap um hálsin á embætismonn­ um, fyri harvið at geva orðunum størri slagkraft. Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður. Serliga tá ósannindi verða førd fram, kann tað vera ein fyrimunur at vísa til embætisfólk. Eitt dømi um hetta sóu vit fyri nøkrum vikum síðani, tá tíðindi bórust um, at fyrra ABC­sam­ gongan hevði givið skatta­ lættar fyri 382 mió. krónur. Manipulering Søgan byrjar við, at Høgni Hoydal setir Jóannesi Eidesgaard, landsstýris­ manni, ein fyrispurning, har spurt verður um ymisk fíggjar­ og búskaparlig viðurskifti. Í viðmerking­ unum til spurningin stend­ ur millum annað: ”Enda­ málið við fyrispurningin­ um er at fáa greið og sam­ bærilig tøl, so politiska orðaskiftið kann snúgva seg um politikk, heldur enn skiftandi uppáhald um fakta.” Maðurin vil altso hava fakta á borðið, og tað er altíð gott ­ um tað er veru­ liga endamálið. Men tað er tað tíverri ikki í hesum førinum – tvørturímóti. Endamálið er at villleiða fólk, við at broyta fakta. Spyr uttanum Høgni Hoydal hevur ferð eftir ferð ført fram, at ABC­samgongan gav skattalættar fyri einar 400 mió. krónur, og at full­ veldissamgongan gjørdi ikki tað sama. Tað kundi sjálvsagt verið áhugavert at fingið fakta á borðið um henda spurning­ in, men ístaðin fyri at spyrja um landsskattin, so velur Høgni at spyrja um, hvussu nógv skattalættar hava kostað fyri bæði landskassa og kommunur frá 1998­2003 og frá 2004 – 2009. Og hví man hann gera tað? Jú tað ger hann, tí hann veit, at Jóannes Eidesgaard og hansara embætisfólk noyðast at svara júst soleiðis sum spurt verður. Í hesum førinum merkir tað, at tey noyðast at svara hvussu nógv bæði land og komm­ unur hava givið í skatta­ lættum tilsamans, og eisini noyðast tey at brúka 1. januar 2004 sum skerings­ dato (hóast skattalættarnir hjá ABC­samgonguni ikki fóru at virka fyrr enn eitt ár seinni). Tað vil siga, at skattalættarnir, sum Sjálv­ stýrissamgongan gav í 2004, verða taldir við hjá ABC­samgonguni, og verða av somu orsøk ikki taldir við hjá Sjálvstýris­ samgonguni. Hetta er ikki serliga seriøst, um endamálið er at fáa fakta á borðið. Villleiðandi tíðindaskriv Aftaná at hava fingið svar­ ið frá landsstýrismanni­ num, sendir Tjóðveldi eitt tíðindaskriv til fjølmiðlar­ nar, har sagt verður: ”Sam­ gongufólk hava støðugt ført fram, at skattalættarnir hjá ABC­samgonguni hava “bara” kostað 240 mió. árliga hjá landskassanum, og at fullveldissamgongan gav eins stórar skattalættar. Men nú hevur Fíggjar­ málaráðið svarað einum fyrispurningi hjá Høgna Hoydal, har tað verður stað­ fest, at kostnaðurin árliga fyri landskassan av ABC­ skattalættunum er 382 mió. kr., meðan skattalættarnir frá 1998 til 2003 kostaðu 103 mió. krónur.” Tjóðveldi lýgur Hetta var tað, sum fyri­ spurningurin skuldi brúk­ ast til. Ein lygn skuldi hava kjølfesti í útsagnum hjá embætisfólkum. Fíggjarmálaráðið hevur ikki sagt, at landskassin hevur mist 382 mió. krónur orsaka av ABC­skattalætt­ unum. Tað er Tjóðveldi, sum sigur tað. Tað sum Fíggjarmálaráðið segði, var, at ABC­skattalættarnir + skattalættarnir, sum Sjálvstýrislandsstýrið gav í 2004 + tað sum kommunur hava latið í skattalættum frá 2004 til 2009, kostaði landskassanum og komm­ unukassunum 382 mió. krónur tilsamans. Umaftur og umaftur Tá ósannindini eru søgd einaferð, ræður um at fáa onkran annan at endurtaka tað sama, og tann parturin eydnast væl. Tórbjørn Jacobsen skrivar í eini blaðgrein tann 25. januar: ”Sambært núverandi fíggj­ armálaráðharranum, sum var løgmaður, táið hesin fascistoidi politikkurin var knæsettur, hevur skattapoli­ tikkurin hjá ABC­regimin­ um kosta inntøkusíðuni í landskassahúsarhaldinum 382 milliónir krónur um árið.” Legg til merkis, at eisini hann vísir til kostnaðin fyri ”landskassahúsarhaldið”, og ikki fyri land og komm­ unur. Eisini gloymir hann at siga, at hann, sum fíggj­ arnevndarlimur, í 2003, mælti løgtinginum til at samtykkja skattalættarnar fyri 2004 (tað sum hann nú kallar “fascistoidan politikk”). Tann 27. januar skrivar Jenis av Rana í eini blað­ grein: ”Væl veit eg, at tá fyrra ABC samgongan gav 380 mió. árliga í skatta­ lætta í samfull 4 ár...”, og soleiðis kundi eg hildið á. Hvør er veruleikin? Sambært teimum upplýs­ ingunum, sum eg havi fingið, so gav ABC­sam­ gongan skattalættar (í landsskattinum) fyri 287 mió. krónur tilsamans, men av hesum vóru 56 mió. latnar í sambandi við at uppgávur vórðu latnar til kommunurnar at umsita. Pláss varð sostatt givið fyri, at kommunurnar skuldu kunna hækka kommunuskattin tilsvar­ andi. Eisini minkaði sjó­ mannafrádrátturin við 4 mió. krónum, so samanlagt var talan um 227 mió. krónur í beinleiðis skatta­ lættum yvir fýra ár. Til samanberingar kann nevn­ ast, at Sjálvstýrislandsstýr­ ið í 2003 og 2004 gav skattalættar í landsskattin­ um fyri 125 mió. krónur yvir 2 ár. Hetta var stórt­ sæð sama samgonga, sum í 2002 lækkaði inntøkurnar við 366 mió. krónum ár­ liga, samstundis sum út­ reiðslurnar vuksu við 350 mió. krónum bara í 2002. Reypaðu um skattalætta Nú landskassin stríðist við eitt undirskot, umrøður Høgni Hoydal skattalættar sum nakað negativt, og hann ger alt fyri at hekta teir uppí ABC­samgong­ una. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Til valið í 2004 sendi hann eina heilsan til sínar limir, har hann millum annað segði: “Hjálagt hesum brævi er ein listi yvir avrikini hjá fullveldissamgonguni. Hann kann vera góður at hava hjá sær, tá tosið fellur á løgtingsvalið komandi dagarnar.” Á listanum stóð millum annað: ”Skattalættar eru framdir fyri knappar 400 mió. kr.” Skattalættarnir kostaðu ikki 382 mió. krónur Helgi abraHamsen 19 tannáringar gera ímóti normum, fíggjarkreppu og fínum marglætislívs­ stíli og gera nakað við tað, ið mong bert tosa um. Ung í dag: drukkin, dovin, ófólkalig og heilt ómøgulig. Vit, ið ikki hava virðing fyri nøkrum, vit, ið hava øll verðins rúsevni í æðrunum og royk út úr oyrunum. Vit, sum eru spilt og onki gera sjálv. Vit ætla okkum at fáa uppreisn! Vit vilja sleppa av við okkara ringu umtalu við at gera ein mun fyri menniskju, ið ikki liva undir líka góðum umstøðum sum vit. Vit vilja eggja tey, ið bara sita á afturpartinum og onki gera og investera í tann afrikanska partin av okkara felags verð. Hvussu í allari víðu verð? Vit eru 19 tannáringar frá eftirskúlanum Alterna, sum liggur í Mariager í Dan­ mark. Vit fara til Afrika í sjey vikur, har vit, umframt at gera sosialt hjálpar­ arbeiði, eisini fara at hjálpa til við at byggja eina kirkju. Vit hava stríðst og strevast fyri at fáa pengar til bæði ferðaseðlar og byggitilfar, og nú eru vit klár at leggja til brots. Ein góð gerð er bert ein dropi í sjónum, men tað merkir ikki, at hesin dropin er uttan virði. Tað, ið hevur týdning er, at tú og eg vilja gera ein mun. Reis teg fyri tíni søk, tað gera vit. Skrivað hava: Iris, Joel, Karoline og Mahela Umsett hava: Katrin, Katarina og Vár Tannáringar byggja kirkju í Afrika viðmerkingar