Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. februar 2010 Rás2 varpar flogbólts­ finalurnar Nú er greitt, at steypafinalurnar í flogbólti verða sendar beinleiðis á Rás2, tá hesar verða spældar leygardagin. Rás2 og Flogbóltssambandið samdust í gjárkvøldið um, at sent verður beinleiðis, og verður tað Hilmar Jan Hansen, sum við vælkendu rødd síni enn einaferð fer at siga frá, hvussu tað gongur fyri seg, tá toppurin av føroyskum flogbólti dystast. Tað gjørdi Hilmar Jan Hansen eisini á Rás2, tá Oyggjaleikir vórðu hildnir á Álandi í summar. - Ítrótturin er nakað, sum fyllir sín náttúrliga part á Rásini, og tí eru vit fegin um, at vit á henda hátt kunnu seta okkara merki á steypafinalurnar. - Í hesum førinum er støðan so eisini tann, at Kringvarpið hevur valt, at tey ikki útvarpa dystin, og tí vildu vit fegin taka av hesum møguleikanum. Tí hóast tað avgjørt eru stuttligar avbjóðingar í ítróttinum, so gevur tað ikki meining fyri okkum, um vit skulu standa við síðuna av almenna kappingar- neytanum og varpa út. - Men í hesum førinum ber tað til hjá okkum at breiðka um útboðið í føroyskum útvarpi, og tað er avgjørt nakað, sum vit royna at virka fyri, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. -mørk Franska Lyon var ruddiliga omaná, tá teir í gjárkvøldið tóku móti milliarda­dýra hópinum hjá Real Madrid 1-0 er kanska ikki mest sannførandi sigurin av øllum. Men veruleikin er, at Lyon so ruddiliga var omaná, tá teir høvdu vitjan av Real Madrid. Talan gjørdist tó bert um tað eina málið, sum Makoun langaði í netið úr 20 metrum, eftir at Madrid enn eina ferð hevði havt bóltmiss á mið- vøllinum. Kaka, Ronaldo og hinar stjørn ur- nar hjá Real Madrid royndu óført, men eingin teirra megnaði at bróta væl skipaðu verjuna hjá Lyon, sum so leiðis fekk skapt sær eitt gott út gangs støði, áðrenn teir skulu spæla returdyst á Berna- beau. Dystirnir týskvøldið AC Milan-Manchester United 2-3 Lyon-Real Madrid 1-0 Mikukvøldið Bayern München-Fiorentina Porto-Arsenal FAKTA Lyon skakaði milliardirnar jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Wayne Rooney verður í løtuni mettur sum kanska besti fótbóltsspælarin av øllum. Á San Siro prógvaði hann, hví so er Tað tóktist annars ikki ganga nakran veg hjá Manchester United at vinna sín fyrsta útisigur móti AC Milan í stór dystinum í Champions League í gjár kvøldið. Dysturin var ikki tríggjar minuttir gamal, tá David Beckham – sum alt- so spældi móti Manchester United – sendi frísparksbólt innfyri. Evra royn di at sparka burtur, men bólt ur- in kom ikki longur enn til Ronal din- ho, sum fluktaði bóltin í meskarnar um vegis beinið hjá Michael Carrick. Og so sat Milan á tí mesta. Fleiri ferð ir kundu kontra-álopini eins væl giv ið mál, men brádliga stóð á jøvnum, 1-1. Hetta tá Scholes var óvan liga heppin í síni skotroynd. Roynd in miseydnaðist fullkomuliga, men bólturin støkk á vinstra bein, áðr enn hann smoygdi sær oman móti handara stólpa. Eitt týðandi útivallarmál, kanska. Men á ongan hátt nóg mikið. Milan trýs ti, og tvær ferðir mátti van der Saar prógva, at hann hóast síni 39 ár fram vegis er ein málverji í altjóða top p flokki. Og so var tað, at Rooney prógvaði sítt virði. Tvær ferðir stútaði hann inn legg í meskarnar, og við 1-3 á talvu ni koyrdi alt rætta vegin hjá ensku meistarunum. Og hóast See- dorf móti dystarenda minkaði um mun in og hóast Carrick i yvirtíini fekk sítt seinna gula kort, so skalaði hetta ikki frøina hjá liðnum. Ein sig- ur á útivølli móti AC Milan var úrs lit- ið, sum øll í Manchester høvdu droymt um, og so eru útlitini fyri at gera arbeiðið liðugt heima á Old Trafford munandi betri. Rooney á toppinum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Wayne Rooney verður í dag mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari. Ein løtu royndi Ronaldinho at vísa, hví hann fyrr hevur átt hendan heiðurin, men Rooney vildi tað kortini øðrvísi