týsdagur 16. februar 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 32 - 16. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
16. februar. Juliana, deyð umleið ár 300.
Vildi ikki giftast heidna trúlovaða sínum og
varð tikin av døgum. Er eisini navn á
tveimum øðrum halgikvinnum. Giljanna er
føroyski navanformurin. Juliana er
rómverskt ættarnavn. (Axel Tórgarð: Dagar
og nøvn í álmanakkanum)
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008)
Í dag fyllir Birgir Waag
Høgnesen 50 ár.
Birgir er klaksvíkingur
sum býr í Vestmanna. Hann
er føddur í Klaksvík 16.
februar 1960, sonur Linu, f.
Danielsen (1927-2009), úr
Húsavík, og Símun Waag
Høgnesen í Klaksvík. Birgir
er næstyngst av fimm brøðr-
um, teir eru: Manni, Ólavur,
Høgni, Birgir og Ingi.
Onkur hevur í skemti
sagt, at okkara starvsfelagi
er eitt sosialt tilfeldi. Hann
byrjaði nevniliga at selja
Sosialar sum sjey ára gam-
al, og tað ger hann enn.
Birgir hevur helst fingið
gott í beinini sum ungur
sølumaður. Sum smádrong-
ur gekk hann hús úr húsi í
Klaksvík og seldi Sosialar
fyri Villi Sørensen, blað-
stjóra á Sosialinum, sum
búði á Vágsheygnum í
Klaksvík. Sum 13 ára gam-
al arbeiddi Birgir fyri fyri-
tøkuna hjá Hugo Gardar og
Landshandlinum eftir skúla-
tíð í sambandi við at vøra
kom úr Havn við Pride.
Seinni seldi hann nýggjar
Yamaha knallertir og súkkl-
ur fyri mammubeiggjan
Hilmar Danielsen og ymisk-
ar billutir í egnum handli í
Klaksvík.
Eftir lokna skúlagongd
fór Birgir á kokkaskúla í
Klaksvík og seinni á Føroya
Fólkaháskúla.
Á Háskúlanum hitti hann
konuna, Jónhild, dóttir Jóh-
ann Elias og Emmu Poulsen
í Vestmanna. Árið eftir fóru
tey bæði, Jónhild og Birgir,
á Uldum Højlskole í Dan-
mark..
Júst soleiðis sum Birgir
er her í Miðlahúhusinum,
er hann ikki bangin fyri at
royna nakað nýtt. Hann
hevur t.d. eisini roynt sjó-
lívið. Í 1976 og 1977 var
hann við trolaranum Nón-
hamar sum annar kokkur,
umframt at hann var fleiri
snellutúrar í Íslandi við
m.a. Juvel, Bragd (Gardar )
og Fuglberg.
Helst í tráanini eftir at
sleppa at selja kom Birgir til
Havnar í 1985, tá hann fekk
starv sum sølumaður hjá
bilasøluni Vilhelm Nielsen í
J.Broncksgøtu, sum seldi
Opel, Bedford og Isuzu
bilar. Seinni gjørdist hann
bilasølumaður
hjá
Bil-
fríðkan við Velbastaðvegin,
har teir júst høvdu yvirtikið
umboðini fyri BMW, Fiat og
teir amerikansku Chevrolet.
Í 1990 tók hann við ein-
um starvi, sum versfaðirin
hevði røkt framman undan,
at selja tryggingar í Norð-
streymi. Longu árið eftir
fór hann í fast starv í Havn
sum tryggingarráðgevi hjá
Føroya Lívstrygging og í
samtakinum hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar.
Í 2005 tók hann við eini
nýggjari avbjóðing sum
sølumaður á heilt øðrum
øki. Birgir fór í starv hjá
telefyritøkuni TeleTech, har
hann seldi tráðleyst internet
og tænastur í tí sambandi.
Birgir hevur, síðan hann
var heilt ungur, víst okkara
blað, Sosialinum, áhuga. Í
nógv ár sendi hann óbiðin
inn myndir frá fótbólti,
hondbólti og øðrum hend-
ingum, har hann hevur ver-
ið staddur. Í 2007 kom
hann í starv sum lýsingar-
sølumaður á Sosialinum og
við ábyrgd av leysasøluni.
Tá
Sosialurin
keypti
útvarpsstøðina Rás2, varð
hann settur sum marknaðar-
leiðari har. Hóast hann er
marknaðarleiðari og sølu-
maður, er hann ikki bangin
at veita ein hjálpandi hond,
har tað er tørvur á tí. Ikki so
fáar myndir koma í húsið
frá honum framvegis, og
altíð er hann klárur at gera
eitt innslag, ella bæði tvey,
sum bæði eru klipt og
redigerað til Rás2, um so er
at onnur ikki hava stundir.
Birgir hevur eisini verið
politiskt virkin, m.a. var
hann nevndarlimur í Norð-
oya Javnaðarfelag í 6 ár og
í Norðstreymoyar Javnaðar-
felag í 15 ár, harav í 8 ár
sum formaður. Eisini sat
hann í floksleiðslu Javnaðar-
flokksins í 9 ár.
Hann man hava dugnað
flokkinum væl, tí tað sigur
ikki so lítið at Birgir frá
Javnaðarflokkinum
fekk
litið uppí hendi, at umboða
flokkin í ymiskum nevnd-
um. Hann sat í stýrinum fyri
Landssjúkrahúsið í 9 ár og
eitt stutt skifti sum formaður
í kanningarnevndini fyri
sjúklingahotellið
Hotel
Tórshavn, saman við Rúnu
Sivertsen og Hergeir Niel-
sen. Í løgtingsvalnevndini
fyri Norðstreym sat hann
sum formaður í trý valskeið.
Frá 2004 og fram til sein-
asta árskifti hevur hann sitið
í Færøernes Ulykkesforsikr-
ingsråd.
Í Vestmanna sat hann
tvey ár í barnaverndini hjá
Vestmanna Kommunu, og
síðan 2004 hevur hann ver-
ið limur í Brunanevndini í
kommuni. Í tvey ár sat
hann í umboðsráðnum fyri
Tryggingarfelagið Føroyar
Birgir hevur altíð góð
hugskot, og hevur hann sett
sær nakað fyri, ja so fullførir
hann tað - um hann so skal
gera alt einsamallur. Hann
var ein av stigtakarunum til
Bóltfelagið ”Æsir” í Vest-
manna, Undirhúsið í Vest-
manna og føroya fyrstu
bátastevnuna sum var hildin
fyrstu ferð fyri 8 árum síð-
an. Man kann róliga siga, at
bátamentanin er markant
broytt síðan tá.
Birgir hevur eisini roynt
seg sum rithøvund. Í 2005
skrivaði hann bókina ” Teir
tóku kjansin“, sum er um
trolaran Kap Farvel, ið var
heimahoyrandi í Vestmanna
frá 1966 til 1975. Kenna vit
hann rætt, er hetta neyvan
hansara seinasta bókaverk.
Jónhild og Birgir høvdu
silvurbrúðleyp 13. desember
í fjør. Tey eiga fýra børn:
Janie (1979), Durita (1985),
Joan (1988) og Høgni (1993).
Eisini eiga tey trý barnabørn:
Teitur (2000), Ranja (2005)
og Róar (2007), sum øll
búgva í Kvívík.
Vit, starvsfólkini í Miðla-
húsinum, ynskja okkara
góða starvsfelaga hjartaliga
tillukku við teimum fyrstu
hálvthundrað árunum.
Birgir Waag Høgnesen 50 ár
Gullbrúdleyp
Leygardagin 20.
februar hava
Dagny og Trygvi
Askham
gullbrúdleyp.
Dagurin verður
hildin saman
við familjuni á
Hotel Hafnia.
Anna Suffía Hentze í Trøðum á Sandi, vanliga Fía í
Nýlendum, andaðist leygardagin á Áargarði, 90 ára
gomul.
Mikkjal Nielsen verður kórsettur í Filipskirkjuni,
Kastrupvej 57, 2300 Kjøpinhavn S, mikudagin 17.
februar klokkan 12.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara
kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Aksal Olivur Holm
Hvalba
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og takk fyri allar peningagávur.
Tøkk til øll tey mongum, sum fylgdu honum til
hansara seinsta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til okkara systkinabørn
við familju í Suðri.
Meina
Anna og Katrin við familju
Merkisdagar
80 ára føðingardagur
28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin
verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
1. mars fyllur Henning Mortensen, Argjavegur 40, Argir, 80
ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. í AB-húsinum
frá kl. 17.
Gullbrúdleyp
4. feb. høvdu Oda og Árni Frederiksberg á Strondum
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjakvøldi 19. feb kl.
18 í Kelduni í Skálafirði. Øll eru vælkomin.
Brúdleyp
Sunnudagin 21. feb. giftast Thomas F. Johannessen, Æðuvík,
og Ann-Margit Hansen, Saltnes. Opið hús verður í Stóratún
14 frá kl. 18.
Prógv
Ragna Hentze, Trongisvágur, hevur tann 28. jan. 2010
lokið prógv, sum Prosessionsbachelor í námsfrøði á Danner
seminariet.
Prógv
Poul Arni Jensen av Sandi, hevur 26.06.09 tikið prógv
sum Dual Skipsførari. Bachelor of Maritime Transport
and Nautical Science á Svendborg International Maritime
Academy.
Prógv
Heðin Jensen av Sandi, hevur 22.01.10 tikið prógv sum Dual
Senior officer (Skibsførari-Maskinmeistari-El.instalatør) á
Svendborg International Maritime Academy.