mikudagur 17. februar 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. februar 2010 – Nr. 33
Hóast eysturríkski venj
arin, Gunnar Prokop, hevur
karan tenu í eitt ár, royndi
hann leygardagin undir
dys ti í Viborg at ávirka
av gerðir á bonkinum við
bæði smsboðum og tele
fon sam røðum
Leygardagin gjørdi danska kvinnu
hond bóltsliðið, Viborg HK, eitt rætti
liga gott hál, tá tað eydnaðist at vin
na heili 3526 á eysturríkska stór
felag num,
HypoNiederösterreich.
Men mitt í sigursrúsinum vóru
dansk ar ar eisini í øðini inn á ein av
áskoð ar unum, sum – vilja teir vera
við – breyt fleiri forboð undir sjálv
um dystinum.
Talan er um 69 ára gamla Gunnar
Prokop, sum í áravís hevur vant
Hypo Niederösterreich, men í løtuni
hev ur karantenu í eitt ár frá venjara
gern inginum. Tað merkir millum
ann að, at hann slett ikki hevur loyvi
til at hava samband við liðið áðrenn
ella undir dysti.
Kortini vildu fleiri sjónarváttar
vera við, at hann í hálvleikinum rin g
di til venjaran og annars undir sjálv
um dystinum umvegis dóttir sína
sendi hópin av smsboðum til lið
leið ar an, sum so aftur bar venjara
num boðini frá »skuggavenjaranum«,
ið upprunaliga sat á sjeyndu stóla
røð, men fleiri ferðir gekk og mól
aðra staðni í høllini.
Hava sagt EHF frá
– Fleiri sóu smsboðini, dóttirin
skriv aði og sendi undir dystinum.
Og eg veit, at í hálvleikinum hevði
Gunnar Prokop beinleiðis samband
við umklæðingarrúmið, sigur stjórin
í Viborg HK, Peter Cassøe, við
donsku sjónvarpsrásina, TV 2. Tí
hev ur danska felagið vent sær til
euro peisku hondbóltssamgonguna,
EHF, fyri at kæra atburðin hjá Prokop.
– Vit hava skrivað til EHF og sagt
teim um frá tí, vit upplivdu í sam
bandi við dystin. Vit hava bara stutt
greitt frá, hvussu hann bar seg at, og
so má tað vera upp til EHF at taka
av gerð um, hvat skal henda víðari,
sigur Cassøe.
At danska felagið fer víðari við
máli num, undrar neyvan nakran, tí
tá Gunnar Prokop í heyst fekk fyrst
eina revsing og síðani fekk hana
link aða munandi, vóru fleiri donsk
feløg á gosi og mótmæltu, tí Prokop
so mangan hevur verið í vási og er
ikki akkurát kendur sum nakar verji
hjá røttum ítróttaranda.
Ongan ítróttaranda
Sjálvur sigur Gunnar Prokop seg ikki
leggja petti í, hvat Viborg HK ger, tí
hann heldur seg vera stak illa við
farnan í Viborg, sum hann sigur
hava ússaligastu viðhaldsfólkini í
øll um Europa. Leygardagin slapp
hann ikki oman á vøllin, tá dysturin
var liðugur, og tað østi hann seg um
aftaná.
– Vanliga er tað eingin trupulleiki
hjá mær at sita millum áskoðararnar,
men undir hesum umstøðunum og
í hesi høllini, sum er á tremur við
teimum viðhaldsfólkunum, ið hava
vána ligasta ítróttarandan í Europa,
er tað veruliga ein roynd, sigur Pro
kop.
Hóast Prokop sat á sjeyndu stóla
røð, so funnu fjeppararnir hjá Viborg
HK skjótt útav, hvør hann var. Sam
bært Ritzautíðindastovuna varð
dúg liga ýlt og rópt eftir Prokop, tá
hann eftir dystin var á veg út úr
høllini.
Prokop einki batnaður
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
City fram við Liverpool
Ein dystur var í Premier League í gjár. Á Britannia Stadium tók Stoke í
móti Manchester City. Dysturin endaði við javnleiki 11. Stutt eftir at
seinni hálvleikur var byrjaður fekk Stoke Abdoulaye Faye útvístan.
Hóast ein mann í undirtal, so eydnaðist tað Glenn Whelan at leggja
vertirnar á odda. Fimm minuttir fyri tíð, javnaði Gareth Barry fyri
Manchester City, til endaliga støðuna 11. Stoke fekk eitt mál í yvirtíðini
kolldømt. Manchester City hevur við stignum í dag yvirhálað Liverpool
á fjórða plássinum. Teir hava nú 45 stig fyri 25 dystir, meðan Liverpool á
fimta plássi hevur 44 stig fyri 26 dystir. Manchester City og Liverpool
møtast sunnudagin á City of Manchester Stadium.
Holst skjótt tøkur
Seinastu vikurnar hevur landsliðsmaðurin drigist við skaða í
legginum, men væntandi byrjar hann at venja í hesi vikuni. Við
donsku heimasíðuna, bold.dk, sigur Christian Lamhauge Holst,
at hann í løtuni roynir at vera varin við skaðanum. Eg royndi at
renna í farnu viku, men eg merkti alt fyri eitt, at beinið ikki var
heilt til reiðar. So í samráð við heilsusektorin hjá okkum, havi eg
valt at taka tað róligt. Men eg rokni við, at eg fari undir veruliga
venjing í hesi vikuni, sigur Holst við heimasíðuna. Christian
Lamhauge Holst hevur skotið fimm mál fyri Silkeborg hetta
kappingarárið.
Gunnar Prokop hevur sum forseti
og venjari í eystur ríks ka felagnum,
Hypo Nieder öster reich, sett síni
meira og min ni ivasomu
fingramerki á euro peiskan
kvinnuhondbólt í tvey áratíggju.
Hann er ikki akkur át kendur sum
tann venjar in, ið hámetir rættan
ítróttar anda, og í einum Champ
ions Leaguedysti tann 29.
oktober í fjør millum Hypo Nieder
österreich og franska felag ið,
Metz, var støðan 2727, tá Metz fór
í skjótálop í síðstu sekundunum
og hevði møgu leika at avgera
dystin. Men Prokop leyp bara
sjálvur inn á vøllin og taklaði ein
Metzspælara, so einki spurd ist
burturúr – annað enn, at hann
fekk reyða kortið og at Metz ikki
megnaði at fáa nak að burtur úr
sínum fríkasti, tá bara fýra sekund
vóru eftir á klokku ni. Dysturin
endaði so statt við javnleiki, og
aftaná segði Gunnar Prokop, at
hann var noyddur at taka kjansin
fyri at fáa reytt kort, um tað kun di
forða fyri tapi, sam stund is sum
hann vardi hann gerð við, at hann
gjørdi tað einas ta, sum var taktiskt
rætt at gera í støðuni. Europeiska
hond bóltssamgongan, EHF, gjør di
í fyrsta umfari av, at Gunn ar
Prokop skuldi fáa karan tenu frá
europeiskum hond bólti í trý ár,
umframt at hann skuldi útihýsast
fyri lívið í øllum nevndum undir
EHF. Men seinni var revsingin link
að munandi, so karantenan bara
gjørdist eitt ár, umframt at
útihýsingin úr EHFnevnd ar ar beiði
var fullkomuliga strik að.
Upprunaliga bótin upp á 340.000
krónur, hann per són liga skuldi
gjalda, var sett niður í 75.000
krónur, og felag hansara, Hypo
Niede r öster reich, slapp heilt
undan at rinda sína bót, sum var
upp á 225.000 krónur. Einasti part
ur av revsingini, ið stóð eftir uttan
broyting, var stigið, sum Hypo
Niederösterreich misti, hóast
dysturin endaði við javn leiki
2727. Men tað var nú heldur
eingin verulig revs ing, tí tá
bólkaspælið í Champ ions League
var av, gjør di hetta eina stigið
hvørki til ella frá. Seinni skal
Gunnar Pro kop hava sagt, at hann
iðr ar seg um gerðina og hevur
leit að sær hjálp frá sálar frøðingi.
FAKTA
Gunnar Prokop á veg út úr høllini í Viborg
leygardagin, eftir at kvinnulið hansara, Hypo-
Niederösterreich, hevði tapt við níggju málum
fyri Viborg HK
Mynd: Claus Bonnerup/Polfoto