Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. februar 2010 – Nr. 33 Allan sunnudagin á tamb spældu yngru hond bólts­ deildirnar steypafinalu í Ítróttarhøllini á Hálsi Høllin var sær sjálvum lík frá finaluni við eyðkenda gula gólvinum, so leið­ is at umstøðurnar at spæla hondbólt vóru av teimum allarbestu. Og eisini karmarnir sjálvir vóru fram úr. Var rómurin nógvur leygar­ dagin, so var hann tað so sanniliga eisini sunnudagin, tá hópur av for­ eldr u m og øðrum áhugaðum eggj­ aðu sínum liði vegin fram í finaluni. Og hóast tað nú einaferð skuldi verða so, at nøkur vunnu, meðan onn ur taptu, so var tað fyrst og fremst stuttleikin kring hond bólts­ spælið, sum var vinnarin á degnum, har yngru spælararnir í ein dag sluppu at royna seg á vakrasta hond bólt s pallinum í landinum. Og so slepst illa undan at nevna finalu dystin hjá dreingjum 12, har VÍF at enda knógvaði H71 í einum sonn um gysarar. Tveir umdystir og brots kastskapping skuldi til, áðrenn VÍF kundi rópa seg vinnara av dysti­ num. Á vegnum upplivdu teir mil l­ um annað, at hoyvíkingar í um dystinum vóru á odda við fýra mál um, men tað eydnaðist kortini vest menn ingunum at stríða seg upp á javnleikin, og so vóru teir gulu alt so nóg kaldir, tá brotskøstini sku l­ du takast. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Steypavinnarar í yngru Úrslitini Gentur 10 StÍF­Neistin a 1­4 (0­1) Dreingir 10 H71­StÍF 7­4 (4­2) Gentur 12 Kyndil­Neistin 13­6 (9­1) Dreingir 12 Kyndil­Tjaldur 18­9 (8­5) Gentur 14 Neistin­Kyndil 9­13 (5­6) Dreingir 14 H71­VÍF 24­27 eftir umdyst og brotskastskapping 24-24 (16-16(6-8)) Gentur 17 H71­Kyndil 8­25 (3­13) Dreingir 17 H71­Kyndil 21­23 (9­17) Dreingir 17, Kyndil Standandi: Rógvi Dal-Christiansen, Hjalte Bachmann, Tróndur Jensen, Jóhan á Plógv, Oyvind Lutzen og Ludvík Súnason. Húkandi: Hjalmar Klein Olsen, venjari, Pál M. Joensen, Rúni Johannesen, Høgni Klein Olsen, Jan Pauli Johannesen, Jógvan S. Nolsøe, Rúni Danielsen og Eirikur Simonsen. Gentur 17, Kyndil Standandi: Ásleyg Súnadóttir, Anna Sofía Hjalt Mohr, Turið Arge Samuelsen, Rannvá Carlsen, Anna Brimnes, Annika Sigurðsdóttir, Marin Eidesgaard og Ester Petersen. Húkandi eru: Sára Sondum, Gunn Hentze, Kristina Brekkstein, Guðrið Geirsdóttir Eystberg, Sissal Svabo Samuelsen, Birita Mortansdóttir, Eyðbjørt Midjord og Geir Wardum, venjari. Gentur 10, Neistin Margit Weihe Frímundsdóttir, Sólvá Bech Árting, Katarina Høj, Íðunn Mortensen, Gudrun Olsen, Drós Ragnarsdóttir, Annika Clementsen, Gunnfríð Pállsdóttir Nólsoy, Elisa Kvilt Lindberg, Rannvá Dahl Hanusson, Dania Durhuus, Lý Holm Mortensen, Fríða á Dunga og Jákup Hanusson, venjari. Dreingir 14, VÍF Standandi: John Rúnason, Magnus Durhuus í Niðristovu, Hanus Christophersen, Áki Egilsnes, Jóhan Petur í Niðristovu, Julian Olsen og Erla Olsen, venjari. Húkandi eru: Ingi Olsen, venjari, John Kári Vang, Rói Olsen, Thorstein Brattaberg, Tóki Seloy, Sjúrður Olsen, Bjarni Bláhamar og Brynhild Seloy, venjari. Europameistara vitja Hósdagin komu donsku europameistararnir í kvinnuhondbólti fyri U18­landslið til Føroya. Liðið skal spæla tríggjar venjingardystir á ferðini, og eru dystirnir liður í føroysku fyrireikingunum til Challenge Trophy. Leygardagin klokkan 16 verður spælt móti føroyska kvinnulandsliðnum í Hoyvíkarhøllini. Sunnudagin klokkan 13.30 verður spælt í Vestmanna móri føroyska U21­landsliðnum, og mánadagin klokkan 19 verður spælt í Klaksvík móti nýkosnu steypavinnarunum úr Stjørnuni. Fótbóltsvenjarar fundast Felagið fyri føroyskar fótbóltsvenjarar hevur aðalfund og venjaradag leygardagin 27. februar. Dagurin verður hildin í Klaksvík, og har fara U21­venjararnir at greiða frá teirra arbeiði við U21­landsliðnum, sum hevur fingið frálík úrslit í EM­undankappignini. Sjálvur aðalfundurin byrjar klokkan 13, og um kvøldið verður felags hugnaløta, skrivar felagið á heimasíðu sínari, vff.fo.