mikudagur 17. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
20
nr. 33 • 17. feb. 2010
Henda Miðvikan er nr. 150 í hesi røð,
sum byrjaði fyri umleið trimum árum
síðani. Beinleiðis orsøkin til hana var,
at FF-blaðið helt uppat. Roynt var at
gera hetta blað til blað, sum kundi fáa
ein breiðari lesaraskara enn eitt vanligt
fakfelagsblað. Hetta eydnaðist sera væl,
ikki minst tí blaðið hevði fastan tátt við
siðsøgu, har serliga varð lagdur dentur
á fiskimannasøgu og lagnusøgur hjá
fiskimonnum. Hetta var ein viðkomandi
evni hjá teimum allarflestu. Tí gjørdist
hetta sera væl umtókt og enn í dag siga
fólk seg sakna blaðið.
Sosialurin dugdi at síggja virðið í
hesum, og tí kom henda røðin í lag og
hevur verið í blaðnum stórt sæð hvønn
mikudag seinastu trý árini.
Nokk so nógv er eisini komið burtur
úr. Í hesum 150 pørtum hava verið
um 1.500 bókasíður + umleið 1.500
myndir. Meginparturin av tilfarinum er
upprunatilfar og lýsir ein stóran part av
søgu føroyinga seinastu 100 árini. Nógv
av tilfarinum er fingið til vega í seinastu
løtu. Munnligu keldurnar eru ofta gomul
fólk, upp til 100 ára gomul. Tá er einki at
bíða við.
Fleiri av keldunum eru eisini farnar.
Sum tær fyrstu Andreas í Tarti í
Oyndarfirði og Dinnafía Ferjá frá Gjógv.
Tað var eitt kvett at fáa teirra frásagnir,
meðan tíð var.
Henda røðin hevur verið sera væl
umtókt millum fólk. Tað er neyvan dagur,
at fólk ikki geva til kennar at tey lesa
hetta tilfar við áhuga. Nógv goyma tað
eisini.
Fleiri siga, at tey halda bert Sosialin
vegna Miðvikuna og Hendur ið Sleptu.
Onnur siga, at tey keypa Sosialin júst
teir dagar, hesar røðir eru í blaðnum.
Tá er tað hugaligt at arbeiða! Fólk hava
eisini verið sera beinasom at medvirka
til hesa skriving. Tað kemur nærum ikki
fyri, at bøn verður sýtt.
Eg verði ofta spurdur, um ikki ætlanin
er at geva hetta tilfar út í bók. Tað kann
væl henda. Her er tilfar til nógvar bøkur.
Til jóla kom bókin Elsa Jacobsen: Mitt
Etiopia, har stórur partur av tilfarinum
var úr Miðvikuni.
Verður heilsan kann henda røðin halda
fram. Tað er eisini nógv spennandi á
skránni. Í fyrsta umfari koma fleiri partar
afturat um tær áhugaverdu Müller og
Evensen ættirnar.
Í mars eru 80 ár síðan vanlukkuna
við Ernestine. Tað er nokk so nógv
skrivað um hesa hending og ta ótrúligu
bjargingina, men tað finst ikki nøkur
samlað frásøgn. Hana fara vit at hava í
nøkrum pørtum.
I 1931 hendi ein eins fantastisk
bjarging, sum ikki er so nógv hoyrt
um. Hetta var tá eitt skip fór á land á
Suðurlandinum, og allir komu undan
uttan hetjan, sum bjargaði øllum hinum
av manningini. Henda søgan eigur ikki
at verða gloymd og fara vit at greiða frá
henni.
Aftaná hava vit frásøgn frá Stóru
Dímun, har tann 85 ára gamli Janus í
Dímun fer at greiða frá søguni hjá oynni
og lívinum í Dímun, har hann enntá
minnist til, at tey glaðaðu. Hetta hevur
lesarin alla grund til at gleða seg til.
Í seinasta parti høvdu vit
eina frásøgn um jólini hjá
húskinum Evensen í
Umanak í 1907
Tann sum skrivaði hesa frásøgn
er ein áhugaverd donsk kvinna,
sum Frida og Johan Evensen fáa
sum lærarinnu til síni børn. Hon
kallast Ingeborg Andersen, og vit
endurgeva part av teirri frásøgn
um hana, sum stóð í limablaðnum
hjá Lokalhistorisk forening og
Arkiv í Bregninge, nærhendis
Kalundborg í Vestursjællandi.
Om Ingeborg
Andersen
Ingeborg Andersen stammede
fra Torpegaard. Her blev hun
født í 1873 som den ældste af
fire søskende. Allerede som
9-årig mistede hun sin mor, og
efterhånden som hun vokser op,
træder hun i husmoderens sted.
Tager sig af de tre brødre, den
store husholdning med folkehold,
familie og mange sommergæster.
Selv om hun har været vant
til at klare meget, skulle der
vovemod til at beslutte sig for en
Grønlandsrejse i 1907.
Ingeborg Andersen rejser derop
som lærerinde for kolonibestyrer
Evensens tre børn, og det bliver
til 5 år deroppe. Hun lærer sig
sproget og skriver om livet på
Grønland, mest i form af breve til
familien.
Hjemvendt fra Grønland er
hun en halv snes år i København
som husbestyrerinde hos sine
to kære fastre, før hun tager på
endnu en lang rejse. Denne gang
til Argentina som lærerinde for
sin ældste brors børn. Efter fire
år derovre vender hun tilbage og
slår sig ned i Bregninge.
Egentlig uddannelse havde hun
aldrig fået, udover den skolegang
der foregik i hjemmet, men skønt
autodidakt (sjálvlærd) var hun en
fremragende pianist, en levende
fortæller, kunne sprog, skrev
vers og historier. Kendte hvert et
fremmedord. Dygtig til husflid og
vævning. Interesserede sig for
nye strømninger i tiden.
Det var således en dygtig,
begavet og vidt berejst dame,
der i 1924 flyttede til Bregninge.
De første år som husbestyrerinde
for enkeprovstinde Anna Even-
sen, kolonibestyrer Evensens
svigermor, der boede i det hvide
hus på Kaldredvej nr. 9. Efter
hendes død i 1927 overtog
Ingeborg Andersen huset, og blev
boende her resten af sine dage
– over 30 år.
Her indrettede I.A. et hyggeligt
hjem, hvor familien holdt af at
komme, og hvor hun kunne dyrke
sine mange interesser. Omsorgen
for de små brødre og senere
Evensens børn på Grønland, og
næste generation i familien,
havde udviklet hendes evne til at
omgås børn.
Børnene i Bregninge fik et fri-
sted hos “frøken Andersen”. Hun
lærte pigerne håndarbejde, læste
for børnene og sang med dem og
fortalte. Enkelte fik lov at væve,
og nogle lærte at spille klaver.
Umrødda Anna Evensen var gift
við prestinum Jens Christian
Evensen, sum gjørdist próstur á
Nesi. Tað var so ótrúliga heppið,
at søgan hjá henni og Jens
Christian varð niðurskrivað beint
áðrenn Anna doyði í 1928. Hon
var prentað í FF-blaðnum í 2003,
og tað eru enn fólk, sum spyrja
eftir henni.
Tískil kunnu vit eisini seinni í
hesi røð hava eina frásøgn um
Jens Christian Evensen.
Danska lærarinnan hjá Evensen
Miðvika nr. 150
Á veiðuferð við kajakk
Við hundasledu
Heimkoma frá reinsdjóraveiðu