Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 17. februar 2010 – Nr. 33 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 deildum Kyndil var stóri vinnarin Meðan mansliðið hjá Kyndli tapti finaludystin leygar dagin, vann felagið fimm av fimm møguligum final um sunnudagin Talan var sjálvandi um serstaka løtu hjá Kyndli. Eitt var, at felagið við hes­ um fekk fult hús í yngru deildunum. Annað var, at hetta man vera fyrstu ferð í søguni, at kvinnusíðan hjá felag num er betur umboðað enn menn in ir. Kyndil vann nevnliga tríg­ gj ar finalur á feminimu síðuni, með­ an dreingirnir tóku sær av teim um báðum finalunum, sum teir vóru í. Og forkvinnan í felagnum, Sús­ anna (Ussa) Hansen, fegnaðist sum vera man um avrikið. ­ Hetta hevur sjálvandi stóran týdn ing fyri felagið, Kyndil. Fyri venj­ ar ar og onnur í felagnum er tað stutt ligt at síggja, hvussu børnini men na seg, samstundis sum sigrar verða fingnir fingnir til høldar. Hvat hava tit gjørt í Kyndli fyri at røkka einum somikið góðum úrsliti. ­ Í nevndini hevur málið frá byrjan verið, at vit skulu nýta okkara egnu spæl arar, soleiðis at vit kunnu ala hesi upp til framtíðar avbjóðingar í At lant ic Airways­ og Sunset­kapp­ ing ini. ­ Og so hava vit lagt stóran dent á, at tað eru vaksin fólk, ið duga væl at vera um børnini, sum taka sær av venj ing unum. ­ Sum støðan er í dag, hevur Kyndil ongan útlendskan spælara í felag num yvirhøvur. Ikki tí at vit hava nakað ímóti útlendskum spæla r um. Men tað er so veruleikin, sum vit liva í. Og tá er tað sjálvandi eisini gleðiligt at síggja, at vit menna okkarar egnu spælarar, so tey eru til reiðar at taka av avbjóðingini, sigur Ussa. Og so leggur hon afturat, at Kyndil eisini roynir at skapa nýggjar av bjóð ing ar til ungdómin. Um gott ár er ætlanin, at allar ungdóms­ deildir hjá felagnum skulu til Spania at taka lut í stórari hondbóltskapping, og sum vera man er hetta ein avbjóðing, sum øll í felagnum arbeiða miðvíst fram ímóti. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Dreingir 10, H71 Hans Jákup Anfinnsson, Ólavur D. Hansen, Tino Álaberg, Andrias Giehm, Tórstein Østergaard, Brandur Halgirsson, Leivur Mortensen, Vilhelm Poulsen, Dánjal Sørensen, Halgir Dahl Olesen, venjari, Petur Even Djurhuus, venjari. Gentur 14, Kyndil Standandi: Linda Weihe, venjari, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Anna Sofía Hjalt Mohr, Elsa Johansen, Bára Hansen, Annika Sigurðsdóttir og Gunnva Dahl-Olsen. Húkandi eru: Rannvá Egholm, Rannvá Carlsson, Sanna Gunnarstein, Lív Arge, Anna Brimnes, Røskva Nielsen, Fía Hoydal og Birgir Sondum, venjari Dreingir 12, Kyndil Standandi: Bartal Klein Olsen, Rógvi Johansen, Torbjørn Mikkelsen, Heri Mohr, Jógvan Sólsker og Uni Wardum venjari. Húkandi eru: Hannis P. Wardum, venjari, Jákup Ludvig, Bartal Wardum, Tórður Guttesen, Rúni Olsen og Rani Rasmussen Gentur 12, Kyndil Standandi: Magna Tórardóttir, Milja Simonsen, Gudrun Restorff Olsen, Kristina Skaalum Gunnarstein, Beinta Bárðardóttir, Kristina Eriksen, Rúna Brimnes og Geir Wardum, venjari. Húkandi eru: Herdis Petursdóttir í Gond, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Lív Finnbogadóttir Arge, Sóley Einarsdóttir Jacobsen, Jóna Holm Kristoffersen og Jóhanna Steinhólm. Svennis avskrivar 20 milliónir Svenki Sven­Gøran Eriksson, sum efitr bara níggju mánaðir í starvinum er farín úr Notts County, hevur ikki verið órímiliga harður mótvegis nú fyrrverandi arbeiðsgevaranum. Enskir miðlar vita at siga, at svenski ítróttarstjórin hevði rætt til 20 milliónir krónur í uppsagnarløn, men hesum hevur Eriksson ikki ynskt at taka ímóti, sigst. Rooney og eg eri ymiskir Didier Drogba í Chelsea kappast um heitið sum enskur toppskjútti við Wayne Rooney. Ein dystur, har Drogba í løtuni er fýra mál aftanfyri. Mong hava havt á munni, at Rooney kanska er besti spælarin í heiminum júst nú, men hetta er ikki nakað, sum Drogba tímir at tosa um. – Eg leggi ikki í, um fólk sammeta okkum. Men eg haldi ikki, at tú kanst velja besta spælarar. Tað er jú nakað, sum støðugt broytist. Eg sigi fegin, at Rooney er ein framúr spælari, men vit eru ymiskir, og eg royni bara at gera mítt besta, sigur Drogba við SkySports.