Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 17. februar 2010 21 Dávid Isfeld sigur í blað­ grein, at føroyingar í 1946 atkvøddu fyri loys­ ing. Tað passar ikki. Teir atkvøddu um loysing, men vrakaðu loysingina. Og teir vrakaðu eisini stjórnaruppskotið. Og tí fingu vit heimastýris­ skipanina Í bløðunum hevur Dávid Isfeld grein, har hann sigur seg hava stóra virðing og alsk fyri søguni og heldur søguavnoktan, søgumani­ pulatión og søgufalsan vera sera álvarsamt og andstyggilgt. Tó heldur hetta honum ikki frá í sama reglubroti at koma við søguavnoktan, søgumanipulatión og søgufalsan, tá ið hann sigur, at føroyingar í 1946 atkvøddu fyri loysing. Í 1946 atkvøddu føroy­ ingar ikki fyri, men um loysing og um stjórnar­ uppskot og vrakaðu bæði. Tað var hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal fyri loysingini. Tað var bert ein minniluti fyri loysing, umenn hesin minniluti var 1 % størri enn minnilutin fyri stjórnaruppskotinum. Men kanska veit Dávid Isfeld ikki betur og trýr tí søgufalsan, sum loysingar­ menn nú í skjótt 64 ár hava tvíhildið um, endurtikið upp í saman og ár eftir ár hátíðarhildið. Um teir so halda fram við hesum í 100 ár afturat, so er og verður hetta ikki annað enn søgufalsan. Tað vísir keldutilfar, fyrst og fremst løgtingstíðindi frá hesum tíðarskeiði. Bert 32% atkvøddu fyri loysing Allir partar eru nokk samdir um, at av øllum avgivnum atkvøðum, atkvøddu 47,2% fyri stjórnaruppskotinum, 48,7% fyri loysingini, 4,1% av atkvøðunum vóru ógyld­ ar [1] og atkvøðuluttøkan var 66,4% [2]. Sí talvu 1 Einføld matematisk útrokn­ ing grundað á henda veru­ leikan gevur, at av samlaðu møguligu atkvøðunum í Føroyum tá, atkvøddu 31% fyri stjórnaruppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu ikki og 4% av atkvøðunum vóru ógyldar. Hetta er nokk eisini breið semja um. Sí talvu 2 Fólkaatkvøðan bert leiðbeinandi Sum tað framgongur av løgtingstíðindum, var semja millum flokkarnar um, at fólkaatkvøðan bert skuldi vera leiðbeinandi (....folkeafstemning ... vælgerfolket bør få lejlig­ hed til at udtale sig.... [3] og .... fyri at fáa leiðbein­ ing.....almenna atkvøðu­ greiðslu....[4]) Ikki er greitt, hvørt talan skuldi vera um absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal, men av tí at fólkaatkvøðan bert var leiðbeinandi, var hesin spurningur ikki av týdn­ ingi. Tó er tað áhugavert at lesa, at sjálvur loysingar­ høvdingin Thorstein Peter­ sen, sum bæði var løgting­ formaður og formaður fyri Fólkaflokkin (Tjóðveldi var sum kunnugt ikki stovn­ að), undan fólkaatkvøðuni í blaðgrein 10. sept. 1946 krevur, at stjórnaruppskotið skuldi hava kvalifiserað fleirtal, um tað skuldi blivið góðtikið (...stjórnar­ uppskotið er felt, um tað ikki..... hevur helvt av øllum, ið hava rætt at stemma í Føroyum – og tað er gravlagt, um tað hevur helvt av øllum stemmum, sum kunnu avgevast í Føroyum móti sær....[5]). Sjálvandi má hetta so eisini hava verið galdandi fyri uppskotið um loysing. Amtsráð útrópar suverenan stat Men bert 8 dagar seinni letur Th. Petersen løgtingið tann 18. sept. 1946 útrópa Føroyar sum suverenan stat, grundað á, at loysing­ in fekk 1% fleiri atkvøður, men ikki fleirtal, hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal! Og enntá av einum løg­ tingi, sum ikki hevði lóggevandi vald, men bert var at meta sum eitt amts­ ráð við ráðgevandi valdi. Føroyingar ynsktu ikki loysing Tí gjørdi statministarin tað einasta rætta við eini fráboðan 24. sept., har hann segði frá, at kongur sendi løgtingið til hús og útskrivaði nýval. Og hetta góðtóku allir flokkar. Bert ein ekskluderaður javnað­ artinglimur mótmælti. Úrslitið av valinum 8. nov. 1946 vísti, at føroy­ ingar ikki ynsktu loysing. Fólkaflokkurin misti ikki minni enn 3 tingmenn og harvið fleirtalið í løgting­ inum og alt tos um loysing var tept [6]. Mest at meta sum statskvett Løgtingstíðindini frá hesi tíðini eru sera áhugaverdur lesnaður og sigur týðuliga frá, hvussu hart stríðið millum loysing og sam­ band hevur verið. Men tú situr eftir við eini kenslu av, at royndin at loysa Føroyar frá Danmark mest var at líkna við eina stats­ kvetsroynd, sum tíbetur miseydnaðist. Keldur: [1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B. Eykatingsetan apríl­mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49) [2] Anja Andreasen, søgu­ frøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229 [3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnar­ skipan Føroya síða 2. (logting. fo > løgtingstíðindi > løgtings­ tíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164)) [4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnar­ skipan Føroya síða 3­4. (log­ ting.fo > løgtingstíðindi > løg­ tingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166) [5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl­mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49) [6] Anja Andreasen, søgu­ frøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232. Søguavnoktan, søgumanipulatión og søgufalsan Johan Petersen Ein maður, ið tykist hava funnið sær sum kall at leggja undirritaða og Tjóð­ veldi undir líkt og ólíkt, hevur sent enn eina grein til miðlarnar. Har leggur hann Tjóðveldi undir at lúgva um skattalættar. Hann vil vera við, at Tjóðveldi skal hava spurt fíggjarmálaráðharran uppá ein so snildisligan máta, at tað sum fíggjar­ málaráðharrin hevur svarað, er lygn. Og tískil lýgur Tjóðveldi altso (!). Hann heldur m.a. uppá, at tað passar ikki, at lands­ kassin hevur mist 382 mió. upp á skattalættarnar hjá ABC­samgonguni. Hann setir fram, at kostnaður hjá kommunukassunum er roknaður upp í hetta talið. Og hann sigur enntá, at ein skattalætti hjá undanfarni fullveldissamggongu er roknaður uppí. Til tess at sleppa undan barnsligum uppáhaldum um fakta, verða spurningar og svar hjá Fíggjarmála­ ráðharranum endurgivin niðanfyri í orðarættum líki. So kunnu fólk sjálvi meta um, hvør lýgur sum fuglurin flýgur. ­ M. a. stendur orðarætt útgreinað, at kostnaðurin fyri kommunur er ikki roknaður uppí. ­ Og orðarætt stendur, at “var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009, hevði hetta givið lands­ kassanum eina meirinntøku uppá 382 mió. kr”. Sostatt eru altso bara roknaðar við tær broytingar, ið ABC­ samgongan hevur framt, eftir at hon tók við í 2004. Sum eitt uppískoyti kann verða nevnt, at CHE­sam­ gongan rullaði seinasta partin av skattalættunum hjá ABC­flokkunum aftur, soleiðis, at varð hetta ikki framt, hevði kostnaðurin av skattalættunum fyri landskassan í 2009 verið omanfyri 50 mió. hægri. Og sjálvt uttan hetta kosta skattalættarnir hjá ABC altso upp ímóti 400 mió. kr. hvørt ár fyri landskassan. Tá tú við ósannindum leggur onnur undir at lúgva – og faktaini liggja á borðinum – so hevði tað sømt seg við eini treyta­ leysari umbering. Svarið hjá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmála­ ráðharra, er soljóðandi – orðarætt endurgivið í fullum líki (finst eisini á hesi leinkju: www.logting.fo/files/ casewrittenquestion/97/ 055.09%20Iskoytissvar% 20f.J.Eidesgaard%20­ %20t.H.Hoydal­Buskapa rpolitiskar%20avgerdir. pdf" www.logting.fo/files/ casewrittenquestion/97/ 055.09%20Iskoytissvar% 20f.J.Eidesgaard%20­ %20t.H.Hoydal­Buskapa rpolitiskar%20avgerdir. pdf ): “Ískoytissvar til fyri­ spurning Nr. 55/ 2009 eftir Tingskipanini § 52 a frá Høgna Hoydal. Svar til spurning 8 Hvussu nógv hava skatta­ lættar kostað landskassa og kommunum frá 1998 til 2003? og Svar til spurning 9 Hvussu nógv hava skatta­ lættar kosta landskassa og kommunum frá 2004 til 2009? Var 1998 skattastigin eisini galdandi í 2003 hevði hetta givið lands­ kassanum eina meirinntøku uppá 103 mió. kr. Var 2004 skattastigin eisini galdandi í 2009 hevði hetta givið lands­ kassanum eina meirinntøku uppá 382 mió kr. Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 var barnafrádrátturin í landsskattinum hækkaður við áleið 44 mió kr. og merkti hetta tilsvarandi skattalækking. Í tíðarskeiðnum 2004 til 2009 var barnafrádrátturin í landskassanum ikki broyttur. Broytingar í landsskatti­ num hava eisini eina ávísa ávirkan á kommunskattin orsakað av 50 % markin­ um, men talan er her um sera smáar uphæddir. Fíggjarmálaráðið, 5. januar 2010 Jóannes Eidesgaard Landsstýrismaður” Um at lúgva sum fuglurin flýgur høgni hoydal viðmerkingar Talva 1 Talva 2