hósdagur 18. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 34 - 18. februar 2010
V
erður hugt í bókina
hjá Birgar Johannesen,
Havnin - fólk og yrki,
finnast hesir bakarar í
undanfarnu øld:
Andreas í Horni,
Ragnhild Sondum, Carl
Vilhelm Fossaa, Johan
Martin Restorff, Frants
Restorff, Palle Bager,
Andreas í Køkubúðini,
Dora Johansen, Niclas
Niclasen, hjá Alla, John
Erling Poulsen, Gunnleivur
Mouritsen, Conrad Skaale
og Poul Kjelnæs.
Poul var sonur Henrikku
Sofíu Poulsdóttir (1826-
1896) og Thomas Juel
Kjelnæs (1826-1904),
skósmið i Havn.
Poul var yngstur av sjey
systkjum. Hini vóru:
Anna (1854-1939) gift
við Jacob Jacobsen (1853-
1932), sum var lærari á
Tvøroyri, fyrr umrøddur í
hesi røð.
Ludvig Poul (1856-
1896) giftist til Klaksvíkar
við Malenu Johannesen
f.1872.
Jacob (1859-1942),
arbeiddi stóran part av
lívinum hjá T.F.Thomsen á
Tvøroyri. Er fyrr umrøddur
í hesi røð.
Susanna Margretha
(1861-1945)
Deyðføddur drongur
(1864)
Anna Sofía Margretha
(1866-1926)
Øll hesi systkin eru væl
kend av okkara lesarum frá
røðini um Egil Djurhuus,
abbason Johan Christian
Djurhuus, kendur sum
Faktorin í Klaksvík. Tey
vóru nevniliga øll so ófør at
vitja teirra deyðsjúka skyld-
mann. Omma hansara Anna
Elisabeth var fastur teirra.
Tað tykist at hava verið gott
samanhald í hesi ætt.
Poul gjørdist bakari.
Hann giftist við Súsannu
Mortensen av Tvøroyri, og
hetta man vera orsøkin til,
at hann byrjaði sítt bakara-
virksemi á Tvøroyri, har
hann antin hevur bakað hjá
Mortensen ella Thomsen. Í
1900 flutti hann til Havnar,
og lat upp bakarí á hornin-
um Bringsnagøta/Húsa-
garður, og her helt hann á
til 1939.
Bakaríið hjá Poul var
væl umtókt, og enn verður
tikið til hansara 5 ella 10-
oyra køkur. Her var eisini
stílur í. Genturnar í handli-
num vóru í hvítum fyri-
klæði og kappa. Sunnu-
dagar høvdu tær brosju um
hálsin.
Tær útstillaðu køkurnar
vóru ein fragd fyri børnini
bert at hyggja at. At keypa
tær kom nærum ikki uppá
tal.
Gjørdi sína
borgaraskyldu
Tá ið Poul doyði skrivaði
Georg L. Samuelsen í
Dimmalætting:
I en alder af 77 Aar er
Bagermester Poul Kjelnæs,
Thorshavn i Thorsdags
afgaaet ved Døden.
Han var en dygtig og
samvittighedsfuld Fag-
mand. Kjelnæs Bagværk
var kendt og yndet i vide
Kredse i den lange Række
af Aar, han drev Bageri.
Som Menneske gik
Afdøde stille og fordrings-
løs iblandt os. Hans ven-
lige Væsen lyste stilfærdigt
op, naar man mødte ham,
og han mestrede med ufor-
lignelighed Opmuntringens
Kunst, naar det krævedes
blandt Vennekredsen.
Sin Borgerpligt tog han
altid yderst alvorligt. Et
karakteristisk Eksempel
kan nævnes. Da Thorshavn
under Krigen skulde danne
et frivilligt Beskyttelses-
værn var Poul Kjelnæs
blandt de første, der meldte
sig, skønt han dengang
forlængst havde passeret
de 70.
Foreldrini vóru
merkisfólk
Susanna, vanliga kallað
Sanna, var av Mortensen-
ættini á Tvøroyri. Abbi
hennara var Johan Morten-
sen f. 1816 úr Øravík, sum
var upprunaligi stovnarin
av Mortensenfyritøkunum
á Tvøroyri. Susanna man
hava verið uppkallað eftir
ommuni, Susannu, sum var
av Húsum í Havn.
Tá ið fyritøkan gjørdist
partafelag gjørdist sonurin
Petur Mortensen formaður
í nevndini.
Hann giftist við Onnu
Mariu, sum hevði orð fyri
at vera eitt sera gott fólk.
Tey fingu átta børn. Synir-
nir vóru tvíburarnir Niels
Pauli og Johan, Emil og
Gunnar, sum gekk burtur
við donskum skipi undir 1.
heimsbardaga.
Døturnar vóru Anna,
sum giftist við T.F. Thom-
sen, keypmann og reiðara,
Laura, sum giftist niðri,
Karin, sum giftist við Jens
Evensen og Sanna, sum
giftist við Poul Kjelnæs.
Pápi teirra Petur var
føddur 15. oktober 1852,
og tá ið hann doyði í 1924
skrivaði Færingetidende
um hann:
Den færøske Handels-
stands betydeligeste og
mægtigste Mand er gaaet
bort til sine Fædre. Det er
ikke en uge siden, at
Tveraa var flagsmykket og
jublende ved Festen for det
nye Havneanlæg, og kun
seks dage efter vajer
Dannebrog paa halv over
alle vore Øer for den
Mand, til hvem Færøernes
opkomst det sidste halve
Sekel har været uadskille-
ligt knyttet, Sønnen til
Tveraas Grundlægger, selv
den rastløse Førstemand
indtil de sidste Tider, Leder
af Færøernes største For-
retning i langt over en
Menneskealder, hvorved
Peter Mortensen til alle
Tider har indskrevet sit
Navn i den færøske
Handels Historie. I over 45
Aar sad den Afdøde som
Medlem af Kommunalfor-
standerskabet, først i de
forenede Suderø Komm-
uner, siden i Frodebø sogn,
baade som Formand og
menigt Medlem, men til
alle Tider i første Række.
Alle Tider var han den
retlinede, retskafne Mand,
der uforbeholdent udtalte
sin Mening og urokkelig
fastholdt en tagen Beslutn-
ing. Hans givne Ord var
sikkert som det klippefaste
Fjæld. Flid og Orden var
hans Særkende, aaben og
sanddru var hans Færd, alle
hans Handlinger var præg-
et af rolig Myndighed og
stabil Handlekraft.”
Petur Mortensen var við
til at stovna Færøernes
Ophalingsbedding í
Trongisvági í 1894 og
Hvalaveiðufelagið Suderø
við støð í Lopra. Hann
hevði eisini stóran áhuga
fyri skúlaskapi og kirkjuni.
Tá ið nýggja kirkjan á
Tvøroyri varð bygd í 1907
gav J. Mortensens Eft kr.
36.000 til byggingina.
Ítróttin á Tvøroyri átti
eisini í Mortenmonnunum
sín besta stuðul.
Eingir eftirkomarar
Sanna og Poul fingu
børnini Richard f.
10.1.1901 og Anna Maria
Hjørdis kallað Duddan f.
23.3. 1906.
Richard flutti til Dan-
markar, har hann gjørdist
verkfrøðingur hjá B&W í
Frederikshavn. Undir
krígnum varð hann sendur
til deildina hjá fyritøkuni í
Hollandi og kom aftur í
1954. Hann giftist við
Ragnhild, sum var donsk.
Hon var sera áhugað fyri
føroyskari list, serliga hjá
Mykines, William
Heinensen og Ingálv av
Reyni. Tey vóru barnleys.
Tískil er nakað av hesi list
endað aftur í Føroyum.
Duddan flutti ung til
Danmarkar, har hon í fleiri
ár arbeiddi sum frisør, men
hon kom aftur til Føroya,
tá ið mamman doyði 1937
at vera um pápan. Hon
doyði í 1966 knappliga 60
ára gomul. Hon fekst
millum annað við at maska
sokkar hjá konufólki upp.
Hon hevði góðar hendur og
dugdi væl at seyma pútur.
Inni hjá Poul og Sannu
búðu eisini hansara ógiftu
systrar Fía og Sannnegreta,
sum hjálptu til handlinum.
Síni fyrstu ár í Havn
búðu Hans og Jutta Mort-
ensen inni hjá Dudduni, og
Jutta er eisini ein kelda til
hesa grein. Hans og
Duddan vóru systkinabørn.
Poul Kjelnæs:
Hansara 10-oyra køkur vóru tiltiknar
Í dag er vist bert eitt ella tvey bakarí í Havn. Men fara vit aftur í hina
øldina hava verið hópur av bakarum í býnum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
SANNA
KJELNÆS
F. MORTENSEN
F. 17-9-1877
D. 26-8 1937
POUL KJELNÆS
F. 26-6 1868
D. 25-4-1946
SUSANNA
MARGRETHE
KJELNÆS
F. 27-4 1861
D. 18-10 1945
Tað er ikki eydnast at fáa
myndir av Sannu og Poul.
Einasta mynd sum kundi
finnast er henda konfirma-
tionsmyndin av Richard
Her hevði Poul Kjelnæs bakarí, og her búði hann eisini.
Trappan gongur upp í sølubúðina. Í vindeyganum vóru væl
pyntaðar kakur útstillaðar. Tað var í hvussu er ókeypis at
hyggja at teimum!
Mynd: Føroya Fornminnissavn 3350F01747
Sanna Kjelnæs er uttan iva
uppkallað eftir ommuni
Susanne Mortensen, ættað av
Húsum í Havn
Foreldrini hjá Sannu vóru Anna Maria og Petur Mortensen
Komandi partur
verður um
Herluf Lützen,
sum giftist við
Sannu, abbadóttir
H.N. Jacobsen,
bókahandlara