mikudagur 17. februar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2010
Jón Brian Hvidtfeldt
er nú fyrrverandi
tíðandaleiðari í
Kringvarpi Føroya.
Hann hevur nú fingið
endaligu uppsøgnina
frá Anniku Mittún
Jacobsen, kringvarps
stjóra
KRINGVARPIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Eg havi fingið at vita, at
kringvarpsstjórin endaliga
hevur staðfest ætlanarskriv-
ið um mína uppsøgn, og eg
eri eisini biðin um at lata
lyklarnar til Kringvarpið frá
mær.
Hetta sigur Jón Brian
Hvidtfeldt, sum millum jól-
anna fekk handað ætlanar-
skriv um uppsøgn sum tíð-
indaleiðari í Kringvarpi Før-
oya.
Hóast hann endaliga er
uppsagdur sum tíðindaleið-
ari, so stendur honum fram-
vegis í boði at gerast van-
ligur tíðindamaður í Kring-
varpinum. Hetta tilboðið
stendur við til 30. apríl,
hevur hann fingið at vita.
- Eg havi ikki tikið støðu
til hetta. Og eg havi heldur
ikki tikið støðu til, hvat eg
víðari fari at gera, sigur Jón
Brian Hvidtfeldt, sum er
týðuliga keddur av støðuni,
hann er komin í.
Hann bað um fund við
kringvarpsleiðsluna saman
við advokati sínum fyri at
royna at finna ein útveg.
Hesin fundur var fríggjadag-
in, men har kom einki burtur-
úr, sum kundi hjálpa hansara
støðu.
- Tí bóðu vit Anniku Mit-
tún Jacobsen koma við eini
avgerð, so vit kundu kæra
avgerðina beinavnvegin til
Mentamálaráðið, sigur Jón
Brian Hvidtfeldt.
Jón Brian Hvidtfeldt hevur
ikki verið til arbeiðs í Kring-
varpinum seinastu tíðina.
Fyrstu dagarnar var hann eitt
sindur til arbeiðis, men tá
hann fekk boð um, at hann
skuldi ganga vanliga tíðinda-
vakt, um hann skuldi vera til
arbeiðis, fór hann til hús.
Starvsfólkini á tíðindadeil-
dini í Kringvarpinum vórðu
kallað til fundar klokkan
13:15 seinnapartin, har kring-
varpsstjórin
kunnaði
um
uppsøgnina. Jón Brian Hvidt-
feldt slapp ikki við á fundin.
Jón Brian Hvidtfeldt hev-
ur fýra vikur til at taka
støðu til, um hann skal kæra
uppsøgnina - og honum
stendur í boði fram til 30.
apríl at gerast vanligur tíð-
indamaður í Kringvarpi
Føroya.
Jón Brian Hvidtfeldt
endaliga uppsagdur
Jón Brian Hvidtfeld
varð í gjár endaliga
sagdur úr starvi
sum tíðindaleiðari í
Kringvarpi Føroya.
Hann fer beinanvegin
at kæra avgerðina til
Mentamálaráðið -
men honum stendur
framvegis í boðið
at gerast vanligur
tíðindamaður í
Kringvarpinum
Jóan Karl Joensen,
sum lesur fiskarífak
á lærdum háskúla
í Tromsø, kemur í
næstum til Føroya
at kunna um útbúgv
ingarmøguleikar í
norðurnorska býnum
ÚTBÚGVING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prógvið frá Fiskivinnuskúl-
anum í Vestmanna man hava
roynst væl í norðurnorska
býnum Tromsø, tí í næstum
kemur Jóan Karl Joensen,
sum lesur fiskarífak við
norska universitetið til Før-
oya at kunna um útbúgvingar-
møguleikarnar
á
norður-
norska universitetinum. Tey
flestu munnu minnast Jóan
Karl, sum var nógv frammi í
fjølmiðlunum síðsta summar,
tí norðmenn settu spurnar-
tekin við prógvið frá Fiski-
vinnuskúlanum. Men nú er
vent í holuni.
Jóan Karl byrjaði lesturin í
Tromsø síðsta summar, og
herfyri heitti lærustovnurin á
hann um at fara til Føroya at
fáa fleiri fiskivinnunæmingar
og aðrar føroyskar miðnáms-
næmingar at koma til Noregs
at útbúgva seg. Jóan Karl
kemur til Føroya beint áðr-
enn ella beint eftir páskir, og
tá fer hann at ferðast runt og
kunna á fleiri føroyskum
miðnámsskúlum.
Fyrrverandi næmingurin
frá Fiskivinnuskúlanum sig-
ur seg trívast væl í Tromsø,
men hann gleðir seg til at
sleppa ein túr til Føroya á
páskum, har hann sjálvsagt
eisini fer at heilsa upp á vinir
og kenningar.
- Vit á Fiskivinnuskúlanum
gleða okkum til at fáa vitjan av
Jóan Karl. So verður tað spenn-
andi at síggja, um hann klárar
at sannføra fleiri fiskivinnu-
næmingar um, at tað er eitt
gott hugskot at fara til Norðu-
rnorra at lesa víðari, sigur Ják-
up Andreassen, stjóri á Fiski-
vinnuskúlanum í Vestmanna.
Saman við Marine
Institute í Nýfund
landi skal trolvirkið
Vónin arbeiða við
einari sera umfatandi
verkætlan, sum skal
minka um ávirk
anina, sum botntrol
hava á botnin. Saml
aði kostnaðurin
á verkætlanini er
mettur at verða 22
milliónir krónur
VINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hendan verkætlanin hevur
vakt stóran ans í Kanada,
og hevur Atlantic Innova-
tion Fund (AIF), sum er ein
grunnur hjá tí kanadiska
statinum, valt at stuðlað
hesari verkætlan við nær-
um 10 milliónum krónum.
Stuðulin
frá
AIF
var
almannakunngjørdur
av
kanadiska verjumálráðharr-
anum, Peter Mackay, á ein-
um tíðindafundi á Marine
Institute 31. januar. Umboð
fyri Vónina vóru eisini til
staðar á tíðindafundinum.
Málið við verkætlanini
er at menna botntrol, sum
skulu hava minni ávirkan
á botnin, men framvegis
fiska væl. Úrsltið verður
nýggj útgerð, sum verður
meira umhvørvisvinarlig.
Tey komandi árini verður
tað væntandi eitt krav frá
nógvum av heimsins lond-
um at umhvørvisvinarlig
botntrol verða nýtt. Við at
vera við í hesari verkætlan
væntar Vónin at kunna
menna botntrol, sum koma
at liva upp til hesi krøv.
- Í staðin fyri bara at
standa á síðulinjuni og bíða
til hesi krøv koma yvir okk-
um, so hava vit valt at tikið
av møguleikanum at vera
við í hesari stóru verkætlan,
tí vit hava ábyrgd sum trol-
virki at finna nýggjar og
betri loysnir, sigur Hjalmar
Petersen stjóri á Vónini.
Bólkurin, sum kemur at
taka sær av verkætlanini, er
settur saman av verkfrøð-
ingum, havfrøðingum, fiski-
skiparum og umboðum frá
Vónini, sum koma við sín-
ari vitan um trolreiðskap.
Ætlanin er at verkætlanin
fer í gongd í apríl 2010,
og at hon skal verða liðug
í mars í 2015. Tá verkætl-
anin er liðug, hevur Vónin
einarætt at brúka úrslitini
vinnuliga.
Vónin er saman við
norska RFG partur av VON
samtakinum, og saman
hava feløgini 17 deildir í
Føroyum, Grønlandi, Kan-
ada og Norra. Tað starvast
dagliga umleið 200 fólk hjá
VON samtakinum.
Vónin við í
stórari verk-
ætlan í Kanada
Tromsø vil hava fleiri
fiskivinnuskúlanæmingar
Ravfør í Klaksvík
Í dag kl 13.30 verða tveir av elbilunum hjá SEV
sýndir fram í túninum uttan fyri Bakaríið hjá Jórun í
Klingrugarði í Klaksvík. Hetta er liður í
framsýningarátakinum hjá SEV at slóa gøtuna fyri
elbilum ella ravførum í Føroyum. Steinbjørn
Jacobsen, nevndarlimur í SEV, kemur at hava bilarnar
um hendi í eina viku í Norðoyggjum. Tá bilarnar hava
verið í Norðoyggjum fara teir til Skálafjarðarøkið.
Bilaframleiðarar fegnast
Tað er ikki bara í Føroyum, at bilasølan nú kvinkar uppeftir.
Europiski felagsskapurin fyri bilaframleiðarar sigur, at januar
mánaður í ár hevur víst eina stóra framgongd í søluni av
nýggjum bilum. Ikki minst er tað sonevnda skrottgjaldið, sum
bretar og italiumenn hava ásett, sum ger góðan mun.
Framgongdin í hesum báðum londunum hevur verið um 30% í
januar mánaði í ár. Fyri samlaða europiska marknaðin hevur
framgongdin í januar mánaði verið 17,3%.
Mikil orrusta var í miðlunum
um Jóan Karl Joensen í
summar, tá hann ikki slapp
inn á lærdan háskúla í
Noreg við prógvi frá Fiski-
vinnuskúlanum. Alt kom
tó í rættlag, og nú kemur
hann til Føroya at kunna um
útbúgvingarmøguleikar í Noreg