hósdagur 18. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 18. februar 2010
17
viðmerkingar
Nógv av kjakinum um for
skúlar ber brá av mangl
andi vitan um, hvat fyri
ferst á dagstovnum. Summi
tykjast enntá geva dag
stovn unum skylduna fyri,
at børn órógva meira tey
fyrstu árini í barnaskúl
anum.
Námsfrøðingar eru tó
altíð sinnaðir at finna eina
loysn, ið tænir barninum
best. Og kanska serliga tí
eru vit ivandi um júst for
skúlaloysnina”. Her tykist
tað heldur at vera ein held
ur stirvin skúlaskipan ið
ikki virkar og ið eini roynd
at bøta uppá hana skulu
forskúlar gerast. Tað tykist
mangan sum um tilmælið
frá OECD (Organisation
for economic cooperation
and development) og
øðrum ikki vera sædd. Tí í
tí tilmælinum stendur at
norðurlendsku »EduCare«
(dagstovnar) eru eitt gott
boð uppá, hvussu karm
arnir um læring kunnu
skipast á besta hátt.
Um »vit«, í samfelagnum,
framhaldandi vilja
varðveitta okkara verandi
skúlaskipan, so eru eisini
aðrir mátar at styrkja
skúlabyrjanina. Tí í fleiri
førum tykist tað sum um
øll sum eru um børnini tala
hvør sítt mál – a la Bábels
tornseffektin. Á ein ella
annan hátt mugu vit, náms
frøðingar, lærarar og ikki
minst foreldur koma ásamt
um hvat hugtakið »skúla
búgvin« er, tí sum er tykist
tað at vera ein av orsøk un
um til henda afturvendandi
forskúlatørvin. So kjakið
um forskúlar ella ikki átti
fyrst at verði ein avkláring
av hvat tað merkir at verða
»skúlabúgvi«.
Men hvat er tað sum
dagstovnar arbeiða við?
Fyrst og fremst arbeiða
dagstovnar eftir grein 2, í
dagstovnalógini, har
stendur »§ 2. Endamálið
við námsfrøðiliga arbeið
inum á dagstovninum og
dagrøktini er:
við umsorgan, í tryggum
og barnavinarligum
um hvørvi, at menna og
menta børnini á fullgóðan
hátt og í samvinnu við
foreldrini at geva børn
unum eina kristna og
siðalagsliga uppaling,
at menna barnanna ands
frælsi, tollyndi, javnvirði
og fólkaræði,
at búgva børnini til inn
livan, samavgerð, sam
ábyrgd, rættindi og skyldu
í einum fólka ræðisligum
samfelag,
at menna tey skapandi
evnini hjá børnunum við
atliti til at styrkja teirra
samleika, sjálvsvirði,
sjálvs kenslu og evni til at
taka sær av egnum viður
skiftum á ein friðarligan og
samstarvandi hátt,
at tryggja børnunum eitt
heilsugott og rørsluliga
stimbrandi umhvørvi
innan dura og við uttanum
øki, sum hóskar til barn
sins aldur og førleika,
í samstarvi við heimini at
styrkja um barnsins fjøl
broyttu menning í tøttum
samspæli við náttúruna.«
Síðani er eisini ein kunn
gerð, til dagstovnalógina
frá 2006 í sigur, at »§ 3.
Dagstovnurin eigur at seta
orð á, hvørji námsfrøðilig
mál eiga at vera nádd fyri
hvønn aldursbólk av
børnum, og hvussu hetta
skal setast í verk«.
Hetta hevur viðført at ein
ørgrynna av námsætlanum
eru gjørdar fyri dag stov
narnar í Føroyum. Flest
allar kunnu finnast hjá
teimum stovnum, ið hava
heimasíður.
Tað er ymiskt hvussu
hesar ætlanir eru orðaðar
og hvar denturin verður
lagdur, men felags fyri
allar eru, at tær taka støði í
barninum og skapa um
støður, har ið børnini
kunnu mennast á best
møguligan hátt.
Nútíðar námsfrøðin
byggir á tankar um at rúma
børnini, síggja møguleikar
og skapa umstøður, so
leiðis at barni altíð verður
sætt, hoyrt og viðurkent
sum ein virkin partur av
samfelagnum og nærum
hvørvinum, við egnum
áskoðanum og vilja til at
ávirka egna umhvørvið.
Sjálvandi hava dag
stovnar sínar trupulleikar.
Alt er ikki bert ljósareytt,
og stóri trupulleikin kemur
serliga til sjóndar við at tað
í grundini ikki er tíð at
fyrireika tað dagliga
arbeiði, sparingar á stovn
um gera at teir ikki altíð
hava ráð til vikarar um
sjúka, avspáking ella annað
rakar. Spurningurin er um
»forskúlatrupulleikin« ikki
hevði verði partvíst loystur
við at givið námsfrøð ing
um møguleikan at til rættis
lagt, eftirmett og skipa
arbeiði betur við fleiri
tímum til stovnarnar øðr
vísi skipaðum arbeiðs upp
gávum.
Fyri at siga tað við fáum
orðum: Børn læra, eisini á
dagstovnum. Ja, tað kann
altíð gerast betri, tað eru
nokk fáar skipanir ið eru
fullkomin. Námsfrøðingar
stremba tó eftir at skapa
tær best møguligu menn
ingar og læruum støðurnar
hjá barninum. Náms frøð
ingar taka tó støði í barn
inum og ikki í undir
vísingarskipanini, sum
man fær varhugan av at alt
práti um ein forskúla ger.
Aftursvar frá Føroya
Skúlabókagrunni til
Magna Laksafoss
Eftir orðaskiftið í Løg tinginum 11. februar í 2010
verður Magni Laksa foss á Vága portal inum endurgivin
fyri at siga, at hóast Skúla bóka grunnurin prentar
nógvar bøkur, so verða tær ikki keyptar ella brúktar, at
Skúlabókagrunnurin prentar bøkur í konteynarar og at
í miðal verða bara 16 eintøk seld av teimum bókum,
sum prentaðar verða.
Harafturat sigur Magni Laksafoss, at kommunurnar
vilja ikki keypa bøkur frá Skúlabókagrunninum. Eisini
sigur hann, at Skúlabókagrunnurin fær 10 milliónir
játtaðar á fíggjarlógini.
78.582 bøkur til skúlarnar í 2009
Skúlabókagrunnurin prentar bøkur til skúlarnar. Upp
løgini eru prentað til sølu yvir fimm ár, og vísa hagtøl
ini eisini, at uppløgini vanliga verða uppseld eftir
fimm árum. Vanliga upplagið er um leið 1200 eintøk
av næm ingabókum, 3000 eintøk av arbeiðsbókum og
200 eintøk av lærarabókum. Í 2009 vóru útgávurnar
114 í tali. Tað var met.
Í 2009 seldi Skúlabókagrunnurin 74.061 eintøk, ið
eru prentað árini 20032009. Til samans vórðu seld
78.582 eintøk í 2009. Skilligt er tí, at skúlarnir leggja
seg eftir at keypa nýggjasta tilfarið, sum eftir okkara
meting eisini er heilt natúrligt.
Játtanin til Skúlabókagrunnin er í 2010 ikki 10
millión ir, sum Magni Laksafoss nevnir, men 5,351
milliónir kr. til bókaútgávu og 1 millión til
undirvísingarportalin Snar.
Dømi um 20 av mest seldu bókunum hjá Føroya
Skúlabókagrunni í 2009:
Heiti
Søla
Hervør og Høgni í triðja, arbh. 2 … 960
Firvaldsbók 6
…………………… 903
Mandy at home, arbh. …………… 864
Omma blomma Abbi krabbi
…… 860
Skygni 2B ………………………… 856
Skygni 3B ………………………… 833
Eg skrivi 1 ………………………… 816
Firvaldsbók 4
…………………… 806
Skygni 1B ………………………… 795
Eg skrivi 2 ………………………… 792
Mandy on holiday, arbh. ………… 752
Skygni 3A ………………………… 745
Eg skrivi 3 ………………………… 745
Skygni 1A ………………………… 742
Les 3, tekstasavn
………………… 721
Skygni 5
………………………… 713
Hervør og Høgni í triðja, arbh. 1 … 708
Sóljan ……………………………… 708
Eg skrivi 4 ………………………… 707
Firvaldsbók 3 ……………………… 707
Viðmerkjast skal, at barnagrundarlagið er um leið 750
børn í hvørjum árgangi.
Sølan setir met í krepputíðum
Sølan av skúlabókum er vaksin við 5,25% í 2009 í
mun til 2008, ið eisini var metár. Vit høvdu ikki
roknað við einum vøkstri í søluni, av tí at fíggjar
vánirnar vóru so ringar fyri árið 2009 vegna fíggjar
kreppuna, sum fer um allan heim.
Tað er ógvuliga hugaligt at síggja, at skúlar og
komm unur hóast ringar tíðir hava lagt so stóran dent á
at keypa næmingunum nýtt føroyskt undirvísingar
tilfar.
Rangar upplýsingar
Tað er harmiligt, at Magni Laksafoss, formaður í
Ment anarnevnd Løgtingsins, kemur við slíkum ósann
indum. Føroya Skúlabókagrunnur mælir honum til at
kanna upplýsingarnar neyvari næstu ferð. Magni
Laksafoss er altíð vælkomin at venda sær til Skúla
bókagrunnin, um hann vil hava meiri at vita. Skúla
bókagrunnurin hevur ikki latið fíggjarnevndini tær
upplýsingar, sum Magni Laksafoss vísir til.
Landið hevur eina sera
stóra avbjóðing fyri
framm an og fyri ikki at
enda í álvarsligari kreppu,
er neyðugt at taka tøk.
Samstundis sum inn
tøkur landskassans minka
orsaka av heimsumfatandi
fíggjarkreppuni, verður
hildið á við at útbyggja
almennu umsitingina, so at
vit eftirhondini hava ein
umsitingarligan yvir bygn
að, ið als ikki svarar til
støddina á samfelagnum.
Talið av landsstýris fólk
um og ráðum bara hækkar,
nýggjar almennar um sit
ingar við stjóra og deild
arleiðarum verða stovnaðar
uttan at taka fyrilit fyri, um
samfelagnum tørvar
tænastuna.
Hetta kann ikki halda
áfram. Vit vita, at stórir
árgangir av borgarum eru á
veg út av arbeiðs marknað
inum, sum koma at seta
stór krøv til almannaverkið
í komandi árum. Hetta eru
vit noydd at fyrihalda
okkum til, og laga landsins
umsiting hareftir.
Tíðin er komin til, at vit
í Føroyum langt um leingi
seta okkum niður og gera
eina realistiska meting av,
hvat okkum tørvar av
almennari umsiting og
tænastum. Og fyrst av øll
um: Hvat fáa vit afturfyri
tær ovurstóru upphædd
irnar, sum á hvørjum ári
verða settar av á fíggjar
lógini til almenna um
siting?
Politska veðurlagið í
hesum tíðum bendir alsamt
meira á, at fleiri av teimum
fólkavaldu politikarunum
kenna á sær, at løgtingsval
stendur fyri durum, hóast
valskeiðið bert er hálv
runnið. Eg spyrji, um tað
er rætt, at landspolitikarar
skulu brúka orku upp á at
føra valstríð og leggja
fótonglar fyri hvønn
annan, nú í kreppan herjar,
ikki bara í Føroyum, men
um allan heim?
Nei, takið heldur og
brót ið upp ermar og komið
í gongd við veruligum
politisktum arbeiði, ið
gagnar! Vit hava eina góða
samgongu, við einum
skilagóðum
samgonguskjali at arbeiða
eftir.
Henda samgongan hevur
framvegis eina týdningar
mikla uppgávu at røkja, og
sum skal vera loyst áðrenn
næsta løgtingsval, nevni
liga at fáa úrslit á borðið,
so at ABCflokkarnir hava
nakað ítøkiligt at fara í
valstríð við tá valskeiðið er
runnið.
Tit kunnu byrja við at
leggja tveir stovnar undir
almannamálaráðnum sam
an, nevniliga Nærverkið og
Almannastovuna.
Eingin, eg endurtaki,
eingin skilagóð ella logisk
orsøk er til, at hava tveir
stovnar til at loysa upp
gávur, ið eru so nær skyld
ar hvørjum øðrum. Tað er
ikki eitt einasta við skifta
fólk undir Nærverkinum,
sum ikki eisini er við
skifta fólk hjá Almanna
stovuni.
Kortini koyra stovnarnir
við hvør sínari leiðslu,
hvør sínari fíggjarskipan,
hvør sínari KTskipan,
hvør sínari journalskipan,
hvør sínari starvs fólka
deild. Stutt sagt, púra
óneyðugar dupult funk
sjónir, ið ikki eru til gagns
hvørki fyri samfelagið ella
hin einstaka brúkaran.
Áheitan mín til mín kæra
floksfelaga, landsstýris
kvinnuna í almannamálum
Rósu Samuelsen skal tí
vera, at bera so í bandið, at
farið verður undir at
samanrenna hesar báðar
almennu stovnarnar sum
skjótast.
Við at kóka funkjsónirn
ar saman, sum í dag verða
avgreiddar hvør í sínum
lagi á Almannastovuni og
Nærverkinum, verður nógv
menniskjaligt tilfeingi
frígivið, og eg ivist ikki í,
at hetta tilfeingið kann
verða føroyska samfelag
num til stórt gagn.
Fyri mær at síggja, er
Nærverkið ein óyvir
skoðilig skipan við einum
tungum yvirbygnaði og
einari frumskóg av stovn
um og heimum undir sær,
har trupult, fyri ikki at siga
ómøguligt, er hjá uttan
fyristandandi – politikarum
til dømis – at fáa skil á
hvør tekur avgerð vegna
hvønn. Almannastovan
hevur eina nógv reinari
skipan við greiðari leiðslu
gongd, sum kundi verið ein
góð fyrimynd til at fáa eina
reinari skipan í tí partinum
av almannaverkinum, sum
stjóri, Føroya Skúla
bóka grunnur
Niels
PeterseN
Hvat læra børnini í dagstovnunum?
Nevndarlimur, Føroya
pedagogfelag
JógvaN
Philbrow
Leggið Almannastovuna og Nærverkið saman
starvsnevndarlimur í
Sambandsflokkinum
aNNfiNN
brekksteiN
Framhald á næstu síðu