Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 33 - 17. februar 2010 Hóast lemmatrolarin Steintór hevur ligið nakrar dagar vegna eldsbrunan, teir herfyri høvdu í maskinrúminum, hava hvalbingar tó ikki ligið í fiskaloysi. Hamranes og Breiða­ nes hava land að, og væntandi keypir virkið ein part av lastini hjá Bresti, sum fer um upp boðs­ søluna í dag Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Partrolararnir Hamranes og Breiðanes landaðu í Hvalba mánadagin. Teir royndu eyst anfyri, og veiðan hend­ an túrin var umleið 230.000 pund av upsa. Lemmatrolarin Brestir landar á Tvøroyri í dag. Teir hava umleið 100.000 pund av kongafiski og eini 60.000 pund av upsa. Á túrinum undan hesum landaði Brestir í Skotlandi. Ólavur Bjarkhamar, sum starvast hjá TG Seafood, sigur, at veiðan hjá Bresti ætlandi fer um upp boðs søl­ una. Hann væntar kortini, at virkið í Hvalba fer at keypa so mikið av fiskinum, at hetta verður nóg mikið til ein arbeiðsdag á virkinum í Hvalba. Lemmatrolarin Steintór, sum herfyri hevði eld í maskinrúminum, meðan teir vóru á fiskileið, er nú um at verða klárur til fiski­ skap aftur, og Ólavur Bjark­ hamar væntar, at loyst verður aftur í hesi vikuni. – Umvælingararbeiði er gjørt í Havn, og sum eg havi skilt, er ein partur av tíðini farin til at bíða eftir eykalutum. Teir vænta nú, at klárt er at loysa aftur til nýggjan túr í hesi vikuni, sigur Ólavur Bjarkhamar á TG Seafood í Hvalba. Steintór skjótt klárur at loysa aftur Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Havn í gjár, fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á Marknagilsvegnum í Havn. Meðan kanningarnar vardu, vóru tað tríggir bilførarar, sum ikki dugdu sær hógv við ferðini á bygd um øki. Vakthavandi á Politi­ støðini í Havn sigur, at hesir tríggir bilførararnir, sum koyrdu ávikavist 74, 75 og 85 kilometrar um tíman, allir fáa klipp í koyrikortið. Løgreglan er javnan úti við lasaranum, bæði á bygdum og óbygdum øki, og tí loysir tað seg best at halda seg innanfyri loyvdu ferðina – um tú alt so ikki ætlar tær at fáa klipp í koyrikortið. Fingu klipp fyri ov nógva ferð í Havn Økti útflutningurin hjá føroysku ali vinn­ uni ger, at samlaði út flutningurin av fiska vørum í krónum er heldur hægri í fjør enn fyrraári, hóast nøgdirnar av fiski og fiskavørum eru minkaðar við fleiri enn 60.000 tonsum í 2009 ÚtFlutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tú hoyrir av og á, at tað er Bakkafrost­samtakið á Glyvr um, sum hevur bjarg­ að føroyskum fiskaútflutn­ ingi í fjør. Tað er ikki einki um hetta, tí tølini yvir út ­ flutning av laksi og laksa­ vørum prógva, at tað veru­ liga er alivinnan, sum stend ur fyri at kalla øllum vøkstrinum í føroyska út ­ flutningsvirðinum í 2009. Men føroysk aling er fram­ vegis meiri enn Bakkafrost, tó at samtakið er ein risi í føroyskum høpi, og stendur fyri umleið 20% av okkara fiskaútflutningi. Á síni heimasíðu hevur Hag stova Føroya eina fyri­ bilsuppgerð av útflutn ing­ inum fyri 2009. Uppgerðin vísir, at samlaða virðið av útfluttum fiski er 6 miljónir krónur størri í fjør enn árið fyri, tó at nøgdirnar í 2009 minkaðu við fleiri enn 60.000 tonsum. Dýrur alifiskur Orsøkin til, at fiskaútflutn­ ingurin í krónum ikki er minkaður, men heldur er kvinkaður uppeftir, er, at nøgdirnar av dýrum alifiski eru nógv øktar, samstundis sum stóra minkingin í nøgd ini stavar frá bíligum fiskasløgum, fyrst og fremst svartkjafti. Árini 2008 til 2009 øktist útflutningurin av føroyskum alifiski úr 37.074 tonsum upp í 47.533 tons. Hetta er ein munur uppá 10.459 tons, sum í krónum svarar til ein vøkstur uppá 421 miljónir. Taka vit allan útflutning­ in, har skip, flogfør og tílíkt er íroknað, sæst í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya, at saml aða útflutningsvirðið mink ar við 8% i 2009. Hetta kemst serliga av, at út flutningurin av skipum minkaði nógv hetta árið. Vøkstur í USA Føroyingar útflyta mest til Bretlands, og næstir í røðini sum keyparaland er Dan­ mark. Í 2008 var Noreg okkara næst størsti marknaður, og hetta komst av, at skip vórðu seld hagar fyri 350 miljónir krónur. Hagstova Føroya sigur, at størsta broytingin í 2009 er helst, at 8% av útflutn ing­ inum nú fór til USA. Flestu undanfarin ár er 1­3% farið hagar. Orsøkin til, at útflutn ing­ urin til USA er øktur so nógv í 2009 er, at trupul­ leikar í chilensku alivinnuni hava givið føroyskum alarum øktar møguleikar at selja munandi meiri laks til USA. Hagstova Føroya veit at siga, at 98% av føroyska út flutninginum til USA er alifiskur. Bakkafrost bjargar okkara útflutningi Steintór við bryggju í Hvalba. Seinastu tíðina hevur skipið ligið á Havnini, meðan umvælingar eru gjørdar G! Festival broyttur til vælgerandi grunn Viðtøkurnar fyri grunnin siga m. a., at eitt møguligt avlop av G! Festival fer óskert til at skapa ein tónleika­ mið depil í Eysturkommunu, siga Hans Jákup Mikkelsen frá G!Grunninum og Jón Tyril, stjóri í G!Festivalinum í tíðindaskrivi í morgun. Smápartafelagið »við Gorlaksá« hevur sostatt einki við fyriskipanina av G! at gera longur. Í nevndini fyri nýggja grunnin sita: Hans Jákup Mikkelsen, formaður, Sigvør Laksá, Rógvi Róin, Oluffa Joensen og Jón Tyril. Grunnurin hevur sett Jón Tyril í starv at standa á odda fyri fyriskipanini av G! 2010. Dentur hevur verið lagdur á ikki at broyta konseptið og innihaldið á G! Festival á nakran hátt, men einans bygnaðin aftanfyri. Øll tey somu virðini og endamálini, sum altíð hava ligið til grund fyri G! Festival eru framvegis galdandi. Hesi kunnu lesast á www.gfestival.fo undir ”um”. Einasti munurin er, at tað nú er í viðtøkunum, at eitt møguligt yvirskot verður latið óskert til eina ítøkiliga vælgerandi verkætlan. Sleppa undan mvG! Tað broytir nógv um fíggjarligu fortreytirnar fyri G!­festivalinum, at hesin nú er umskipaður til vælgerandi grunn. Við hesum skal G! nevnliga ikki longur mvg av atgongumerkjasøluni, og tað er ein postur, sum bæði G! og SummarFestivalurin fyrr hava sagt tyngir raksturin. Hetta er ein leistur, sum hevur verið nógv brúktur uttanlands. Millum annað í Horsens, har tey í fleiri ár fyriskipaðu rimmar konsertir. Ein treyt fyri hesum er tó, at avroknað verður til vælgerandi endamál fyri hvørt tiltak sær. Til ber soleiðis ikki at brúka yvirskot til at rinda møguliga gomul hall við, áðrenn yvirskotið verður latið vælgerandi endamálinum. Skalt tú umgang ast klipp í koyri kortið, er skilagott at halda teg undir »kritiska« ferðmarkinum. Tað »gloymdu« tríggir bilførarar í Havn í gjár