mikudagur 17. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2010
Ein maður um
tey 30 fekk í gjár
treytaðan dóm í
40 dagar fyri tvey
innbrot, hann framdi
í 2008. Persónligu
viðurskiftini hjá
mannium og langa
tíðin, ið er liðin síðani
innbrotini, gjørdu,
at dómurin bleiv
treytaður
INNBROT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
40 dagar í spjellið kostaði
tað
einum
tilkomnum
manni í Føroya Rætti, at
hann í mai 2008 og seinni í
september sama árið breyt
inn. Fyrru ferð í kioskina
hjá Náttarravnunum við
Steinatún, og seinnu ferðina
í Fish & Chips á Vaglinum.
Maðurin hevði í tveimum
umførum í september 2009
játtað seg sekan í seinna inn
brotinum. Ein kriminalløg
reglumaður, ið byrjaði á
deildini 1. september 2009,
hevði fingið hetta gamla
málið upp í hendurnar, og
tá teir framman undan
høvdu ein mistonktan í mál
inum um innbrotið í kiosk
ina hjá Náttarravnunum,
gjørdi hann av at spyrja við
komandi um innbrotið í
Fish & Chips.
Komin inn í gongina hjá
viðkomandi varnast hann
einar skógvar, ið minna
nógv um eitt sólaprent, teir
hava frá innbrotinum í Fish
& Chips. Maðurin er fyri
komandi og blíður og við
gongur eftir hondini, at tað
er hann, ið hevur framt inn
brotið í Fish & Chips.
Eftir áheitan vísir hann
kriminalløgreglumannin
um á nakrar lutir, ið tiknir
eru í Fish & Chips, millum
annað ein mikrobylgjuovn
og eina fastnet telefon.
Maðurin skal til arbeiðis,
og tí verður avtalað, at tann
nú skuldsetti skuldi koma á
løgreglustøðina tveir dagar
seinni
at
geva
fulla
frágreiðing. Hetta verður
gjørt, og í báðum førum
verður
maðurin
gjørdur
varðigur við síni rættindi.
Avhoyringin endar við, at
maðurin lesur frágreiðingina
hjá løgregluni ígjøgnum og
undirskrivar hana eisini.
Málið verður hereftir við
gjørt sum eitt játtanarmál.
Kúvendir
Málið verður nú sett at
koma fyri í Føroya Rætti í
oktober í fjør, men tá ger
maðurin eina kúvending.
Hann noktar seg sekan í
báðum
innbrotunum
og
pástendur, at tað, hann hev
ur sagt í politirapportini er
»løgn og latin«, sum ákærin
málbar seg í rættinum í
gjár.
Ákærin metti tí, at neyð
ugt varð at innkalla vitnir,
sum í fyrsta umfari vóru
óneyðug, eftirsum at talan
var um eitt játtanarmál. Mál
ið kom tí fyri aftur í Føroya
Rætti í gjár, og nú vórðu
tvey vitnir innkallað. Eitt,
sum upprunaliga sá mannin
bróta inn í Náttarravnskiosk
ina og sum eftirfylgjandi
ringdi 112, og so løgreglu
maðurin,
sum
avhoyrdi
mannin.
Fyrra vitnið, ein ung
genta, greiddi frá, at hon
hevði sæð mannin hetta
kvøldið, har hann fyrst tos
aði við nøkur fólk í einum
bili. Seinni hoyrdi gentan
og tveir vinmenn, hon fylgd
ist við, eitt brak, ið vísti seg
at vera ein plastrútur, sum
brotnaði. Gentan bar eyga á
mannin inni í kioskini, og
tá maðurin sá ungfólkini,
kom hann stórleypandi út
úr kioskini og tók til rým
ingar.
Unga gentan ringdi 112
og løgreglan bað hana og
vinfólk hennara halda eyga
við manninum at vita,
hvønn veg hann tók til rým
ingar. Tey so gjørdu, og
stutt eftir var løgreglan á
staðnum og handtók mann
in. Henda gongd gjørdi, at
ákæruvalið ikki helt tað
kundi vera nakar ivi um, at
maðurin var hin seki.
Í hevnusøku
Fyrra innbrotið fór sum
nevnt fram í mai 2008, men
tá var maðurin so drukkin,
at hann ikki mintist nakað
frá hendingini. Tí vildi hann
ikki viðganga, at tað var
hann, sum var hin seki.
Seinni um árið, í sep
tember 2008, hevði hann so
framt innbrotið í Fish &
Chips. Í detaljeraðu frá
greiðing síni til løgregluna
greiddi skuldsetti frá, at
hann hevði framt innbrotið
í Fish & Chips í hevnusøku
fyri, at løgreglan hevði
ákært hann í fyrra innbrot
inum. Hann segði seg vita,
at »onkur frá politinum«
átti Fish & Chips.
Ákærin, Helle Vibeke
Severini, legði dent á, at av
tí at so long tíð var fráliðin,
var minnið hjá vitnunum
ikki tað sama, og tí átti
størri dentur at verða lagdur
á politirapportirnar, sum
vórðu tiknar stutt eftir hend
ingina, meðan minnini enn
vóru frísk.
Hon legði eisini dent á,
hvussu nógv niður í smálutir
frágreiðingin hjá ákærda
var í seinna málinum um
innbrotið í Fish & Chips.
Ákærin helt tað vera
prógvað uttan um allan iva,
at maðurin var sekur í fyrra
innbrotinum hjá Náttarravn
unum, tí vitnini hildu eyga
við honum fram til hann
varð handtikin, og í seinna
førinum vísti hon til frá
greiðingina hjá manninum
sjálvum, umframt ta sann
roynd, at stolnu lutirnir
vóru funnir heima hjá mann
inum.
Eisini helt hon, at tað var
undarligt at geva eina so
detaljeraða frágreiðing fyri
síðani í rættinum at nokta
fyri øllum, serliga tí maður
in hevði ríkiligar møguleikar
at taka frágreiðingina aftur.
Eingi prógv
Verjin, Jógvan Páll Lassen,
helt hinvegin, at tað funnust
eingi ítøkilig prógv, hvørki í
fyrra málinum ella seinna.
Hann segði, at vitnini
høvdu tikið feil í teirra eyð
merking av ákærda, og at í
seinna
innbrotinum
var
einki sum helst prógv fyri,
at ákærdi var rætti maðurin.
At stolnu lutirnir vórðu
funnir heima hjá ákærda
prógvaði ikki, at hann hevði
gjørt innbrotið.
At ákærdi hevur sagt ósatt
fyri løgregluni undir einari
avhoyring er kanska ikki
moralskt rætt, men tað er í
hvussu er ikki revsivert, stað
festi Jógvan Páll Lassen.
So meðan ákærin legði
pástand um 40 til 60 dagar
fongsulsrevsing við avgerð
dómarans um hon skuldi
verða treytraleys ella ikki,
kravdi verjin frídøming í
báðum málum.
Dómarin metti tað tó
prógvað, at maðurin var sek
ur í báðum innbrotunum,
og dømdi hann 40 daga
fongsulsrevsing.
Hendan
verður tó treytað av, at mað
urin ikki ger nakað revsivert
í eitt ár frá dómsdegnum.
Grundgevingin fyri at
dómurin varð gjørdur treyt
aður er, at maðurin áður
ikki er revsaður, og at so
long tíð er liðin síðani, at
innbrotini eru framd.
Maðurin bað um umhugs
ingartíð at kæra dómin til
hægri rætt.
Tvey innbrot góvu treytaðan dóm
Fyrra innbrotið varð framt móti kioskini hjá Náttarravnunum við Steinatún í mai 2008, og hitt seinna móti Fish & Chips á Vaglinum í september sama árið
Myndir: Álvur Haraldsen
Sporløs reint fupp
Danska blaðið BT skrivar í dag, at reality
sendingarnar Sporløs er reint fupp. Tá hyggjararnir
spentir fylgja við í royndunum hjá Louise Wolff at
finna familjulimir hjá dønum, sum á ein ella annan
hátt hava mist sambandið við familjuna, so eru
hesir familjulimir funnir framman undan. Tað er
sostatt bara sjónvarpshyggjarin, ið kennir nakran
spenning. Familjulimirnir hava framman undan
játtað at verða við í sendingini og at gera samrøður,
men tað upplýsir DR altso ikki fyri hyggjarunum,
skrivar BT.
Økja um smoltið
Seinastu tíðina hevur verið nógv tos um, at framleiðsluorkan av smolti í Noregi er
ov lítil í mun til eftirspurningin og í ávísum økjum í landinum, verða ov fá smolt
framleidd í mun til eftirspurningin. Seinasta ár og í 2008 vóru 237 mió laksasmolt
sett út í Noregi og framleiðsluorkan verður mett av verða 267 mió laksasmolt í
øllum landinum. Sum ein avleiðing av hesum hava smoltframleiðarar søkt um
loyvi at økja um framleiðsluorkuna á smoltstøðunum við góðum 46%. Hetta er ein
øgiligur vøkstur og áhugavert verður at fylgja við hvussu gongdin veðrur í hesum
málinum, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Norðmenn framleiða sum er
knappa mió tons av laksi og fráboðað er, at norska framleiðslan helst skal vaksa
eini 8% um árið komandi árini.