mikudagur 17. februar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2010
Seinasta heyst fingu
menn fleiri túsund
vanskaptar toskar
í gørnum á Stor
firðinum í Troms í
Noregi. Síðani hava
serfrøðingar kannað
nakrar av toskunum
við DNAroyndum,
men myndugleikarnir
vilja ikki kunngera
úrslitið
Fiskivinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
– Vit kunnu ikki kunngera
úrslitið av DNA-kanning-
unum, tí talan kann vera
um próvtilfar, um tað vísir
seg, at toskurin er vorðin
vanskeplaður av umhvørvis-
kriminaliteti, sigur Gunnar
Trulssen, økisleiðari hjá
fiskivinnustýrinum í Troms
við norska kringvarpið.
Teir lokalu fiskimenninir
halda, at talan er um tosk,
sum er sloppin úr ringunum
hjá
alistøðini
Storfjord
Torsk, sum er tann einasta
alistøðin av sínum slagi í
umráðnum. Men leiðslan í
felagnum vísir skuldseting-
ini aftur og vísir á, at júst
hendan støðin hevur serliga
tryggar aliringar. Er talan
um aldan tosk, má hann
vera sloppin úr alistøðum
aðrastaðni, sigur Storfjord
Torsk. Felagið vil tí hava
myndugleikarnar
at
al-
mannakunngera úrslitið av
DNA-kanningunum, so tað
kann staðfestast, hvaðani
tann
vanskapti
toskurin
kom.
Men tað vilja myndug-
leikarnir ikki.
–
Frágreiðingin
kann
hava
upplýsingar,
sum
kunnu hava týdning fyri
tað, sum er eftir av kann-
ingararbeiðinum. Er talan
um lógarbrot, kunnu vit
ikki kunngera kanningar-
úrslitið, sigur Gunnar Truls-
sen í fiskivinnustýrinum
við NRK. Hann leggur aft-
urat, at talan kann verða um
eitt mál um umhvørvis-
kriminalitet.
Fekk 1500 toskar
Søgan um teir vanskaptu
toskarnar á Stórfjørðinum
byrjaði í september í fjør, tá
ein maður fekk 1.500 av-
skeplaðar toskar í gørnum á
fjørðinum.
Síðani
hava
menn fingið meiri enn
3.000 slíkar toskar afturat.
Maðurin, sum fekk teir
fyrstu vanskaptu toskarnar,
ivast ikki í, at teir stava frá
alistøðini á fjørðinum, men
tað avsannar stjórin á ali-
støðini. Sjálvur hevur hann
eina aðra hugsan um mál-
ið:
– Vit mistu 150.000 yngul
í ódnarveðri í 2006, og tað
kann vera hesin fiskurin,
sum framvegis heldur til á
fjørðinum. Men talan kann
eisini vera um villan tosk
ella tosk, sum er sloppin út
úr einari alistøð onkra aðra-
staðni, sigur stjórin í Stor-
fjord Torsk við Noirdlys.
Vilja ikki
almannakunngera
frágreiðing um
vanskaptan tosk
Sambært norsku myndugleikunum kann tað vera umhvørviskriminalitetur, sum hevur avskeplað
toskin
Myndir: NRK
Náttin er Ung 2010
Leygardagin 20.feb verður ársins fyrsta Náttin er Ung, feita rúsfría
tiltakið fyri ung í øllum landinum. Hesu ferð er stórur dentur lagdur á
dansitónleikin, sum DJ Ollietuutausend stendur fyri; og fyri at geva eitt
serligt ‘club vibe’ er tiltakið flutt í Perluna. Tiltakið bjóðar okkurt til øll
ung; bólkarnir, sum framføra spæla alt frá róligum pop tónleiki, doom
metal til festligan upbeat tónleik; teir eru Dánial & Bjarki, Hamferð og
Nikolina´s Rage. Reinsaríið verður umgjørt til eitt chill out stað, við sølu
av pizza, slush ice og øðrum góðgæti. Møguliga verður eisini okkurt
eyka undihald. Í sambandi við at føstulávint-vikuna, verður onkur
festligur básur ella annað festival undihald á útiøkinum.