Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 33 - 17. februar 2010 RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tú tolir ikki at drekka! Tað læt ákærin, Finn Ougaard, 26 ára gamla mannin, sum fyri fimtu ferð stóð ákærdur fyri harðskap í einum rætti í gjár, vita. Maðurin hevur eina langa røð av dómum fyri ymsan harðskap, og stendur nú framman fyri einum dómara fyri fimtu ferð, ákærdur fyri í tveimum førum at hava framt óprovokeraðan harð­ skap móti óvarandi fólki. Ákæran ljóðaði upp á trý ymisk harðskapsmál, har ákærin heilt greitt karakter­ iseraði hitt fyrsta sum »fam­ ilier tumult«. Men hini bæði metti hann greitt vóru sera álvarslig, tí tey hendu uttan at órættaðu á nakran hátt høvdu lagt upp til tað. Fyrsta forholdið hava vit skrivað um áður og hendi í mars mánaði í fjør, tá ákærdi hevði verið nakað harðligur við tveir brøður sínar. Hann endaði í deten­ tiónini ta ferðina og málið í Føroya Rætti. Hini bæði málini er nýggj og hendu ávikavist 27. des­ ember 2009 og 29. januar 2010. Í fyrra førinum var ákærdi farin í býin við einum vin­ manni. Hesin hevði fyri vana at gera seg eitt sindur inn á konufólk, tó ikki endi­ liga fyri at gera teimum nak­ að ilt. Eitt ungt par var eisini hendan annan jóladag farið í býin at hugna sær og á veg oman eftir Niels Fin­ sensgøtu hitta tey ákærda og vinmann hansara. Vin­ maðurin tekur eftir gentuni, men røkkur henni kortini ikki, og so hendir ikki meiri í fyrsta umfari. Unga parið heldur fram oman eftir at vitja ein vin, og umleið hálvan tíma seinni far tey niðan aftur í býin. Smekkar til Komin niðan til gamla Kon­ dittaríið og Cleopatra renna tey seg aftur í teir báðar, og hesaferð tekur vinmaðurin í báðar armarnar á gentuni framman ífrá og lyftir hana upp, meðan hann sigur nak­ að um, at nú fara tey bæði heim. Gentan er í fyrsta umfari ov skelkað at siga nakað, men drongurin finst at og biður mannin um at sleppa gentu síni. Tað ger við­ komandi, men í somu løtu kemur ákærdi til og smekkar til unga dreingin við knýtt­ um neva. Hann rakar órætt­ aða á vangan, men brillur­ nar, sum drongurin ber, detta ikki av. Drongurin var sjálvandi skakkur, hetta var fyrstu ferð, hann var sligin. Tey bæði ungu gera av at sleppa sær burtur, men seinni varn­ ast tey, at ein tonn hjá dreinginum er brotnað, og hann noyðist nú at fáa sær hjálp fyri hetta. Ákærdi, sum sjálvandi eisini varð avhoyrdur í mál­ inum, segði seg einki minn­ ast frá hendingini. Seinna hendingin, sum fer fram eitt fríggjakvøld seinast í januar, byrjar í Mimir. Ein ungur maður og genta hansara eru úti og hugna sær, men gera so av at sleppa sær til húsar. Maðurin kemur í samband við ákærda, tá hann er farin út at roykja, og knappliga fær eina hurð í ryggin frá ákærda. Meiri hendir tó ikki tá. Á veg oman eftir Tórsgøtu varnast parið, at ákærdi eltir tey og spyr, um hann og maðurin skulu fara at berjast. Hetta ynskir maður­ in tó ikki. Síðani kallar ákærdi konuna hjá mannin­ um feita, og tá maðurin vendir sær í undran, fær hann nevan beint á nøsina. Breyt nøsina Maðurin fellur til jarðar, og tá hann kemur á føtur aftur, verður hann sligin fyri aðru ferð. Ákærdi spurdi nú, um teir skuldu ringja eftir løg­ regluni, og tað heldur órætt­ aði er eitt gott hugskot og tekur fartelefonina. Hann bløðir tó so illa í nøsini, at hann ikki fær ringt, so parið ger av at fara oman á Man­ hattan at ringja eftir einum taxabili at koyra tey út á skaðastovuna. Sum sagt so gjørt. Komin út á skaðastovuna verður staðfest, at nøsin er brotin. Hon verður sett upp á pláss og ein skinnari riggaður til. Heldur ikki í hesum før­ inum sigur ákærdi seg minn­ ast nakað sum helst frá hend­ ingini, men eitt annað vitni, sum kennir báðar menninar, verður eisini kallað inn, og hann kundi greiða frá, at báðir í hvør sínum lag høvdu greitt honum frá, hvat var hent. Ákærdi hitti hetta vitnið í Sirkus, og fekk har søguna, meðan órættaði í sínum lag ringdi til vin­ mannin av greiða frá, hvat sær var hent. Ákærin í málinum, Finn Ougaard, var rættiliga í døp­ urhuga um, hvat hann skuldi mæla dómaranum til. Viðurskiftini hjá ákærda eru so, at hann – eisini sam­ bært faðiri sínum í Føroya Rætti í fjør – er heimsins fittasti, tá hann er edrúur, men ikki grannhavandi, tá brennivín kemur upp í leikin. Finn Ougaard helt tí, at frægast var kanska at ákærdi fekk seks mánaðar fongsul, harav fýra gjørdust treytaðir við teirri treyt, at hann fór í viðgerð fyri alko­ holmisnýtslu. Verjin, Jógvan Páll Las­ sen helt, at seks mánaðir var í yvirkanti, og mælti til, at ein partur av treytunum var, at hann sat revsingina á Heilbrigdi á Velbastað. Dómarin metti málið so torført, at hann ikki segði dómin fyri enn á miðdegi í dag, og úrslitið gjørdist sum nevnt... fongsulsrevsing í fimm mánaðir, harav tríggir eru treytaðir. Maðurin skal einki revsivert gera komandi tvey árini, eins og hann skal geva seg undir eftirlit og »eventuel« viðgerð fyri alkoholmisnýtslu. Fimm mánaðir fyri óprovoker- aðan harðskap Hóast bæði ákæri og verji løgdu upp til viðgerð fyri alkoholmisnýtslu, álegði dómarin ikki ákærda hesa treyt. Hinvegin fær 26-ára gamli maðurin fongsulrevsing í fimm mánaðir, harav tríggir kortini eru treytaðir Heilt óprovokerað smekkaði ákærdi til ein ungan mann, hann hevði hitt í Mimir. Úrslitið var ein brotin nøs Modellmynd Nýtt Haiti 76 milliardir Tað fer at kosta einar 14 milliardir dollarar ella einar 76 milliardir krónur at endurreisa Haiti eftir tann ógvusliga jarðskjálvtan tann 12. januar. Tað er metingin hjá Alamerikanska Menningarbankanum IDB, sum samstundis staðfestir, at jarðskjálvtin í Haiti er tann mest oyðileggjandi náttúruvanlukkan í nýggjari tíð. Bankin hevur kannað umstøðurnar og sigur, at tað fer at kosta millum átta og 14 milliardir dollarar ella millum 44 og 76 milliardir krónur at byggja hús, sjúlar, almennar bygningar og samferðslukervið uppaftur. Tey seinastu tølini frá myndugleikunum siga, at jarðskjálvtin kravdi 217.000 mannalív. Grikkar einsamallir Grikska stjórnin er kroyst sum lús millum tvær negl. Øðrumegin krevja evrulondini við Týsklandi á odda, at stjórnin í Athen skal fremja umfatandi sparingar fyri at skerja tað ovurstóra hallið á fíggjarlógini, og hinumegin hevur stjórnin grikska fólkið, sum er sera misnøgt við spariætlaninar hjá stjórnini. Grikski fíggjarmálaráðharrin, George Papaconstantinou, var á fundi við sínar ES­ starvsbrøður í gjár, men hann fekk onga hjálp. Tvørturímóti fekk hann at vita, at bólturin er á teirri griksku hálvuni, skrivar DPA úr Bruxelles.