Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 33 - 17. februar 2010 Løgtingið hevði í vikuni sum fór aðalorðaskiftið um álitið Málmørk, ið mál­ stevnunevndin, hevur latið landstýriskvinnuni í menta­ málum. Málmørk snýr seg um, hvussu vit kunnu skipa ein almennan mál­ politikk. Í álitinum eru 76 tilmæli til myndugleikarnar. At fremja øll hesi tilmæli kostar 73 mió. kr. Hesin veruleiki ber í sær, at neyð­ ugt er at raðfesta, hvat vit vilja. Hartil kemur, at onkur av tilmælunum eru sett í verk. Eitt yvirlit, ið vísir ein dagførdan status, er í framløguskrivinum frá landstýriskvinnuni. Tó meti eg, at tað er gott, at tað eru so nógv tilmæli í álitinum, tí tey kunnu nýt­ ast sum eitt hugskotskata­ log, ella sum ein visión fyri málpolitikkin í Før­ oyum. Málið hevur fleiri endamál Mál okkara hevur fleiri funktiónir. Tað er ein týdn­ ingarmikil mentannarberi, málið er fortreyt fyri øllum samskifti, og málið er okkara samleiki. Tí hevur tað alstóran týdning at orða ein almennan málpolitikk. Í dag er starvsfólkapoli­ tikkur ein týdningarmikil partur av einum og hvørj­ um nýmótans arbeiðs­ plássi. Hetta er ein ásannan av, at skal tað besta fáast burturúr tí vøru ella tæn­ astu, ið virkið/stovnurin gevur, so snýr tað seg ikki bara um at fáa fatur á teim­ um bestu starvsfólkunum. ­ Tað snýr seg í eins stóran mun um at megna at halda fast í teimum góðu starvs­ fólkunum. Tí má arbeiðs­ gevarin leggja dent á trivnaðin og menningina hjá starvsfólkunum. Nakað á sama hátt, síggi eg enda­ málið við einum góðum málpolitikki. Tað er ikki nóg mikið at fáa allar íbúgvarnar í Før­ oyum at nýta eitt gott mál. Málpolitikkurin má stremba eftir, ikki bert at halda fast í tí góða málin­ um og málburðinum, men allatíðina leggja tað soleið­ is til rættis, at eggja verður til eina menning av málin­ um. Vit vita, at føroyska fólkið hevur stóran áhuga í málsligum spurningum, og at tað ger sær ómak við at vanda sær um málið. Hesin áhugið hevur stóran týdn­ ing, og tí eiga vit at skapa karmar, so áhugin verður hildin við líka og støðugt mentur. Framtíðaravbjóðingin Vit kunnu siga, at eitt er tær vanligu gerandisav­ bjóðingarnar viðvíkjandi málinum, sum altíð vilja vera í einum livandi sam­ felag. Nakað heilt annað eru framtíðaravbjóðing­ arnar, sum menningin av tøknini hevur skapa og framvegis skapar. Menn­ ingin innan samskiftistøkni hevur verið ovur stór og hevur gingið við rúkandi ferð, og henda gongd sær heldur ikki út til at steðga við bræðið. Samstundis síggja vit, at ungdómurin tekur alla nýmenning innan sam­ skiftistøkni til sín, so skjótt hon kemur fram. Verður mál okkara ikki ein inte­ greraður partur av hesi menning, bíðar ein risa­ stóra avbjóðing í at tryggja framtíðina hjá máli okkara fyri framman. Av hesum orsøkum má ein hin fremsta raðfesting­ in í føroyskum málpoli­ tikki vera at geva børnum okkara og okkara ungu eina breiða og fjølbroytta grund at standa á, við atgongd til øll tey amboð, ið eru til taks innan til­ ognanina av máli og menn­ ingina av føroyska málin­ um sum heild. Yvirskipaður málpolitikkur Løgtingið hevur samtykt, at landstýriskvinnan við kunngerð skal skipa eitt málráð við lóg. Ein nevnd skal setast at endurskoða grundarlagið undir mál­ nevndini og virksemi hennara. Harumframt skal nevndin gera uppskot til lóg. Henda tilgongd er longu byrja. Viðvíkjandi yvirskipaða málpolitikkinum, mælir landstýriskvinnan til, at eitt av høvuðsendamálinum við málpolitikkinum skal verða, at føroyskt skal kunna nýtast á øllum økjum í samfelagnum. Harumframt skal regluliga metast um, um broytingar eiga at verða framdar, tá tað er neyðugt innan rætt­ skriving, aðrar málsligar reglar og orðafar. Rættin til mál Eg vil leggja orðingina í álitinum, at yvirskipaði málpolitikkurin skal tryggja øllum borgarum rættin til mál t.e tjóðarmál, móðurmál og fremmanda­ mál, herundir eisini rættin til teknmál avtrat hesi endamálsorðing. Hetta, at øll eiga rættin til mál, er eftir mínum tykki eitt tað týdningar­ mesta í okkara málpoli­ tikki. Ofta fokusera vit sum um hin einasti trupul­ leikin er hann, at mál okk­ ara ikki eigur sess á øllum rókum. ­ Eg havi hug at venda hesum á. Um vit hyggja at øllum teimum í okkara samfelag, sum eru útihýst frá rættin­ um til mál, td. tey dulu, tey sjónveiku, tey tunghoyrdu, tey lesiveiku ella tey orð­ blindu. ­ Sibbarnar í flokk­ inum, ið vóru settir á aft­ asta bonk, sum vit øll minn­ ast. Eg hugsi eisini um tey, ið orsaka av sosialum bakstøði ikki eru eins væl fyri, sum flest onnur, at ognað sær mállykilin, ið letur dyrnar upp til mál­ heimin. Hesir bólkar í samfelagnum hava ikki somu møguleikar sum onnur at ogna sær málið, ella fáa gleði av teim óendaligu møguleikum, málið hevur at bjóða borgaranum. At eiga eitt mál, at vera før/førur fyri at tosa, skriva og lesa, kann sammetast við ein lykil, ið letur dyr upp til gleðina við til dømis at lesa eina góða skaldsøgu, til spenningin við eini góðari krimisøgu, til undranina, tá tú skilir eina yrking. Størst av øllum er tó, at tá tú dugir at nýta henda mállykil, tá gevur hann atgongd til allan lærdóm í heiminum. Gransking úr øðrum londum vísir, at sosialt bakstøði og málførleiki, eru altavgerandi fyri okk­ ara lívsleið. Hvussu vit duga at samskifta í barna­ garðinum, hvussu vit klára okkum í fólkaskúlanum, um vit megna at ogna okk­ um eina miðnámsútbúgv­ ing, og um vit fara víðari til hægri lesnað. Gransking vísir eisini, at børn úr miðalklassanum hava ein fyrimun í okkara útbúgv­ ingarskipan av teirri orsøk, at tey hava fingið málið og normarnir við móður­ mjólkini. Barnið hjá eini flakakvinnu ella arbeiðs­ manni má fyrst læra seg allar hesar førleikar og ikki fyrr enn hesir førleikar eru lærdir, kann barnið byrja at læra pensum. Vit eiga tí at seta fokus á rættin til mál frá fyrstu ferð vit hitta barnið á dag­ stovni. Vit eru byrja at granska og gera nakað fyri tey, ið eru lesiveik, og hetta er at gleðast um. Viðvíkj­ andi sjónveikum og tung­ hoyrdum fólki, so er tað ikki sjálvsagt, at tey hava rætt til teknmál allastaðni í almenna rúminum. Tey hava ikki sjálvsagdan rætt til at luttaka í okkara fólka­ ræði. Her hugsi eg t.d. um tulking og teksting av val­ fundum og valsendingum osfr. Tí er tað altavgerðandi at sláa fast í okkara málpoli­ tikki, at øll eiga rættin til mál. Vinnan Vit eiga at seta krøv til tey, ið selja fartelefonir og til tey, ið senda fremmandar sjónvarpsrásir. Krøvini eiga at vera, at tey seta ávísar upphæddir av til før­ oyskt mál og orðabøkir á fartelefonirnar og føroysk­ an tekst á sjónvarpssend­ ingarnar. Tey, ið vinna nógvan pening við at senda fremmandar rásir í Føroyum áttu eisini at verið við til at fíggja eitt nú føroyskan tekst í barna­ sendingum og teknifilm­ um. Undir øllum umstøð­ um er vert at kanna, um hetta letur seg gera. Ítøkiliga, so eigur fremsta raðfestingin í mál­ politikkinum at vera børn og ung. Vit eiga at raðfesta dagstovnaøkið, tilfar til børn og ung í fjølmiðlun­ um, og at vit fáa fleiri undirvísingarmiðlar á før­ oyskum – eisini talgildar, serliga í fólkaskúlanum. Breið semja Vit vita at hetta krevur fígging. Nevndin mælir tí til 6 mió. kr. um árið, fyrstu fýra árini. Eg mæli tí til, at allir flokkar seta seg saman og koma ásamt um, hvussu stóra peningaupp­ hædd teir vilja verða við til at seta av komandi fýra árini til málpolitisk átøk. Øll eiga rættin til mál tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum Eyðgunn SamuElSEn Fólkaflokkurin og kollektivisman Tjóðveldi er til reiðar at taka við leiðsluni og at finna neyðugu semjurnar, ið kunnu fáa búskapin og samfelagið á aðra kós. Men tað krevur, at Fólkaflokkurin sleppur sínum blokeringum og sínum royndum at kollektivisera ábyrgdina og rokningarnar fyri ein blóðskeivan politikk Tað er ein sjáldan løgin og misvísandi yvirlýsing, ið Fólkaflokkurin knappliga hevur sent út til miðlarnar. Boðskapurin frá tí flokki, ið hevur sitið við valdið nærum uttan støðg síðani 1975 og øll seinastu 14 árini, er í stuttum, at allir flokkar og politikarar hava ábyrgdina av tí kollsiglda búskapinum og vantandi politikkinum. Og at nú má sópast fyri egnum durum, har Fólkaflokkurin skal vera garanturin hjá tí vanliga borgaranum mótvegis teimum skilaleysu politik­ arunum (!). Hetta verður sagt samstundis sum Fólka­ flokkurin er fremsti garantur fyri, at rokningarnar í løtuni bara verða sendar til teir veikastu samfelagsbólkarnar. Hetta er eitt skúladømi um ta serligu kollektivism­ una, sum Fólkaflokkurin tykist hava ment. Hon snýr seg um, at vinningurin og heiðurin skal altíð vera nøkrum fáum einstaklingum og flokkum beskorin. Meðan ábyrgdin, uppruddingin og rokningin er altíð kollektiv. Tjóðveldi noktar blankt fyri at verða koyrdur í stórapott og fáa ábyrgdina fyri tann skilaleysa skatta­ og búskaparpolitikkin og tann vantandi politikkin á øllum økjum undir ABC­flokkunum seinastu 6 árini – og ikki minst tað atgerðarloysi og niðurbræðing av øllum politikki, sum valdar í løtuni. Vit hava ávarað og havt alternativ uppskot til tær gerðir, ið eru framdar, alt síðani hesir flokkar tóku við í 2004. Hinvegin taka vit treytaleyst við ábyrgdini fyri skeivar og vantandi avgerðir, ið vit hava havt lut í og ábyrgd av. Her er serliga at nevna fiskivinnu­ politikkin og vantandi reformøar í samfelags­ bygnaðinum, har vit ikki hava megnað at framt røttu avgerðirnar. Vit taka fegin við leiðsluni og vilja gera alt fyri at arbeiða okkum fram til semjur um at fáa búskapin og samfelagið á aðra leið, ið kann skapa álit og greiðar linjur. Vit ivast heldur ikki í, at stórur politiskur meiriluti er fyri neyðugu politisku ætlanunum, um hetta bara ikki verður blokkerað av minnilutum í samgonguni. Higartil eru so øll uppskot feld frá okk­ um, hóast flestu tingfólk og flokkar siga seg taka undir við teimum, men vísa til vantandi samgongu­ semjur. Tjóðveldi vísir á hesi mál, sum eru alneyðug og átroðkandi, har vit ikki ivast í, at semjur kunnu finnast millum 2/3 av tinglimum, um blokeringarnar verða loystar. Vit vóna, at hinir flokkarnir kunnu siga sína hugsan og at ikki minst Fólkaflokkurin hevur nøkur boð: 1. Langtíðarætlan fyri rakstur og inntøkur hjá landinum, har vit áseta hvussu hvørt rakstraøki skal minka, standa í stað ella minka komandi 5 árini til tess at fáa javnvág á fíggjarlógina. 2. Langtíðarætlan fyri íløgur komandi 15 árini – og beinanvegin gongd á tær íløgur, ið kunnu skapa virksemi og arbeiði í hesum ári og tí komandi. 3. Skattapolitikkur skal breiðka skattagrundarlagið, har m.a. umhvørvisskattur og skattur á spekulasjón fíggja størri part. 4. Fiskivinnupolitikkurin skal leggjast grund­ leggjandi um, nú alt bendir á, at stovnar kunnu koma fyri seg – og almenn tilfeingisbúð setast á stovn. 5. Kommunalreformur, har eisini skattagrundarlagið verður broytt, so kommunuskatturin gerst pro­ gressivur 6. Sosialpolitikkur, har teir veikastu bólkarnir verða vardir og stættarmunir javnaðir. 7. Útbúgving, mentan og gransking skulu standa fremst í øllum nýátøkum. 8. Umhvørvis­ og orkupolitikkur skal verða partur av øllum samfelagsøkjum og avgerðum. Høgni Hoydal Lesið - so eru tit við viðmerkingar