hósdagur 18. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 34 - 18. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Steingrím við Stein, búsitandi í Skibby, ættaður
úr Tórshavn, andaðist í heiminum týsdagin 16.
februar, 84 ára gamal.
Jógvan Justinussen, ættaður úr Leirvík, fer til
gravar frá Lynes kirke, Hundested fríggjadagin kl.
11.
Olrik Christiansen frá Gjógv andaðist mánakvøld
ið á Mørkini í Streymnesi, 92 ára gamal. Farið verð
ur av Mørkini hósdagin kl. 17. Jarðarferðin verður
úr Gjáar kirkju fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Olrik, kunnu lata Mørkini eina peninga
gávu.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Anna Sofía Jacobsen
(Fía í Skálum)
Vestmanna
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Theodor Olsen, prest, fyri góð og
troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur
til Vestmanna Missiónshús.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í
sambandi við jarðarferðina, kirkjutænarar, sangarar,
berarar og tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Tøkk til tykkum, sum bakaðu til ervið.
Tøkk til bilførarar og heimahjálparar, sum
hava verið um hana.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Dánial, Sámal Jákup og Jóhanna
Merkisdagar
80 ára føðingardagur
Leygardagin tann 20. feb. verður Palli Olsen í Fuglafirði 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
80 ára føðingardagur
28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin
verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
4. feb. høvdu Oda og Árni Frederiksberg á Strondum
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjakvøldið 19. feb kl.
18 í Kelduni í Skálafirði. Øll eru vælkomin.
Diamantbrúdleyp
Sunnudagin 21. feb. hava Jóhanna Maria Kirstin, vanliga
kallað Hannimia, og Sigurd Sofus Nybo, Hósvík, verið gift í
60 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Brúdleyp
Sunnudagin 21. feb. giftast Thomas F. Johannessen, Æðuvík,
og AnnMargit Hansen, Saltnes. Opið hús verður í Stóratún 14,
Æðuvík, frá kl. 18.
Brúdleyp
Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen
frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum
við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045
26535429 áðrenn manadagin 15. mars.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og
Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju
kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey,
ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051
(Joan) ella 256043, 441603 (Rúni).
Dagurin
18. februar. Concordia, deyð umleið ár 250. Lítið
kend halgikona í fornkirkjuni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Sosialurin leygar
dagin 17. februar
1990. Handilskjarn
in er nýggjur, Foss
bankin stendur í
besta blóma og blómu
handil letur upp sam
stundis sum búskapar
kreppan er farin at
merkjast við m.a. at
lastbilaeigarar missa
arbeiði og sleppa ikki
av við sínar bilar
Tíðindablaðið
Sosialurin
17. februar 1990 lýsir nokk
so væl støðuna í Føroyum
áðrenn búskaparkreppuna
fyrst í 90unum.
Blaðið skrivar at Foss
bankin hevði eitt gott ár í
fjør, tá fíggjarjavnin rundaði
hálva milliard frá 426 milli
ónum í 1988 til 507 millión
ir í 1989. Bankin fer nú
saman við øðrum at søkja
landsstýrið um loyvi til at
fara undir tryggingarvirk
semi.
Føroyskir lastbilaeigarar
eru í dýrastu neyð. Teir
hava gjørt stórar íløgur í
lastbilar, og nú er einki
arbeiði, og teir sleppa held
ur ikki av við sínar bilar.
Blaðið skrivar, at Schumann
Hjaltalin sølumaður hevur
fingið samband við fyritøk
ur í Danmark, Finnlandi og
Íslandi, sum eru hugaðar at
keypa brúktu lastbilarnar.
Síðan Handilskjarnin við
fyrstu rullitrappuni í Føroy
um læt upp, hava fleiri børn
valt sær rullutrappuna til
spælipláss. Mikudagin datt
ein smágenta ovast úr rullu
trappuni og heilt niður á
gólvið. Tann seks ára gamla
gentan varð beinanvegin
flutt á Landssjúkrahúsið.
Vakthavandi lækni upplýsir
fyri blaðnum, at hon hevur
fingið heilaskjálvta og verð
ur liggjandi á sjúkrahúsin
um, til hon er komin fyri
seg.
Blaðmannafelagið hevur
nú fyri fyrstu ferð fingið
ein kvinnuligan formann.
Tað er Randi Jacobsen, sum
starvast á tíðindablaðnum
Sosialinum. Randi tekur
við eftir Høgna Djurhuus,
sum hevur verið formaður í
felagnum í seks ár.
Ein yvirskrift í blaðnum
er “Nú blómar aftur á Áar
vegnum”. Tað er um nýggi
blómuhandilin Fa. Trónd
Hansen, sum Kolbrún, abba
dóttir Trónd Hansen læt
upp við Áarvegin í granna
lagnum har sum abbin áður
hevði havt blómuhandil.
- red
Fyri 20 árum síðan:
Blómur og kreppa
Nýggi blómuhandilin Fa. Trónd Hansen við Áarvegin í 1990. Kolbrún saman við mostur síni
Elinborg Trónd Johansen
Tíðindablaðið Sosialurin 17. februar 1990
Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen