Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. februar 2010 Seks milliónir í halli Talan er um stórt hol í FSF-kassanum, tá roknskapurin fyri 2009 verður lagdur fram Enn eru tølini ikki almenn, men sum skilst, vísir roknskapurin fyri 2009 eitt hall upp á seks milliónir krónur. Av hesum stava tær fimm milliónirnar frá bonus- upphæddini, sum landsliðsspælararnir skulu hava fyri síni avrik í fjør. Enn er tann upphæddin ikki útgoldin, men tað er ein útreiðsla, sum viðvíkur farna árinum, og tí er hon roknað við í roknskapinum. Í so máta má tað metast heppið, at FSF í fjør gjørdi metsáttmála við Kentaro um sjónvarpsrættindini. Nýggi sáttmálin økti munandi um tær inntøkur, sum FSF hevur av landsliðnum, og tá sáttmálin varð gjørdur, varð millum annað sagt, at hallið fyri 2007 og 2008 nú var fíggjað, og at 2009 skuldi brúkast til at konsolidera FSF við. Tøki peningurin hjá FSF var tá á leið eina millión, men sambært nevndu tølunum omanfyri, so er hesin etin upp av rakstrarhallinum, meðan tað so enn er ein óloystur spurningur, hvussu skuldin til spælararnar verður fíggjað. Eginognin hjá FSF var um tær 18 milliónirnar, tá roknskapurin fyri 2008 varð lagdur fram, og er tí væntandi, at hendan nú er komin niður á 12 milliónir ella so. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Føroysku fótbóltsfeløgini royna av øllum alvi at fáa nevnd arkabalina at ganga upp. Christian Andreasen sigst vera favorittur til for- seta sessin, sum hann ikki vann fyri seks árum síðani Í annaðkvøld er freistin fyri at seta fram uppskot til nevndarval í FSF lok in. Líka síðani fundin, sum feløgini høvdu í heyst, tá málið um aðal- skriv ar an skuldi loysast, hevur verið greitt, at broytingar vóru í væntu, og nú teknar myndin av hesum broyt- ingum seg spakuliga. Enn er ikki heilt greitt, júst hvørjar broytingarnar verða. Men feløgini høvdu fund um hetta leygardagin, og sum skilst vil ein stórur partur av feløg unum hava, at øll nevndin verð ur skift út. Tað vil siga, at teir, sum standa fyri vali hesaferð, verða skiftir, meðan restin verður skift á kom andi aðalfundi. Christian favorittur Sum skilst, so er talan í øllum førum um tvey uppskot til forsetavalið, og annað av hesum skal vera Christian Andreasen, advokatur. Christian Andreasn var eisini í upp skoti til forsetasessin í 2004, tá tøki sessurin eftir Dánjal Andreasen skuldi mannast. Ta ferðina hildu tey flestu – og í øllum førum Christian sjálv ur – at neyðugu atkvøðurnar vóru tryggar, men tá talt varð upp, hevði Óli Holm vunnið ein hampu- liga greiðan sigur. Ein hending, sum hevur fingið Christian Andreasen til treytaleyst at krevja, at hann hevur vis su fyri uppbakningini, áðrenn hann tekur av einum tilboði um at stilla upp. Hartil hevur Høgni í Stórustovu eisi ni sagt, at hann tekur við aftur- vali. Eisini hóast hann sambært 3-2 hjá Sjónvarpinum hevur fingið at vita, at hann neyvan verður aftur- valdur. Skal hetta lata seg gera, er tað samstundis ein fortreyt, at okkurt felag skjýtur upp, at Høgni held ur fram í sessinum. Nýggja lógarverkið hjá FSF ger nevnliga, at nevnd arlimir ikki kunnu taka við aftu rvali av sínum eintingum, men skulu hava í minsta lagi eitt felag at skjóta seg upp. Landafrøðin Umframt forsetan standa Sveinur Tróndar son, Rúni Heinesen og Mag- nus á Stongum fyri vali. Av hesum hevur Sveinur Trónd ar- son fyri nakað av tíð síðani boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur, og so er spurningurin, hvussu verður við hinum báðum. Stóri knúturin í hesum tykist vera, at fleiri av feløgunum eru fyri, at být- ið av nevndarsessum eisini verður framt landafrøðiligt, soleiðis sum sið v enja var til fyri einum fýra árum síða ni. Við øðrum orðum, so vilja suð ur oyingar hava ein nevndarsess, klaks víkingar vilja hava ein, og kanska vilja vágamenn eisini hava ein sess. Her fann fundurin onga semju í teim um nøvnum, sum vóru í upp- skoti. Tí verður neyðugt við nýggjum fund i, og sum skilst, so skal hesin haldast seinnapartin í dag. Christian er favorittur Sølvi Reinert Hansen hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali á ÍSF- aðalfundinum Hesum hevur Sølvi boðað frá í skrivi, sum er sent stjórnarlimunum í ÍSF. - Eg havi fleiri onnur frítíðarítriv, sum eg eri glaður fyri, útyvir ÍSF, og hesi bæði seinastu árini havi eg kent, at ÍSF-starvið hevur tikið tíð frá øllum øðrum. So komandi tíðina havi eg valt at nýta mína tíð til onnur áhugamál enn ÍSF, skrivar forsetin millum annað í fráboðanini til stjórnarlimirnar. Sølvi Reinert stillaði upp til forsetavalið fyri tveimum árum síðani, eftir at Heðin Mortensen hevði røkt sessin í meira enn fjórðingsøld. Tíðarskeiðið hjá Sølva gjørdist tó ikki eins langt á hesum sinni, nú hann takkar fyri seg eftir fyrsta tvey-ára skeiðið. Forsetin tekur ikki við afturvali jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Gongst tað, sum meirilutin av føroysku fótbóltsfeløgunum ætlar, er øll nevndin í FSF skift út, tá aðalfundurin í 2011 er farin aftur um bak