hósdagur 18. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. februar 2010 – Nr. 34
Canal+
kann
missa
Premier
League
Barclay Premier
League hevur selt
sjónvarpsrættindini
fyri tey trý komandu
kappingarárinum til
Medge Consulting
Seinastu mongu árini hevur tað
annars verið Canal Digital, sum
hev ur átt rættindini til Premier
League, sum hevur ment seg til
at vera kanska dýrasta deildin
yvir høvur at keypa rættindi til.
- Vit eru fegin og errin um, at
Med ge Consulting hevur keypt
tað, sum helst eru mest týðandi
fót bólts rættindini í heiminum í
dag. Norðurlond hava tætt til-
knýti til enskan fótbólt, og vit
ætla at halda fast um tann áhu-
ga, sum hetta hevur skapt, sigur
Pet er Liljestrand, sum er annar
av eigarunum av Medge Con-
sult ing.
Í tíðindaskrivi frá the Barclay
Premi er League sigur Richard
Scuda more, at tey eru fegin um
nýgg ja samstarvsfelagan, og at
tey ikki ivast í, at hetta fer at
geva Premier League ein enn
bet ri miðlapall í Norðurlondum.
Rættindini fevna um allar
bein leið is dystir, sum eru 380
um árið, endursendan av dyst-
um, hæddarpunkt og rættindini
til tíðindi á fartelefon og al neti-
num.
Medge Consulting hevur ikki
sjálvt nakra sjónvarpsstøð, men
er ætlanin at selja rættindini til
norður lendskar støðir. Í Noreg
hev ur TV2 keypt rættindini at
senda, og í løtuni eru sam ráð-
ing ar við fleiri støðir um rætt-
ind ini at senda í Danmark. Finn-
landi og Svøríki.
Á Canal+ siga tey, at tey í løtu-
ni als ikki kunnu gera við merk-
ing ar til, um ella hvørjar
avleiðingar hetta fær fyri rásina.
Marit Bjørgen vann
OL-gullheiðursmerki
nummar 99 í tí søguliga
yvirlitinum hjá Noregi
Okkara grannar fyri eystan hava
verið ótolnir, men nú brast endiliga
fyri nev. Marit Bjørgen vann gull í
klassiskum skíðrenningarsprinti.
Fyri Marit Bjørgen er hetta ein
stórur persónligur sigur, aftaná ikki
at hava livað upp til teir stóru for-
vænt ningarnar hjá heima fólki num
á teimum seinastu vetrar leikunum,
sum vóru í italska býnum, Torino í
2006.
Marit Bjørgen rakk heldur ikki
sínum máli til heimsmeistaraskapini
í Sapporo í 2007 og í Liberec í 2009.
Og tí var hon sjálvsagt ovurfegin
um at hava nátt málinum.
- Tað er hetta heiðursmerki, sum
eg havi manglað. Nú kann eg rætta
ryggin, og njóta tað sum er eftir av
vetrarleikunum, sigur Marit Bjørgen
við norska kringvarpið.
Fríggjadagin er 15 kilometurs
tein ur in fyri, og tá er Marit Bjørgen
mill um favorittarnar. Aftaná at hava
vunnið gull í tí klassiska sprintinum
og 10 kilometurs frístíli, eru vónirnar
stórar til Marit Bjørgen.
- Tað eru nógvir møguleikar fyri
framman. Eg havi ein jaligan
hugburð, um tað sum fer at henda,
sigur tann higartil einasti OL-gull-
vinnarin á hesum vetrarleikunum,
Marit Bjørgen.
Gullheiðursmerki
hjá
Marit
Bjørgen
var
gullheiðursmerki
nummar 99 hjá Noregi, síðani teir
fyrstu OL-vetrarleikirnar í 1924. Nú
bíða grannar okkara í eystri við
stórum spenningi eftir hvør fer at
vinna OL-gullheiðursmerki nummar
100 fyri Noreg á vetrarleikunum.
Enn er Noreg tó aftanfyri Svøríki á
hesum leikunum. Svøríki hevur
vunnið tvær gull. Noreg hevur eina
gull, tvær silvur og tvær bronsu.
Finnland hevur eina silvur.
Dómarin, sum í fjør varð
ákærdur fyri at døma
Chelsea úr Champions
League, er alt enn væl
umtóktur í Firenze í dag.
Umframt eitt alt annað enn væl
dømt reytt kort, var talan nevnliga
um sera kontroversielt mál, sum
avgjørdi dystin, tá Fiorentina á
útivølli tapti 2-1 móti Bayern
Munchen í gjárkvøldið.
Heimaliðið legði seg á odda beint
undan steðginum, tá Arjen Robben
sendi brotsspark í netið. Eitt brots-
spark, sum spælararnir hjá Bayern
vóru heldur misnøgdur um, tí hetta
steðgaði einum álopi, sum var áveg-
is at geva mál.
Fiorentina javnaði stutt eftir
steðgin við máli frá danska Per
Krøldrup, og hóast heimaliðið trýsti,
so tóktist Fiorentina hava fatur á
javnleikinum.
Klokkan var um teir 90 minuttirnar,
tá Robben aftur royndi seg við
gjøgnumbroti. Skotroyndin varð í
fyrstu atløgu blokerað, men bólturin
stakk út til ein púrasta leysan Klose,
sum væl og virðiliga rangstaddur
kundi senda bóltin í netið. Og so var
frøi á heimaliðnum, meðan øðin var
samsvarandi stór hjá Fiorentina.
Ikki minst tí teir eisini kendu seg
snýttar, tá Øvrebø eftir 71 minuttum
gav Massimo Gobbi reytt kort. Talan
var greitt um sjónleik frá Arjen
Robben, tá hesin lat seg detta. Men
sjónleikurin var altso nóg væl
framførdur til at bera reytt kort við
sær.
Øvrebø upplivdi í fjør, at óðir
Chelsea-fjepparar sendu SMS-boð
til hansara, og nú er so spurningurin,
um italsk SMS-boð í næstum koma
á fartelefon hansara.
Djurholm í B36-nevndina
Eftir at hava verið í tungum fíggjarligum sjógvi seinastu
tvey-trý árini, kundi nevndin hjá B36 í dag leggja fram
ein roknskap, sum sýndi eitt avlop, ið táttar í 400 tkr.
Hetta í mun til eitt hall, sum í 2008 var omanfyri
hálvaaðru millión krónur. Kristjan á Neystabø, sum er
formaður, Kjartan Mohr og Edvard Heen halda fram í
nevndini, sum eisini varð víðkað til fimm limir. Nývaldu
limirnir eru Bjarni Djurholm, ið helst er betur kendur sum
politikari, og Sámal Ímundarson.
Dýr mistøk
Lukasz Fabianski hevði ein alt annað enn góðan dag í málinum hjá
Arsenal, tá hann var beinleiðis íblandaður báðum málunum hjá Porto
í 1/8-finaluni í gjárkvøldið. Arsenal tapti dystin 2-1, eftir at Fabianski í
tveimum førum hevði framt stórt mistak. Fyrru ferðina var eftir 11
minuttum, tá hann kloddaði eitt innlegg frá Varela í egið net. Sol
Campbell, byrjaði millum teir fyrstu 11 hjá Arsenal, og hann takkaði
fyri álitið, tá hann eftir 18 minuttum stútaði Arsenal upp á javnt. Ein
støða, sum helt sær, til góðir fimm minuttir vóru spældir av seinna
hálvleiki. Tá gjørdi Fabianski av, at hann mátti taka eina afturlegging
frá Campbell upp, og so gjørdu Porto og Falcao skjótt av.
Øvrebø aftur í fokus
Fyrsta gullið til Noreg
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Marit Bjørgen vann í gjár
OL-gull nummar 99 fyri
Noreg
Tom Henning Øvrebø
upplivdi veruliga
sjikanu, tá hann
í fjør hevði dømt
seinnu hálvfinaluna
millum Chelsea og
Barcelona. Nú er líkt
til, at viðhaldsfólk hjá
Fiorentina kasta hatur á
norska dómaran