Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 18. februar 2010 – Nr. 34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Hiddink bíðar ikki eftir Liverpool Ringa gongdin hjá Liverpool hetta kappingarárið hevur havt við sær, at nógvar gitingar hava verið um lagnuna hjá Rafael Benitez. Ein afturvendandi søga er, at fráfarandi russiski landsliðsvenjarin, Guus Hiddink, skal taka yvir eftir Benitez í Liverpool. Men sambært fótbóltssambandinum hjá Turkalandi, so verður hetta av ongum. Teir siga, at Guus Hiddink hevur játtað at gerast venjari hjá Turkalandi komandi tvey árini. Guss Hiddink er 63-ára gamal og úr Hollandi. Hann hevur verið landsliðsvenjari hjá millum annað Suður Korea, Australia og Russlandi. Av øðrum liðum kunnu nevnast Real Madrid, PSV, Valencia, og í fjør var hann fyribils venjari hjá Chelsea í eitt tíðarskeið. NM byrjar í dag Í dag byrjar NM í talvi fyri ung, sum hesuferð verður telvað í Vasterås í Svøríki. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum og klárt er at byrja NM-orrustuna 2010. Í kappingini um Norðurlendsku meistaraheitini, luttaka 10 ungdómar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Íslandi, Finlandi og Noregi. Kappast verður í 5 aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Føroysku umboðini í kappingini eru Rógvi Egilstoft Nielsen (FM), Sanda vágur, Margar Berg, Tórshavn, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (FM), Tórs havn, Karl Marius Dahl, Kollafjørður, Einar Gregersen (FM) og Heðin Greger sen, brøður úr Klaks- vík, Høgni Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Aldred Olsen, Vestmanna, Eli W. Finnsson, (FM), Tórshavn, Janus Skaale, Klaksvík Á stovnandi aðalfundi á Svangaskarði í gjár­ kvøld ið gjørdist nýggja flog bóltsfelagið Ternan veru leiki. Sostatt fer B68 Flogbóltur í søguna, men í staðin er komið eitt felag, sum ætlandi skal vera fyri allan Skálafjørðin Flogbóltur er ikki nakað ókent spæl á Toftum, og mitt í 90-unum vunnu manslið hjá B68 2. deild eina ferð og 3. deild tvær ferðir. Síðani kom steðgur í, men í fjør fóru toftafólk aft ur undir flogbólt, og í løtuni er besta kvinnuliðið heilt frammi í odd anum í næstbestu deildini, har bara eitt sett skilir tað frá odda sess- inum, ið Fleyr hevur í løtuni. Góða gongdin, ið fevnir um átta lið í FM-kappingunum, umframt fleiri lið, ið javnan spæla kappingar, hevur eisini skundað undir, at flog- bólturin á Toftum ynskti at fáa meira skipað viðurskifti og – ikki minst – sítt egna felag. Higartil hevur verið spælt undir navninum B68 Flogbóltur, men ann- ars hevur talan verið um sjálvstøðugt virksemi, ið hevur havt nýggju fim- leikarhøllina í Tofta skúla sum heima vøll. Har eru góðar umstøður til flogbólt, tí so mikið rúmsátt er, at sjálvt við 100-150 áskoðarum er gott pláss fyri sjálvum flogbóltinum á gólvinum, bæði úti í síðunum og við endarnar. Hartil er høgt til lofts, so høllin er sum gjørd til flogbólt. Ternan er navnið Í gjárkvøldið var so avgerandi stigið tikið og nýtt flogbóltsfelag sett á stovn, tá kallað var inn til aðalfund í ítróttarhúsinum á Svangaskarði. Eini 30 fólk møttu á fundinum, ið fekk valt nevnd og givið felagnum navnið, ið gjørdist Ternan. – Hetta er eitt navn, ið ikki er ókent í ítróttarhøpi á Toftum, tí her er ein kappróðrarbátur við sama navni, sigur Hermann Jacobsen, sum er ein av eldsálunum aftan fyri flogbóltin á Toftum. Hann ætlaði sær ikki í nevndina, men endaði kortini við at gerast til- takslimur. Formaður í fyrstu nevndini í Ternuni er Alex Troleis, meðan Katrin Olsen er næstformaður og Helen Højgaard Jacobsen er skriv- ari. – Lógir vóru longu undan stovn- andi aðalfundinum gjørdar fyri nýggja felagið, so tað nógva av tíðini fór til at finna navnið. Uppskotini trutu ikki, og fundarfólkið slapp at velja millum uppskotini, og tá vóru flest fyri, at felagið skal eita Ternan. Enn hava vit ikki nakað búmerki, men nú vit hava fingið navnið, kunnu vit fara at arbeiða víðari við tí, sigur Hermann. Fyri allan fjørðin Ternan er sostatt tað nýggjasta av tilsamans 10 feløgum kring landið, sum eru við í vaksnamannakapping- unum undir Flogbóltssamband in- um, og hetta er flogbóltsfelag burturav. – At vit fáa okkara egna felag til flogbóltin, er gott, tí vit hava longu frammanundan arbeitt sum eitt sjálvstøðugt felag. Navnið hava vit lánt frá B68, men annars hava vit tikið okkum av øllum sjálvi, sigur Hermann Jacobsen. – Vit vilja eisini fegin hava, at fe lagið røkkur út um Nes kommunu og kann fevna um øll á Skála fjørð- inum, sum hava hug at spæla flog- bólt. Fleiri av teimum, sum longu eru við, eru eisini úr øðrum bygdum við fjørðin, og eitt nú er onkur spæl- ari úr Fuglafirði við hjá kvinnunum. Sum nevnt, liggur besta kvinnu- liðið hjá Ternuni væl fyri í kappingini í 1. deild, so ikki er óhugsandi, at fólk longu næsta ár kunnu venja seg við at hoyra navnið umrøtt javnan, um kvinnurnar altso megna at flyta upp í Eik-liguna. Flogbóltssambandið tekur væl ímóti nýggja flog­ bólts felagnum, Ternuni, og millum annað sær Magnus Tausen, formaður, fram til at síggja besta kvinnuliðið hjá felagnum í Eik­liguni – Í praksis merkir hetta, at flog- bólturin hjá B68 fær sín egna sam- leika, og tí taka vit øgiliga væl ímóti. Formliga skal Ternan góðkennast á aðalfundi í Flogbóltssambandinum, men eg ivist ikki í, at felagið eisini har fer at fáa allarbestu móttøku, sigur Magnus Tausen, formaður í Flog bóltssambandinum. – Ikki minst er hetta spennandi, tí besta kvinnuliðið hjá felagnum liggur framvið at koma upp í Eik- liguna. Tað krevur sjálvandi nakrar broytingar, sum eg tó eri vísur í, at hini feløgini eru sinnað at fremja, so tað eisini verður pláss fyri Ternuni í fremstu røð. Broytingarnar, sipað verður til, er talið á liðum í Eik-liguni hjá kvinnum, sum nú er sjey. Skulu liðini verða átta, so krevst ein lógarteknisk sam- tykt, umframt at tað kemur at broyta kappingarskipanina, at besta kvinnu deildin verður víðkað við ein- um liði. – Tað kemur helst at merkja, at um førini ikki verða líka nógv, sum tey hava verið. Men fyrst og fremst kemur tað at merkja, at vit koma at hava størstu kvinnudeildina í Føroy- um yvirhøvur, og tí eru vit ótrúliga errin av, sigur Magnus Tausen, sum eisini sær fyri sær, at Eik-ligan hjá monnum kann gerast størri. – Í løtuni sær út til, at TB skjótt kann vera til reiðar at koma upp, og eg veit, at mansliðini høvdu tikið væl ímóti tí. Verður farið úr fýra upp í fimm lið, munar tað væl, tí sum nú er, er besta mansdeildin í so lítil. Eg vóni eisini, at menninir hjá TB eru sinnaðir at koma upp, so skjótt sum teir síggja seg førar fyri tí, og okkara partur skal so í øllum førum ikki liggja eftir. hil einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ternan á flog á Toftum Formaðurin fegnast – Ikki minst er Ternan spennandi, tí besta kvinnuliðið hjá felagnum liggur framvið at koma upp í Eik-liguna, sigur formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Nevndin í nýggja flogbóltsfelagnum, Ternuni. Frá vinstru: Hermann Jacobsen, tiltakslimur, Katrin Olsen, næstformaður, Helen Højgaard Jacobsen, skrivari, og Alex Troleis, formaður Mynd: Doris Djurhuus Eini 30 fólk møttu á stovnandi aðalfundinum hjá Ternuni, sum var í ítróttarhúsinum á Svangaskarði í gjárkvøldið Mynd: Hermann Jacobsen