Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2010 19 lýsingar ert tú íðin, fyrikomandi ítróttaráhugaður sjálvstøðugur Ein persónur verður í nærmastu framtíð lærlingur í deild okkara í Klaksvík. Um tú ert frískur og við uppá tað, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Lærutíðin við HH er 2 ár,og við FHS 3 ár. Í hesum tíðarskeiði skal lær- lingurin á skúla í Danmark 4 ferðir. Ivast tú í nøkrum, ert tú vælkomin at ringja til Meinhardt, tlf. 219886 ella Kristian, tlf. 285310 Áhugaður? Send umsøkn við prógvum og møguligum viðmælum til: Intersport, Vágstún 1, 700 Klaksvík í seinasta lagi 22. februar 2010 ? Frá 26. til 28. februar verður Norðurlandahúsið rann­ vælað. Húsið fer at surra av virksemi, áræði og ikki minst skapanarhuga. Hetta vikuskiftið er tað, at ársins Ung í Føroyum­stevna fer av bakkastokki. Ung í Føroyum er ein heilt serlig mentanar hend­ ing, har ung í aldrinum 13 til 18 ár sleppa at geva sítt boð uppá, hvat ungdóms­ mentan er. Í ár eru seks verksmiðjur við tónleiki, dansi, sirkusi, myndlist, design og skriving. Verk­ smiðjuleiðararnir skulu vera vegleiðarar meira enn leiðarar, teir hava ikki fasta skrá lagda fyri verksmiðj­ una, men skulu í samstarvi við tey ungu seta leggja viku skiftið til rættis, so øll fáa sum mest burturúr á tí støði, tey eru komin til. Og tað eru veruliga dugna lig listafólk, sum verða vegleiðarar: Á tón­ leika verksmiðjuni verða Lena og Niclas, sum øll ung kenna og nógv elska, Vígdis Hentze kemur heim úr New York at veglaiða dansararnar, yrkarin og rokktónleikarin Petur Pól­ son stendur á odda fyri skriviverksmiðjuni, snið­ gevin Katrina í Geil hevur designverksmiðju, lista­ maðurin Janus á Húsagarði skal læra frá sær á mynd­ listaverksmiðuni og franski klovnurin og línudansarin Joel Colas kemur beint úr Fraklandi at hava sirkus­ verksmiðjuna undir hond. Meðan arbeitt verður, eru verksmiðjurnar stongdar fyri vitjandi, bert ein hevur óavmarkaðað atgongd og tað er orkesturleiðarin Bern harður Wilkinson, sum skal orkestrera stóru al ­ mennu sýningina sum verð­ ur sunnudagin 28. februar kl. 18 við brotum av øllum tí, sum er hent á stevnuni. Fyrireikandi fundur Nú um vikuskiftið hittust meiri enn 80 fólk í Norður­ landahúsinum til fyrireik­ andi fund um Ung í Før­ oyum. Hetta vóru allir teir ungu luttakararnir, teir av verksmiðjuleiðarunum, sum eru í landinum og ein bólkur av ungum hjálparum, nevnd stórasystkin. Tey ungu vóru kunnaði um stevnuna og listaverkini, sum skulu vera við á fram­ sýningini latin inn. Verk­ smiðjuluttakarar og leiðarar fingu høvi at hittast og leggja fyrstu ætlanir fyri teir spennandi dagarnar. Stemingurin var løddur av gleði og spenningi og alt boðar frá eini frálíkari stevnu um hálva aðru viku. Stuðlar Stevnan hevur fingið Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, sum verndara, og hon fer at seta stevnuna fríggjadagin 26. februar kl. 17.30. Trygg­ ingarfelag Føroya er høv­ uðs stuðul og veitir eisini tilfar til Miðlabólkin og Skriviverksmiðjuna. Atgongumerki til stóru sunnudagssýningina eru longu at fáa á heimasíðu Norðurlandahúsins, www. nlh.fo tíðindaskriv Sum partur av nýggjum KT­ bygnaði hevur P/F Bakkafrost valt viðlíkahaldsskipanina OPUS, sum er ment av Lundin Software, til at stýra viðlíka­ haldinum hjá fyritøkuni. P/F Bakkafrost hevur í dag sera víðfevnandi virksemi og hev ur tí tørv á góðum amboð­ um til stýring av viðlíkahald­ in um av ognum. Skipanin frá Lundin Software verður nú lykla skipan í virkseminum hjá P/F Bakkafrost og fer at verða brúkt á fleiri støðum kring land ið, s.s. virkjum, skipum og alistøðum. Ein íverksetanar­ ætlan fyri OPUS er gjørd og byrjar P/F Bakkafrost beinan­ vegin at brúka skipanina og síð ani verður hon yvir tað kom andi tíðina innkoyrd og tik in í nýtslu fult út ígjøgnum fyritøkuna. Sera stór orka er løgd í at menna OPUS og er skipanin eitt sterkt og hátøkniligt am ­ boð, sum er lætt at brúka, og gevur brúkaranum møguleika at miðsavna upplýsingar um mannagongdir, eykalutir og annað, ið hevur við viðlíkahald at gera. Viðlíkahaldsskipanin OPUS er upprunaliga sprottin úr tøtt­ um samstarvi við P/F Havsbrún (www.havsbrun.fo) í Fuglafirði og teirra góðu royndir við skip anini hava gjørt, at skip­ anin nú verður boðin út til aðrar kundar. Lundin Software hevur sera drúgvar royndir inn an viðlíkahaldskipanir og hev ur umframt OPUS, ið er serliga ætlað til viðlíkahald í ídnaði, eisini ment GANNET, sum í dag stýrir øllum viðlíka­ haldi av flogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways (gannet. lundin.fo) Umframt viðlíkahalds skip­ an ir leggur Lundin Software seg eftir at menna skipanir við nýggjastu Microsoft tøkni og hevur í dag eitt sterkt lið av vælútbúnum og royndum for­ ritarum (www.lundin.fo). Fleiri upplýsingar um P/F Bakkafrost og teirra virksemi kann finnast á www.bakkafrost. com. Lundin Software skal halda Bakkafrost við líka Ung í Føroyum 2010 nærkast! tíðindaskriv frá Vodafone Sum nakað nýtt skipar Voda fone fyri einum stórum ókeypis tiltaki í Bovling í Leirvík leygardagin 20. febr uar. Á skránni er ymiskt undirhald, kappingar og okk urt leskiligt til tey vaksnu og børnini, sam­ stundis sum øll hava møgu­ leika til at fáa eitt óbindandi heildarprát við ráðgevarar frá Vodafone. SKRÁ: Bovlingkapping kl. 13­17 Vodafone skipar fyri einari stórari bovlingkapping í sambandi við Reyða Dagin. Allar breytirnar eru leigaðar frá kl. 13­17. Ætlanin er, at tríggjar breytir eru til børn upp til 12 ár. Besti leikarin vinnur eina Sony Ericsson S312, virði kr. 950. Tríggjar breytir verða somuleiðis til tey vaksnu, frá 13 ár og upp. Besti leikarin vinnur eina lekkra BlackBerry Bold, virði kr. 5.995. Mini Disko og annað kl. 14-15 Jóannes Joensen, sum hevur undirhildið á Mallorka í mong ár, kemur at undir­ halda børnunum í Eystur­ komm unu, við einum mini disko, spølum og tónleiki. Tey vaksnu kunnu sjálvandi eisini vera við, um tey hava hug til tess. Tónleikur kl. 14-15 Monika Stauss og Dánjal Eysturstein spæla. Matur og drekka Vodafone bjóðar kaffi og køkur til tey vaksnu, og børn ini fáa sodavatn og góðgæti. Tekna hald og fá eina ókeypis fartelefon Tey fyrstu 50 viðskifta­ fólkini, sum stovna hald frá Vodafone, fáa eina nýggja Vodafone 136 fartelefon. Heildarprát Vodafone ynskir tað besta fyri viðskiftafólkini. Møgu­ leiki er sostatt at taka eitt óbindandi heildarprát við ein ráðgeva, har tygara ver­ andi loysnir og framtíðar tørvur verður gjøgnum­ gingin. Sí meira á baksíð­ uni. Starvsfólkini á Vodafon vóna, at nógv fólk koma til tiltakið. Reyður dagur í Bovling í Leirvík leygardagin