hósdagur 18. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 34 - 18. februar 2010
viðmerkingar
Oddagrein í Sosialinum
setur fordómar og
spjaldur á Tjóðveldi, nú
peningastovnarnir flyta
allar sínar elektronisku
skipanir av landinum.
Ein áhugaverdur leik
lutur hjá størsta privata
fjølmiðli, sum hvørki
hevur kannað ella lýst
hetta mál journalistiskt
við einum orði. Og ein
stafesting av gongdini,
har pressan gerst vaktar
hundur hjá peninga
valdinum, heldur enn
vaktarhundur í einum
fólkaræði
Tað er sligið fast við
sjeytummaseymi um allan
heim seinastu árini, at
vald ið hjá fíggjargeiranum
er so stórt afturímóti polit
iskum stjórnum, lóggávu
tingum og fólkaræði, at tey
kunnu seta alt samfelagið
skák og mát eftir fáum
døgum. Bankar kunnu
hótta alt samfelagið, men
samfelagið kann ikki hótta
teir. Tvørturímóti skal
samfelagið og fólkaræðið
traðka til og bjarga teim
um, tá teir hava sett alt í
váða. Fíggingar fyritøk
urnar krevja at virka frítt
um allan heim og tosa um
altjóðagerð, tá vinningurin
skal vinnast. Men tá tapini
skulu gjaldast, so skal
einstaka landið og tjóðin
knappliga aftur traðka til.
Og soleiðis er ikki minst
í Føroyum. Tað gav at bíta
undir bankareppuni í
90'unum. Aftur nú undir
áleikandi fíggjarkreppuni.
Og tað gevur at bíta í ein
um hvørjum máli, har pen
ingastovnarnir krevja at fáa
sín vilja framdan mótvegis
politisku skipanini.
Tað er ikki bert galdandi,
tá landsstýrið ikki torir at
seta krøv um rentulækking
afturfyri politiskar bjarg
ingarpakkar, sum brúkarin
og kundin sjálvir gjalda
fyri.
Hetta er eisini galdandi í
málinum við elektronisku
kervunum og viðgerðar
skipanunum hjá peninga
stovnunum.
Peningastovnarnir
gagnnýta politisku
karmarnar í Føroyum
Málið snýr seg jú um eitt
einfalt tjóðaráhugamál og
fólkaræðisligt krav um, at
allar tær grundleggjandi
upplýsingarnar um pen
ingaviðurskifti hjá hvørjum
einstøkum føroyingi og tað
grundleggjandi infrakervið
til at flyta pening, gjalda,
skatta, og viðgera allar
hesar týdningarmiklu upp
lýsingar hjá okkum øllum,
verða goymd og kunnu
virka í skipanum í Føroy
um og undir føroyskum
løgræði.
Peningastovnarnir í Før
oyum hava jú gjøgnum
politisku skipanina og
løgræðið, einkarrætt til at
umsita hvørja einastu
lønar kontu í Føroyum. Við
føroyskari lóggávu í rygg
inum umsita teir øll tey
virðini, sum hvør einstakur
løntakari skapar í Føroy
um. Vit eru øll noydd at
lána pening frá peninga
stovnum í Føroyum til allar
okkara íløgur í gerandis
degnum. Gjøgnum ta før
oysku politisku skipanina,
hava borgarar í Føroyum
verið álagdir at gjalda
ovurstórar upphæddir fyri
húsagang hjá føroyskum
peningastovnum. Við
lógum eru gjørdir banka
pakkar og aðrar fyriskip
anir til frama fyri peninga
stovnarnar í Føroyum. Við
lóg verða peningastovn ar
nir stuðlaðir við rentustuðli
og øðrum skattafrádráttar
skipanum, ið skulu fáa fólk
at læna pening frá teimum.
Tað er føroyska samfelag
ið, lógirnar og hvør ein
stakur borgari og vinnulív í
landinum, sum skapa tey
virðir og teir karmar, sum
geva peningastovnunum
møguleika at vaksa og
byggja út sítt virksemi,
eisini uttan fyri landodd
arnar. Føroysku peninga
stovnarnir hava sostatt við
lóg fingið rættin at gagn
nýta og virðisøkja eitt
tilfeingi hjá okkum øllum.
Tí er tað ein greið upp
gáva og eitt greitt fólka
ræðisligt atlit, at politiska
skipanin eisini tryggjar, at
hetta virðismikla tilfeingið
og viðgerðin av tí, virkar
gjøgnum skipanir í Føroy
um. Eins væl og vit hava
toll.og avgjaldslógir,
vinnu lóggávu og onnur
krøv til vørur og fram
leiðslu í Føroyum. Onnur
lond hava tjóðbankar og
pengapolitikk, lóggávu og
aðrar reglur fyri pen inga
flutningi og gjøldum fyri
peningatænastur. Og hóast
bankarnir royna at billa
almenningin tað inn, so
kunnu teir ikki nevna
onnur lond í heiminum,
sum flyta allar sínar upp
lýsingar og skipanir fyri
peningaviðurskifti hjá
hvørjum borgara, av
landinum.
Grova lobbyarbeiði
bankanna
At hesar grundleggjandi
skipanir, skuldu goymast
og virka í Føroyum undir
føroyskum løgræði, varð
eisini samtykt og lógarfest
av einum samdum løgtingi
í bæði 1994 og í 2001.
Ongin forðing varð sett
fyri, at hesar upplýsingar
og hetta infrakervið kundu
samskifta við allan heim
og skipanir í einum hvørj
um øðrum landi, soleiðis
sum peningastovn arnir
annars føra fram í miðlun
um.
Men við serstakliga
kontantum lobbyvirksemi,
hóttanum og villleiðing –
ja, við heilsíðulýsingum í
bløðunum móti teimum
politikarum, ið hildu fast
við einmæltu løgtings sam
tyktirnar – eydnaðist
peningastovnunum at fáa
politisku skipanina at
ganga frá sínum einmæltu
samtyktum. Fyrst fingu
teir ein landsstýrismann at
broyta kunngerð á økinum,
og síðani broytti fyrra
ABCsamgonga lógina
eftir trýsti frá peninga
stovn unum.
Tá vildu teir »bert« flyta
gjaldsskipanirnar fyri
pengaflytingar av landinum
– og afturvístu øllum, sum
vístu á, at teir eisini royndu
at flyta allar sínar grund
leggjandi skipanir av land
inum. Nú gongur so sjón
fyri søgn.
Og sama søga endurtek
ur seg. Tann, ið vágar sær
at arbeiða ímóti peninga
stovnunum í hesum máli,
verður demoniseraður og
sagdur vilja byrgja Føroyar
inni ella at forða altjóða
gerðini. Peningastovnarnir
føra aftur fram, at tað eru
bara partar av skipanunum,
ið verða fluttar, og at ann
ars verður førleikin mentur
á hesum øki í føroyska
samfelagnum.
Og tey, ið hava serkønt
innlit og kunnu vísa á, at
uppáhaldini frá peninga
stovnunum eru sera iva
som, tora ikki at traðka
fram alment. Og hvør skal
siga tey ring fyri tað?
Seinast hetta málið var
frammi alment, mistu
starvsfólk arbeiðið, tí tey
vágaðu sær at muta ímóti
ætlanunum um at flyta
skipanir av landinum.
Villleiðing um politisku
krøvini
Uppáhaldini hjá peninga
stovnunum hava frá byrjan
bygt á villleiðing um
vinnu avlaging og protek
tionismu. Tí staðfestast
kann:
Ongin forðing hevur
verið ella er ætlað í lóg
fyri at hava eitt nútímans
samskifti tvørtur um
landamørk ella at flyta
einstakar persóns upp
lýsingar av landinum til
tess at samskifta.
Heldur ongin forðing
fyri at flyta út forrit ella
annað hjá føroyskum
teldufyritøkum.
Heldur ongin forðing
fyri at keypa viðgerðar
skipanir úr útlondum og
seta tær upp í Føroyum
ella at bjóða øllum at
kappast um skipanir í
Føroyum, og sostatt er
heldur ongin kappingar
avlaging.
Hinvegin er talan um
grova kappingaravlaging
mótvegis føroyskari
vinnu og førleika, tá all
ar skipanir og upp lýs
ingar eru farnar av land
inum í eina skipan, har
føroysk vinna og førleiki
ikki kann bjóða upp á at
gera tænastur ella menna
skipanir við hesum upp
lýsingum hjá øllum
føroyingum.
Og føroyski kundin er
ikki spurdur ella hevur
nakað val um at velja
sær annan peningastovn
í Føroyum ella uttan
lands.
Ársins mál fyri fjølmiðlar
Nú kundi ein so hugsað, at
hetta mátti verið eitt sera
stórt mál hjá føroyskum
fjølmiðlum og eini óheft
ari, kritiskari pressu at lýst
og gravað í. Ja, bæði í vavi,
týdningi og vinklum fyri
føroyska samfelagið:
− Her er talan um pening,
kontur og gjøld hjá
øllum føroyingum, har
vit onki val hava og ikki
eru eftirspurd, nú tey
bara verða flutt av land
inum. Vit hava ikki
møgu leika at velja at
seta lønarkonti og lán í
aðrar bankar.
− Her er talan um, at oman
fyri 100 milliónir longu
eru brúktar at flyta
skipanirnar av landinum,
og at tað almenna fær
eina risarokning og má
gera heilt nýggjar skip
anir til skatting, avgjøld
og annað.
− Her er talan um eina
gongd, har gjøldini fyri
at flyta pening og gera
aðrar transaksjónir uttan
iva fara at økjast í hvørj
um. Og hvønn møgu
leika hava vit at ávirka
tað í Føroyum um gjøld
ini verða ásett gjøgnum
skipanina hjá bankunum
uttanlands – og hvar fer
peningurin, sum vit
skulu gjalda fyri bara at
flyta eina upphædd ella
gjalda okkara rokningar?
− Her er talan um, at fólk
ikki longur kunnu hava
eina bankabók at dag
føra.
− Her talan um trísiffraðar
milliónaupphæddir fyri
føroyska brúkaran og
fyri skattgjaldaran.
− Her er talan um avger
andi førleikamenning í
einum nútímans kunn
ingarsamfelag.
− Her er talan um eitt
infra kervi, ið frameftir
hevur eins stóran týdn
ing og vegir, brýr, tunlar
og telekervi, sum fer úr
Føroyum.
− Her talan um kappingar
avlaging mótvegis før
oyskari vinnu.
− Her er talan um, at fólk
ikki tora at traðka fram
við síni vitan og mein
ingum, tí tey ræðast
avleið ingarnar frá
peninga stovnunum. Tí er
so neyðugt at hava eina
kritiska pressu, ið eisini
kann nýta ónevndar
keldur og verja tær.
− Her er talan um í minsta
lagi sera ivasamar upp
lýsingar frá peninga
stovnunum, um hvat
veruliga fer fram. Tað er
bert at hyggja at, hvat
teir søgdu fyri 67 árum
síðani og nú.
Larmandi tøgn í privatu
pressuni
Tað er sjálvsagt, at fólk
skulu vera ósamd við
mínar og Tjóðveldisins
metingar av málinum. Og
ivaleyst eru viðurskifti, ið
eg ikki havi skilt ella
misskilt. Men málið má
undir øllum umstøðum
hava sera stóran almennan
áhuga og tørv á at verða
lýst og kannað í fjøl miðl
unum.
Tíbetur hava vit eitt
Kringvarp, ið ikki er heft
av fígging og trýsti frá
peningastovnunum, og tey
hava torað at viðgjørt
málið. Eisini heimasíðan
hjá Norðlýsinum og Vága
portalurin hava torað at
skriva um tað. Men annars
er larmandi kvirra í privatu
pressuni.
Sosialurin hevur ikki
skrivað ein stav um málið
journalistisk. Men í odda
grein 17. februar, leggur
blaðið eftir Tjóðveldinum
við ónevndum greinskriv
ara, sum vanligt. Valt
verður bara at demonisera
Tjóðveldi og endurtaka
uppáhald peningastovnann
um vinnuverju og forð
ingar fyri altjóðagerð.
Tað var so tíðindavið
gerðin av hesum máli í
landsins størsta privata
miðli. Case closed.
Hetta man vera fremsta
dømið um, at fjølmiðlar
ikki bert hava ovurstórar
trupulleikar at vera vakt
hundur hjá almenninginum
mótvegis politiska vald
inum. Mótvegis peninga
stovnunum fara teir í tann
øvuta leiklutin og gerast
ístaðin virkin vaktarhundur
hjá peningavaldinum og
verja teir mótvegis at
finningum, upplýsing og
kritiskari viðgerð.
Tað er ein sera álvarsom
støða, nú heimurin annars
noyðist at finna vegir, har
fólkaræðið kann seta greið
krøv og avmarkingar fyri tí
fíggjarvaldi, ið hevur snýst
allar heimsins búskapir
om anav í eini handa
vending.
í dag liggur undir Nær
verkinum.
Sjálvandi fer eitt uppskot
um at samanleggja stovnar
við tí endamáli at spara
útreiðslur at møta mót
støðu hjá teimum, ið
starvast har – soleiðis vil
altíð vera. Men eingin
orsøk er at halda upp á
eina skipan, ið tíðin er
farin frá, einans fyri at
varðveita arbeiðsplássini.
Tað gevur onga meining.
Stundum er neyðugt at
gera broytingar, og broyt
ingar eru ikki altíð til tað
verra – heldur ikki hjá
teimum, ið verða rakt. Eg
ivist ikki í, at vit framhald
andi koma at hava brúk
fyri teimum dugnaligu
starvs fólkunum, sum vera
til yvurs í endurskoðaða
Nærverkinum/Almanna
stovuni. Vit hava brúk fyri
øllum góðum kreftum til at
byggja okkara land upp til
at vera millum heimsins
bestu at liva í.
Men at náa tí málinum
krevst, at vit duga betur at
stýra útreiðslunum, sum
fara til almennu umsiting
ina. Vit skulu hava meira
fyri pengarnar, sum brúktir
verða. Vit mugu sleppa
okkum av við allar dupult
funksjónir, og vit eiga
eisini at umhugsa gjølla,
hvørjar funksjónir vit
kunnu vera fyriuttan.
Sjálvur haldi eg, at tað
nýttist ikki at verið tørvur
á meira enn seks aðal
ráðum at stýra einum landi
við hálvthundraðtúsund
íbúgvum. Eg kundi eisini
nevnt fleiri almennar
stovnar, ið høvdu havt tað
nógv betur um teir vórðu
lagdir saman við øðrum
stovnum.
Mest innlýsandi og
átroðkandi er tó at fáa
Nærverkið og Almanna
stovuna løgd saman. Latið
okkum koma í gongd við
tað arbeiðið sum skjótast.
Sosialurin sum vaktarhundur bankanna
Høgni
Hoydal
Framhald av síðu 17
Eftirlýsing
Vit leita eftir 1½ ára gamla
frensi okkara, Frísa, sum fór
út mánamorgunin 8/2 Vit
búgva í Heygskróki í Vest
urbýnum í Havn, men hann
kann saktans vera farin
langt. Hann er kippmerktur
og hevði eitt gylt hálsband
við einum fiski hangandi úr.
Reyðstríputur.
Hava tit sæð hann frætta
vit fegin á tel. 520636