hósdagur 18. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 18. februar 2010
Vann gull fyri
krabba meins
raktan bróður
Í Svøríki er frøin stór
um OLgullið hjá Bjørn
Ferry, sum hann vann í
skíðskjóting
Stutt undan, at Bjørn Ferry sera
óvæntað vann OL-gull í
skíðskjóting, fekk hann eini sms-
boð frá bróðuri sínum, Anders
Ferry sum er raktur av
krabbameini.
Anders Ferry var tá staddur í
einum sjúkra húsi í tí belgiska
býnum, Leuven. Anders Ferry
hevði júst tá prátað við
læknarnar, og teir høvdu góð
tíðindi at bera honum.
- Bjørn bróðir gjørdist
ovurfegin, tá vit góvu honum
tey gleðiligu boðini. Betri
fyrireiking til OL-kappingina í
skíðskjóting kundi hann ikki
ynskt sær, segði Anders Ferry
við svenska blaðið, Expressen.
Við Expressen sigur Bjørn
Ferry:
- Eg vann OL-gullið fyri
Anders bróðir, men tað er
mangan týdningarmiklari og
størri, at hann yvirlivir
viðgerðina, enn at eg vinni eitt
OL-gull.
Anders Ferry hevur eisini
fingið viðgerð í Skotlandi, og
hevur seinastu tvey árini stríðst
við krabbamein. Ì Skotlandi var
talan um eina umfatandi
skurðviðgerð, har
skurðlæknarnir tóku 10 prosent
av heilanum hjá Anders Ferry.
Men nú kann nýkosni svenski
OL-gullvinnarin fegnast um, at
bróðir hansara, Anders er fer við
at vinna sítt stríð. Triðji bróðurin,
Mathias Ferry er við Anders
Ferry í Belgia. Brøðurnir eru sera
tætt knýttir, og eru hópin av
sms-boðum send millum Belgia
og Kanada.
Søgan um Ferry-brøðurnar
hevur rørt hvørt hjarta í Svøríki,
og mong uttanfyri Svøríki eisini.
Søgan um Bjørn Ferry hevur
nomið hjartastreingir kring
alt Svøríki
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Eingin av teimum trimum
vanligu nevndarlimunum,
ið standa fyri vali, stilla
upp til aðalfundin hjá FSF.
Hin vegin verður stríðsval
um forsetasessin, har
Chris tian Andreasen tykist
hava breiðan stuðul
Enn eina ferð verður stríðsval um
forsetasessin í Fótbólts sam bandi-
num, tá aðalfundur verður leygar-
dag in í næstu viku. Hetta gjørdist
greitt, tá freistin fyri at stilla upp val-
evni var úti á midnátt.
Tað hevur ljóðað, at nøkur av
feløgu num hava sagt við sitandi for-
seta, Høgna í Stórustovu, at hann
ikki skal rokna við afturvali, men
hann hevur so tikið við avbjóðingini,
eft ir at FC Hoyvík hevur skotið hann
upp.
»Var val í dag« plagar at verða tik-
ið til í veljarakanningum. Og var val í
dag, so hevði Høgni í Stórustovu
neyv an havt nakran møguleika fyri
aftur vali. Christian Andreasen, sum
verð ur mótvalevni, er nevnliga still-
aður upp av 10 feløgunum. Hesi eru
Vík ingur, KÍ, EB, Streymur, B68, AB,
B36, B71 og 07 Vestur. Og so er
spurn ingurin, um EB og Streymur
hesa ferð gera brúk av báðum sín-
um atkvøðum, ella um bert onnur
av hesum verður nýtt, soleiðis sum
tað hevur verið gjørt áður.
Valið er tó ikki í dag. Tað er 27.
februar, og so er spurningurin, um
brikkarnir á talvborðinum hava flutt
seg til ta tíð. Tað gjørdu teir í øllum
førum í 2004, tá Christian Andreasen
tókt ist hava breiðan meiriluta fyri
síni uppstillan. Men breiddin í hes-
um var tó avmarkað rættiliga nógv,
tá atkvøðurnar vórðu taldar upp.
Alt verður skift
Í løtuni talar ikki nógv fyri, at taktiska
borðið verður flutt so øgiliga nógv.
Ein partur av avtaluni á for mans-
fundinum seinast í oktober var
nevn liga, at øll nevndin skuldi skift-
ast út.
Leingi var líkt til, at hetta var ein
kaba la, sum skuldi gerast heldur
trup ul at fáa at ganga upp, sa m-
stund is sum landafrøðiliga saman-
set ing in av nýggju nevndini skuldi
fáast í rættlag.
Millum annað vildu klaksvíkingar
treyðugt sleppa Rúna Heinesen,
men nú er hesin eisini burtur úr
kapp renn ingini, og er Fríðin Ziska-
son ístaðin stillaður fyri norðasta
part in av landinum.
Og heldur eingin av hinum
nevnd ar limunum, ið standa fyri
aftur vali, stillar upp. Ein støða, sum
Svein ur Tróndarson boðaði frá fyri
góð um mánaði síðani, og sum Mag-
nus á Stongum og Rúni Heinesen
nú eisini hava tikið – ella hava verið
noyddir at taka, tá eitt afturval í dag
krev ur, at felag skal skjóta við kom-
andi nevndarlim upp.
Semjan verður smíðað
Til teir tríggjar sesirnar eru –
um framt Fríðin Ziskaon – Jákup
Mart in Joensen, Róin Schrøter og
Heðin D. Poulsen stillaðir upp.
Víkingur, KÍ, EB, Streymur, B68, AB,
B36, B71 og 07 Vestur hava stillað
Fríð in og Jákup Martin upp, Rói hev-
ur suðuroyarfeløgini – Royn, TB og
FC Suðuroy – sum stillarar, og FC
Hoy vík hevur stillað Heðin upp til
val ið til starvsnevndina.
Býtið í hesum kundi bent á, at
Heðin D. Poulsen verður maðurin, ið
dregur stytsta stráðið. Verður gingið
út frá, at landafrøðin fæst upp á
pláss, kemur Róin Schrøter inn fyri
Suður oynna. Fríðin Ziskason kemur
inn fyri norðasta partin av landinum,
og breiða feltið av uppstillarum til
Jákup Martin Joensen bendir á, at
hann er partur av breiðu semjuni,
sum er um at taka skap, men sum
enn ikki er smíðað heilt liðug.
Øll nevndin verður skift
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Høgni í Stórustovu og
Christian Andreasen
skulu kappast um
atkvøðurnar, tá
forsetaval verður í
FSF um góða viku.
Harumframt eru eisini
fýra valevni til tríggjar
nevndarsessir